týsdagur 12. desember 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 12. desember 2006
17
vinnusíðurnar
møguleika at fáa kapital til síni hugskot, heldur strategibólkurin fyri
– Lærarar skulu
stimbra íverksetan
arhugin hjá næm
ingunum í fólka
skúlanum og mið
námsskúlunum, sigur
strategibólkurin fyri
íverksetan
Íverksetan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Strategibólkurin
fyri
íverksetan hevur sett
orð á nøkur høvuðsmál í
strembanini eftir at røkka
sínum málum. Hesi eru 1)
Íverksetanarhugburður, 2)
Íverksetanarskipanir, 3)
Fíggingarmøguleikar, 4)
Skattaviðurskifti, 5) Greiðir
lógarkarmar og reglur og 6)
Smiglig almenn fyrisiting.
Bólkurin vísir á, at eitt
fjøltáttað útbúgvingarverk
skal verða ein virkin partur
í at ala fram ein íverksetan
arhugburð í føroyska sam
felagnum.
– Tað skal loysa seg at
skapa sín egna vinnuveg, tí
samstundis, sum íverkset
arin tekur váða á seg, skulu
útlitini til at vinna pening
verða góð.
Bólkurin sigur, at hug
burðurin hjá fólkinum um
íverksetan og íverksetarar
ávirkar hugin at ganga
hesar leiðir.
– Í summum londum
verða fólk frá barnsbeini
eggjað til at gerast íverkset
arar, og lagt verður í tey, at
íverksetarar eru slóðbrótarar
og fyrimyndir fyri onnur.
Byrja í skúlanum
Tey halda, at skulu vit ala
fram ein betri íverksetara
hugburð í Føroyum, er ein
eyðsýndur møguleiki at
byrja í skúlaverkinum.
– Í fólkaskúlanum skulu
næmingarnir læra at arbeiða
meira skipað við nýskapan
í øllum lærugreinum. Frá
læran í tímunum skal broyt
ast, soleiðis at hon fevnir
um námsfrøðiligar hættir
og teknikkir, sum stimbra
og menna nýskapanar
kunnleikan hjá fólkaskúla
næmingunum. Soleiðis skal
í skúlanum verða lagdur
dentur á íverksetan við
verkætlanum, evnisdøgum
og íverksetanarspølum ella
við kappingum.
Mælt verður til, at lær
arar í samband við sína
útbúgving og eftirútbúgving
skulu fáa frálæru í hætt
um, sum stimbra nýskap
anarkunnleikan hjá næm
inginum.
– Praktiskur kunnleiki
til at umseta hugskot til
vinnuveg økir um møgu
leikarnar fyri, at tann ein
staki byrjar egið virkið -
og at virkið fer at bera seg.
Frálæra í íverksetan gagnar
eisini teimum ungu, sum
ikki stovna egna fyritøku,
men velja at arbeiða á eini
verandi fyritøku.
Tí heldur strategibólk
urin, at allir miðnámsskúla
næmingar skulu hava tilboð
um frálæru í íverksetan.
Øll skulu samvirka
– Mentamálaráðið skal
arbeiða fyri, at lærarar á
miðnámsskúlunum fáa
neyðugu eftirútbúgvingina.
Í komandi broytingum í
lógum og kunngerðum skal
standa, at miðnámsskúlin
er við til at menna íverkset
anarkunnleikan hjá næm
inginum.
Bólkurin sigur, at vinnu
málaráðið skal virka fyri,
at nýggi vinnuframastovn
urin, sum eitt nú skal birta
upp undir íverksetan, skal
skipa fyri árligum íverk
setanarskeiðum.
– Her skulu íverksetarar
við simuleraðum dømum
kunna royna seg sjálvar
við at stovna og reka egna
fyritøku.
Nýggi vinnuframastovn
urin, Vinnuhúsið, mið
námsskúlar og hægri læru
stovnar, eitt nú Vinnuhá
skúlin, eiga at stovna netverk,
ið skulu bjóða næmingum og
lesandi útbúgvingartilboð í
íverksetan.
– Umframt hetta skal nýggi
vinnuframastovnurin saman
við Mentamálaráðnum virka
fyri, at neyðug eftirútbúgv
ingartilboð eru til lærarar, sum
undirvísa í hesum skúlum,
sigur strategibólkurin fyri
íverksetan.
Fólkaskúlin skal arbeiða
miðvíst við nýskapan
– Í fólkaskúlanum skulu næmingarnir læra at arbeiða meira skipað við nýskapan í øllum lærugreinum, og frálæran í tímunum
skal broytast, soleiðis at hon fevnir um námsfrøðiligar hættir og teknikkir, sum stimbra og menna nýskapanarkunnleikan hjá
fólkaskúlanæmingunum, sigur strategibólkurin
Mynd: Jens Kr. Vang
Smidlig fyrisiting
Íverksetan: Fyrisitingarligu byrðarnar skulu gerast lættari hjá íverksetarum.
Tænastur, sum hava týdning í hesum sambandi, skulu savnast á einum staði,
íverksetaraportalur skal setast á stovn, og alnetið skal eisini lætta um byrðarnar
hjá íverksetarum.
Strategibólkurin mælir eisini til, at trotabúsviðgerðin verður skjótari.
Neyðugt verður við meira samskipaðari marknaðarføring av føroyskum vørum
og tænastum uttanlands.
Líka so neyðugt, sum tað er at skapa karmar við at gera lógir, kunngerðir og
skipanir, er tað umráðandi, at landsins stovnar umsita hesar fyriskipanir væl og
smidliga. (-vilmund)
Savnað ráðgeving
Íverksetan: Arbeitt verður við at fyrireika eina samskipan av virkseminum
hjá Menningarstovuni og Ferðaráð Føroya.
Strategibólkurin fyri íverksetan heldur, at hesir stovnar ofta hava somu
endamál, og tí verður kannað, hvussu stovnarnir kunnu samansjóðast, soleiðis
at vit fáa eitt framsøkið umhvørvi. Á henda hátt metir bólkurin, at bæði tað
almenna og vinnulívið, sum hesir báðir stovnar eru ætlaðir at menna, kunnu
fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, sum hesir stovnar ráða yvir.
Nýggi vinnuframastovnurin fer at hava eitt fjøltáttað samstarv við nógvar
ymiskar partar, eitt nú vinnusamskipanir, einstakar fyritøkur, íverksetarar,
ymisku stjórnarráðini og stovnar teirra. (-vilmund)