týsdagur 12. desember 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 240 - 12. desember 2006
vinnusíðurnar
Alivinnan er við at
koma fyri seg aftur,
hóast fortreytirnar
á mangar mátar eru
øðrvísi í dag.
- Okkara uppgáva
í framtíðini verður
at framleiða hvørt
kilo av laksi so bíligt
sum gjørligt, sigur
rakstrarleiðarin
hjá Pan Fish í
Oyndarfirði, Marnar
Dam
Aling
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Oyndarfjørður: Hugaligt
er at koyra til Oyndarfjarðar
henda týsdagin, hóast veðrið
ikki er av tí allarbesta. Greið
tekin eru um vinnuligt virk
semi slepst ikki undan tí
vakna eyganum.
Áðrenn ein kemur til
bygdina liggur ein alistøð,
og úti á sjálvum fjørðinum
síggjast
fleiri
aliringar
klárir til enn eina útseting
av laksasmolti.
Inni í havnarlagnum er
ikki nógv fólk at síggja,
men í einum staði sæst
farvegurin eftir virksemi
sum er knýtt at alingini -
ringar, slangur, rør og ein
alibátur. Og ein trukkur
sum koyrir aftur og fram
innanfyri girðingina hjá
Pan Fish í bygdini. Her er
veruliga lív í.
Inni á virkinum hitta vit
rakstrarleiðaran, Marnar
Dam. Og hann kann bara
staðfesta tað sama, sum vit
longu hava fingið eygu á:
Alivinnan er við at koma
fyri seg aftur. Fyri júst 14
døgum síðani tóku teir
fyrsta ILA-fría laksin í hesi
øldini, og grundarlag er lagt
fyri skynsomum arbeiði í
framtíðini.
- Jú, vit síggja ljóst uppá
framtíðina, sigur Marnar
Dam við Sosialin.
Hann er tó greiður um, at
hóast ein rekur skynsama
alivinnu á sjógvi og landi
í Føroyum, so hevur ein
kortini ikki nakra ávirkan á
prísin, sum fæst í útlondum
fyri tann alda laksin.
- Nei, hann fáa vit so
einki gjørt við. Tað einasta
vit kunnu gera nakað við,
er at framleiða hvørt kilo av
laksi so bíligt sum gjørligt,
sigur Marner.
Vend er komin í
Eingin ivi man vera um,
at alingin hevur verið fyri
bakkasti og í hørðum sjógvi
tey seinastu mongu árini.
Nú vísir tað seg kortini,
sum um henda vinnan er
við at koma fyri seg aftur.
Pan Fish í Oyndarfirði
er eitt gott dømi um at
gongdin er við at venda
positiva vegin - og í roynd
og veru vendist rættiliga
skjótt, bert fá ár eftir at
herviliga ILA-sjúkan varð
staðfest, gjørdi rættiliga um
seg og legði alivinnuna í
oyði.
Hjá Pan fish í Oyndarfirði
var støðan soleiðis, at teir
vóru lidnir at taka allan
alifiskin upp í mars mánaði
2004.
Tann stóri spurningurin
tá var, hvussu fór at verða í
framtíðini:
Vóru nøkur líkindi fyri,
at alivinnan kundi aftur fara
at vinda uppá seg aftur?
Og var nakar møguleiki
Skynsamt og spakuliga
Tá Marnar hyggur inn í komandi árið so ivast hann ikki eina løtu í, at tað arbeiðið sum
higartil er gjørt, hevur ikki verið til fánýtis.
- Vit hava nú lagt eitt gott grundarlag fyri framtíðina. Og vit miða tí eftir at seta meiri
laks út á vári komandi ár, sigur hann.
Ætlanin er ikki seta sær ov høg mál beinanvegin, men laga seg eftir tørvinum.
Í fjør settu teir 550.000 smolt út, og ætla at hækka hetta talið spakuliga til 700.000
í 2007.
Teir kundu uttan iva sett meiri út, helst dupult so nógv, men teir ynskja at fara varliga
og skynsamliga fram. Tí verður talið vaksið heldur spakuliga, heldur enn í einum
risalopi.
- Jú, vit síggja ljóst uppá framtíðina. Vit eru allatíðina uppá forkant við menningini,
og eru tí til reiðar til tær avbjóðingarnar sum framtíðin fer at geva okkum.
”
Vit hava nú lagt eitt gott
grundarlag fyri framtíðina. Og
vit miða tí eftir at seta meiri
laks út á vári komandi ár
Alivinna krevur nógva útgerð. Eftir at hava ligið meiri og minni bakk, er nú vend við at koma í
Mynd: Jens Kr. Vang
Fleiri ferðafólk
Ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum veksur støðugt. Í
november fóru 12.541 ferðafólk um flogvøllin, og tað er
13,4% fleiri enn í novembur í fjør, tá ferðafólkatalið var
11.060. Frá januar til november hava195.627 fólk ferðast
um flogvøllin, og tað er 14,8% fleiri enn sama tíðarskeið í
fjør, tá talið var 170.467. Talið á flogførum veksur eisini.
Higartil í ár eru 6.166 flogfør komin og farin ella 18,3%
fleiri enn sama mánaðir í fjør.
Selja ov seint
Tað er alt ov seint at selja fisk kl. 10 fyrrapartin, soleiðis
sum Fiskamarknaður Føroya ger. Tað sigur Birgir Kass á
Faroe Seafood í Grimsby við Vinnuvitan. Hann vísir á, at
viðhvørt verður sølan so drúgv, at hon er ikki liðug fyrr
enn kl. 14, og tað ber í sær, at virkini fáa ikki fiskin fyrr
enn kanska kl. 17, og tá er ov seint at skera fløk, sum skulu
av landinum við einum farmaskipi kl. 20. Sølan eigur at
byrja kl. 6 um morgunin, heldur hann.
Lágt felli og góð vekt tryggja