Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 240 - 12. desember 2006 vinnusíðurnar - Tá ið byrjað verður at fiska av einum nýggjum stovni, er ikki óvanligt, at fiskiskapurin minkar – fyri síðan at stabilisera seg aftur. Tó kann tað tykjast eitt sindur løgið, at niðurgongdin í veiðini hjá Varðborg hendi sera knappliga, siga fiskifrøðingarnir, Mourits M. Joensen og Regin Reinert, sum hava skrivað frágreiðing um gágguroyndir hjá Varðborg Gágguveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Mourits M. Joensen Fiskifrøðingarnir hava skriv­ að eina gjølliga frágreiðing um gággu­fiskiskap við rús­um undir Føroyum. Frá­ greiðingin snýr seg um tíð­ arskeiðið januar 2005 til september 2006 og skip­ ið, sum kanningarnar eru gjørdar umborð, er Varð­ borg. Teir báðir vísa á, at nógv hevur verið fiskað av gággu her á landi. - Fyrr var vanligt at nýta toskarhøvd og ravar til gággulínu. Seinni kom glúpurin, og so kom rúsan, sum er tann reiðskapur, ið verður mest nýttur nú á døgum. Gágga er vanligt agn til línu, og vanligt hev­ ur verið, at menn sjálvir fiska sær gággu til agn. Leggjast kann aftrat, at tað er ikki so lítið stríð hjá einum útróðrarmanni, bæði at rógva út og fiska sær agn á línurnar. Tí hava nógvir keypt gággu frá skipum og bátum, sum burtur av reka hesa veiði. Gággan, ið roynt varð eftir umborð á Varðborg, verður vanliga rópt agn­ gágga – ella “buccinum undatum”. Hetta er mest vanliga gággan her um okkara leiðir. Mourits og Regin vita at siga, at agngágga kann flyta seg um 13 cm. um minuttin – ella einar 187 metrar um samdøgnið. Ikki serliga lønandi Nú hevur gággufiskiskapur verið við størri skipi í 15 mánaðar, og roynt hevur eisini verið at útflyta gággu til matna. - Sum skilst, er tað ikki serliga lønandi at senda gágguna heila av landinum, tí einans 25 %, er matur/ kjøt, restin er vatn og skel. Eisini er ringt at halda lív í gágguni á so langari farleið. So, ein stórur part­ ur er seldur sum agn til línu-og útróðrarbátar kring oyggjarnar. Mourits og Regin siga í frágreiðingini, at Varðborg hevur eitt avmarkað gággu­ loyvi, sum eitt nú ber í sær, at skipið kann seta 1200 rúsur á tveimum leiðum innanfyri 12 fjórðingar og 2000 rúsur á tveimum leiðum uttanfyri 12 fjórðingar. Eingin avmarking er hin­ vegin í gágguveiðini hjá útróðrarbátum sum royna við rúsum til agnnýtslu Síðan Varðborg byrjaði at fiska, eru menn komnir eftir, at stórdriftsfyrimunir, sum teir taka til, kunnu verða í gágguveiði. - Tað sigst, at fleiri bátar hava tikið seg saman í størri eindir fyri í felag at seta rúsur eftir gággum til agn. Meðan gágguveiðan áður í stóran mun hevur verið fjarðafiskiskapur, er henda veiða nú í størri mun flutt út á ytri leiðir, eitt nú leiðirnar eystanfyri Nólsoynna, har Varðborg fyri tað mesta hevur roynt. Eingi hagtøl tøk Mourits og Regin vísa á, at er hald í, at bátar í størri mun enn áður royna ytri, er trýstið á gággustovnin eystanfyri Nólsoynna nógv størri, enn dagbøkurnar hjá Varðborg bera boð um. - Eingi tøl eru til taks fyri annan gággufiskiskap enn tann hjá Varðborg, so ilt er at meta um árinini av samlaðu gágguveiðini. Endamálið við kanning­ unum, sum Mourits og Reg­in hava gjørt fyri Fiski­ rannsóknarstovuna, er í fyrsta lagi at gera mátingar av veiðini hjá Varðborg – at kanna, um broytingar eru í sjálvum fiskiskapinum, og um gággan broytir vakst­ rarlag. Dekkið á Varðborg er nakað yvirdekkað, og spæl­ útgerð og støddar­skilji­ maskina er sett upp, so tær smæstu gággurnar verða skildar frá og sleptar útaft­ ur. Um hugt verður í dag­ bókina hjá Varðborg í tíð­ini 20. juli 2005 til 9. sep­tember 2006, sæst, at Síðsti túrur Havsbrún í Fuglafirði gevst at taka ímóti fiski í annaðkvøld, og virkið verður so stongt til aftan á nýggjár, tí ymiskt skal gerast á virkinum. Tí hava fleiri skip verið á Fuglafirði við svartkjafti teir seinastu dagarnar fyri at sleppa av við fiskin, áðrenn virkið letur aftur. Høgaberg hevur landað 80 tons, Jupiter 423, Fagraberg 1.412, Carlton 400, Norðborg 400 og Christian í Grótinum landað umleið 400 tons. Høgaberg skuldi eisini landa. Reiðaríini gott íkast Tað er ikki minst teimum donsku farmaskipareiðaríunum fyri at takka, at Danmark hevði heilar 4,2 mia. krónur í avlopi á handilsjavnanum í oktober mánað. Steen Bocian, búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, sigur, at hevði íkastið frá reiðaríunum ikki verið so gott, hevði Danmark helst havt hall á handilsjavnanum í oktober. Danska hagstovan sigur, at tíggju teir fyrstu mánaðarnar í ár var avlopið á danska handilsjavnanum 38 mia. krónur. Gágguveiða til matna er M/S Varðborg er bygd á Tórshavnar Skipasmiðju í 1963. Hon er 39,60 metrar long, 7,02 metrar breið og stingur 3,66 metrar. Skipið er merkt 274 BT. Maskinorkan er 736 kw/1000 HK, 750 rpm. Varðborg er upprunaliga bygd sum línuskip. Seinni umbygd til trolara, og nú er skipið bygt um til gággufiskiskap. Vanliga eru einir 8 mans knýttir at skipinum. FAKTA