Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2006 19 vinnusíðurnar Óførur prísur Kjell Inge Røkke er ikki tann einasti norðmaðurin, sum ger íløgur í fiskiskap í havinum kring Suðurpólin. Sunnmørsposten veit at siga frá trimum monnum, sum hava keypt eitt skip, ið roynir eftir ymsum fiskasløgum í Rosshavinum saman við tíggju øðrum skipum. Meðalprísurin á veiðini liggur um 100 krónur fyri kilo, og norsku eigararnir vóna at fiska 300 tons fyri 30 mió. krónur. Fyri at bera seg skal skipið fiska eini 140 tons. Selja partabrøvini Meðan tann norska stjórnin heldur fast um tann almenna partapeningin í flogfelagnum SAS, hava teir privatu norsku partaeigararnir valt at selja síni partabrøv í felagnum, skrivar Aftenposten. Tað sæst kortini valla aftur í heildini, tí teir privatu norsku eigararnir eiga bara 0,36 prosent av partapeninginum í SAS. Hinvegin eigur norski ríkiskassin 14,3 prosent av partapeninginum, og har er eingin hugur at selja, skrivar blaðið. ikki serliga lønandi fiskiskapurin hevur verið javnur, og ikki sæst stórur munur á, um frægari ella verri er á sumri ella vetri. Tó sæst, at fiskiskapurin er minkaður úr 1000 kilo fyri hvørja seta niður í eini 500 kilo fyri hvørja setu. Í tíðini januar 2005 til september 2006, hevur Varð­ borg fingið í miðal 635 kilo fyri hvørja setu. - Í teimum ensku rúsunum vóru í miðal 698 kilo í – og 612 kilo í teimum kanadisku rúsunum fyri hvørja setu. Væl fleiri set­ ur vórðu gjørdar við kanad­ isku rúsunum, og tí er saml­aða miðalveiðan tætt­ ari miðalveiðini við kanad­ iskum rúsum. Í øllum líkindum Meðan Mourits og Regin hava fylgt gongdini hjá Varðborg, hevur skipið havt 1279 setur, samstundis sum 178.589 rúsur eru drignar. Teir hava roynt heilt niðri á 171 metrum, og grynsta dýpið er 63 metrar. Miðal­ dýpið hesa tíðina hevur verið 95 metrar. - Týðiligur munur sæst ikki á fiskiskapinum, um veðrið hevur verið gott ella minni gott, ei heldur er líkt til, at harður ella spakur streymur hevur havt so stóra ávirkan á veið­ ina. Tó vísir tað seg, at fiskiskapurin er eina ”tonn” betri, tá ið streymurin er spakur, men munurin er sera lítil. Samanum tikið er líkt til, at gágga kann fiskast í øllum líkindum – bert reiðskapurin vendir rættan veg, sum teir báðir taka til. At reiðskapurin vendir rættan veg, merkir, at rúsan ikki koppar, tá ið hon liggur á botni. - Rúgvismikla tilfarið í dagbókini hjá Varðborg ger tað møguligt at gera hagfrøðiligar greiningar, sum kunnu staðfesta neyv­ ari í hvønn mun, eitt nú streymur ávirkar fiskiskapin eftir gággu. Mourits og Regin vísa á, at fiskskapurin hevur verið góður í hørðum streymi, men eisini eru nógvar setur, har fiskiskapurin hevur ver­ið vánaligur í góðum streymi. - Hagfrøðiligu greining­ arnar vísa tó, at í longri tíð er fiskiskapurin verri í hørðum streymi, bæði við kanadiskum og enskum rúsum. Fiskiskapurin við ensku rúsunum verður ikki líka nógv ávirkaður av streymi, sum fiskiskapurin við kanadisku rúsunum. Teir halda, at gitast kann um, hví fiskiskapurin er held­ur minni í hørðum streymi. - Kanadiska rúsan er lætt­ ari, og tí er hugsandi, at hon koppar skjótari enn enska rúsan, tá streymurin er harður. Veiðan minkaði Teir vísa á, at royndir hava verið gjørdar í hylinum hjá trolvirkinum Vónini í Fuglafirði fyri at finna útav, hvussu nógvur streymur skal til, áðrenn rúsurnar koppa. - Tað vísti seg, at hvørki enska ella kanadiska rús­an koppaðu, sjálvt um streym­ urin fór yvir 3 fjórðingar um tíman. Tí er neyvan hugsandi, at tað, at rúsurnar koppa, er orsøkin til, at tær fiska verri í hørðum streymi. Kanska er tað verða agnið, sum seyrar skjótari burtur í hørðum streymi enn í veikum streymi, siga teir báðir, Mourits M. Joensen og Regin Reinert. Teir vísa á, at tá ið byrjað verður at fiska av einum nýggjum stovni, er ikki óvanligt, at fiskiskapurin minkar – fyri síðan at stabilisera seg. - Tó kann tað tykjast eitt sindur løgið, at niður­ gongdin í veiðini hendi sera knappliga, siga fiski­ frøðingarnir.