týsdagur 12. desember 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 240 - 12. desember 2006
tíðindi
Umrøða
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Árini 2002-2004 var eg
javnan gestur á Lands
skjalasavninum í samband
við kanningararbeiði í ævi
søguni um Kaj í Hvanna
sundi. Í lesistøvuni komu
javnan fólk, sum ein so
spakuliga lærdi at kenna.
Tað var ikki altíð, at ein kom
í prát beinanvegin. Øll vóru
upptikin av sínum, sótu í
djúpun tonkun leitandi dag
eftir dag. Av hesum fólkum,
sum tá sótu og granskaðu
síggjast bøkur prentaðar í
dag, meðan onnur ikki hava
granskað við útgávu fyri
eyga.
Petur Jacob Sigvardsen,
rithøvundur og Absalon
Absalonsen, rithøvundur
úr Vági vóru báðir javnan
at síggja á lesistovuni, og
teir eru báðir komnir við
útgávum í ár, sum millum
annað eisini byggja á hetta
granskingararbeiði.
Í kvøld siti eg við verkinum
frammanfyri mær: Torvið
í Føroyum. Úrslitið av 25
ára kanningararbeiði og eg
kenni ikki sørt eyðmýkt, at
skriva nøkur orð um hesar
reglur. Eg skrivi av huga,
evnið hevur mín áhuga,
og mær hevur unnast at
fylgja við arbeiðinum hjá
høvundanum seinastu árini,
har vit hava havt mangt
prátið um gransking í sam
band við bókaskriving.
Eg havi kent Petur Jacob
Sigvardsen um ein starvs
felaga við nógv størri
royndum
enn
eg.
Og
hvussu skrivar mann um
eina torvsøgu, her er einki
fordømi, talan er um frum
arbeiði frá fyrsta stavi so
at siga.
Í Oyndarfirði varð sagt
um gjáarmenn, tá íð eg var
smádrongur, at teir vóru so
fjantutir. Gjáarmenn hava
helst sagt okkurt líknandi
um oyndfirðingar sjálvandi,
tí her er ikki talan um
annað enn spegling.. Søgan
um torvið er í hvussu er
ikki nakað fjant. Hon er
ein neyv gjøgnumgongd av
søguni hjá okkara fremstu
fyritreyt fyri lívi í Føroyum
gjøgnum
alla
søguna.
Torvið var fortreytin fyri
at føroyingar kundu fáa
fløva í døgurðapottin, hita í
súpanina, hita í kroppin.
Tá íð eg var smádrongur
í Oyndarfirði fyrst í seksti
árunum var bara ein eftir,
sum skar torv. Tað var John
í Stovuni, sum hevði eina
krógv frammi á Fløtum.
Hann skar torv fram til at
konan doyði í 1965, síðan
gavst hann og primusurin
tók yvir og hitaði henda
einsamalla einkjumann..
Hann doyði í 1976 og átti tá
einasta húsið í Oyndarfirði
uttan
elektrisistet.
Eg
minninst enn hvussu hann
skar, hvussu hann fekk
torvið til høldar og hvussu
hann pyntaði krónna við
gomlum sekkjum oman á.
Torv er í dag søga og
eisini nostalgi, ein syrgin
afturtrá til eina farna tið,
sum ongantíð kemur aftur.
Verkið hjá Petur Jacob
Sigvardsen slær hetta fast
í seinasta bindinum uttan
beinleiðis at siga tað.
Føroyingar nýta í dag 70
ferðir so nógva sum vit
nýttu í árunum 1769-1945
árliga í meðal. Tað vil siga,
at um føroyingar framvegis
nýttu torv, so var einki torv
eftir.
Ein ferð gjøgnum
okkara søgu
Tað er ikki hissini søga
Petur Jacob Sigvardsen
leiðir okkum í gjøgnum í
verkinum. Innihaldsyvir
Uttan torv var
Petur Jacob Sigvardsen leggur bókina fram í Miðlahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang