Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2006 21 vinnusíðurnar fyri at fáa ein líkinda prís fyri tann alda fiskin í út­londum?! Lágt felli – høg vekt Tað vísti seg at menn, ikki minst við hjálp úr Noregi, høvdu hug at fara undir alingina, - og tíbetur fingu teir eisini gongd aftur á hesa vinnuna. Krøvini frá Heilsu­frøði­ ligu Starvsstovuni vórðu somuleiðis herd, so nú var grundarlag veruliga lagt fyri eini menning av hesi vinnuni. Pan Fish Faroes sum arbeiðir á ymsum økjum kring landið, m.a. í Vík og á Veðranesi, avgjørdi at seta smolt út aftur á Oyndarfirði tíðliga á sumri í fjør. Og fyri fáum døgum síðani varð aftur møguleiki at taka alifisk á fjørðinum. Teir kundu samstundis stað­festa, at fellið hevur ver­ ið óvanliga lágt og vektin óvanliga høg. Bíta seg ikki í halan Tá Marnar lítur aftur á brátt farna árið, kann hann bara stutt siga, at hetta hevur verið eitt spennandi ár. Alt arbeiðið við alingini er nógv betri skipað nú, eisini tá talan er um reinføri og hugburðin til arbeiðið. At hetta eisini hevur ver­ ið galdandi hjá Pan Fish gevur Marnar stjóranum í felagnum, Ragnar Joensen sín heiður fyri. Hesin er sera tilvitandi um ta ávirkan sum alingin kann hava á havumhvørvið. Hugburðurin í fyritøkuni er tí so líðandi vorðin hann, at ein alla tíðina skal hugsa um at dálka sum minst. Tað er helst so sum Marn­ ar tekur til: - Tað er eingin orsøk til, at vit skulu skúma fløtan eitt stutt áramál, og so bíta okkum í halan seinni! Minniligur dagur Fyri Pan Fish var tað tí ein søguligur dagur, tá teir aftur kundu fara á fjørðin og taka laks, týsdagin 28. november 2006. Hetta var samstundis fyrstu ferð hetta hendi á Oyndarfirði síðani 2004! - Jú, hetta var ein minni­ ligur dagur, tí hetta var í roynd og veru fyrstu ferð í hesi øldini, at ILA-fríur laksur varð tikin her. - Dagurin var í roynd og veru so mikið søguligur, at sjálvt stjórin var til stað­ ar henda dagin, greiðir Marnar frá. Teir kundu samstundis fegnast um, at fellið var sera lágt, samstundis sum kostn­ aðurin av fram­leiðsluni hev­ ur verið lágur. Fyri teir er hetta ein greið ábending um, at alivinnan á Oyndarfirði er á røttum vegi aftur. ” Tað er eingin orsøk til, at vit skulu skúma fløtan eitt stutt áramál, og so bíta okkum í halan seinni! Fellið hevur verið lágt og vektin góð. Prísin á útlendska marknaðinum fáa teir báðir starvsfelagarnir hjá Pan Fish í Oyndarfirði ikki gjørt so nógv við Mynd: Jens Kr. Vang - Vit síggja ljóst uppá framtíðina, sigur rakstrarleiðarin, Marnar Dam í Oyndarfirði Mynd: Jens Kr. Vang Mærsk og Statoil Statoil og Maersk Contractors hava skrivað undir eina avtalu, sum m. a. ber í sær, at Statoil skal leiga ein boripall frá danska felagnum frá 2008 til 2012. Pallurin er serliga ætlaður til at bora á djúpum vatni og kann bora á 3.000 metra dýpi. Hann er nýggjur, og Statoil skal rinda fýra mia. krónur í leigu fyri hann. Nýggi pallurin er smíðaður í Singapore og hann er tann fyrsti av trimum, sum Maersk Contractors hevur bílagt har. Ov fá flogfør Danska flogfelagið Cimber Air, sum ikki er heilt ókent í Føroyum, hevur havt stórt fall í ferðafólkatalinum á rutuni millum Billund og Kastrup í seinastuni. Bara í november minkaði talið niður í 8.400, sum var heili 40 prosent minni enn í oktober. Jørgen Neilsen, stjóri, ásannar, at tað gongur tann skeiva vegin, og at talið átti at verið tvær ferðir so stórt. Men trupulleikin er, at felagið hevur ov fá flogfør til rutuna, sigur hann. framtíðina