Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2006 23 tíðindi litið er ræðandi í fyrstu atløgu. Her er talan um 2000 síður av gransking. Talið er ørandi. Eg veit hvat eg tosi um. Sjálvur havi eg lagt góðar 800 síður úr hondum í einum ævisøguverki, sum helst fer at telja millum 1200-1400 síður og eg hugsi við mær sjálvum, hesin gjáarmaður hevur sanniliga hildið høvdið kalt at halda skil á einum so rúgvusmiklum evni. Her er ikki talan um ein eydnuriddara, sum tveitir nakrar síður út á jóla­ marknaðin fyri at skúma nakrar lættvunnar krónur. Her er talan um tilfar, sum er frumkent, loyst úr lagdi, meitla flís fyri flís úr hørðum gróti. Eg blaði og blaði. Notur­ nar eru nógvar, skundi mær aftur um í bókunum fyri at vita hvønn uppruna tær hava. Knappliga 3000 kelduávísingar liggja til grund fyri verkinum. Høv­ undurin leikar við opnum kortum. Her er ikki talan um stuldur. Tú fær greitt at vita hvar høvundurin hevur upplýsingarnar frá. Sum ein annar journalistur er hann farin út í markina at gera samrøður. 121 band­­aðar samrøður eru sáddar gjøgnum verkið og tær hjálpa lesaranum til eina heildarfatan. Her er ikki talan um vanliga før­oyska frásøguháttin, har ein dulnevndur maður hevur sagt við ein annan, sum síðan sigur tað við ein triðja, sum síðan gevur tað víðari. Vit fáa at vita í verkinum hvør tað er sum sigur hvat í flestu førum, og tað styrkir verkið. Hvat er torv? Torv hevur fyri føroyingin verið brenni so langt aftur nakar kann minnast. Og torv er eisini nakað annað. Torv er turk­ aður mógvur og mógvur er plantusøga okkara 8000 ár aftur í tíðina. Mógvur verður gjørdur, har vøkstur veksir skjótari enn følnaði vøksturin rotnar. Mógvur er tað sum er vaksið á slætt­ lendi og í líðum í Føroyum síðan seinasta ístíðin trekti seg aftur fyri 10.000 árum síðan. Hetta lýsir Petur Jacob Sigvardsen greitt og hann sitir ikki og yrkir. Hann nytir fakmenn sum keldu, hann vísir hvat aðrir granskarar hava funnið fram til. Torv er ikki serføroyskt. Nógv torv er eisini at finna í okkara grannalondum og teirra háttur at hagreiða torv minnir nógv um føroyska, hóast frávik eru. Petur Jacob Sigvardsen er djarvur, tá hann lýsir plantusøga okkara gjøgnum torvið. Hann vágar enn long­ur aftur enn 6000 ár. Og hetta er markið bíbli­ an setir fyri aldri jarðar­ innar. Tað eru fólk í Før­ oy­um, sum taka hetta bók­staviliga og eg stoytti á trupulleikan, tá íð eg í ævisøguverkinum um Kaj skrivaði um jarðfrøðiliga upprunan á Svalbard, sum eisini gongur mangar milli­ ónir aftur í tíðina. Eg varð uppringdur um hetta og royndi at verja meg við at hjá Gudi er ein dagur sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur. Eg fekk ikki viðhald av týdningi av tí illa í telefonini. Og menningarlærar fellir eisini saman við skapanarlæruni, tí granskarar eru í dag á einum máli um, at menn­ iskjanmenti sítt ego og flutti seg frá djórahugsan og til mannahugsan fyri umleið 6000 árum síðani, tá ið hon fór at dyrka jørðina og at halda djór annað enn hundar. Petur Jacob Sigvardsen hevur umframt at skriva breiðu torvsøguna, eisini skrivað lokalu torvsøguna fyri alt landið og tað er eitt megnarverk. Seinasta summar var eg í Kalsoynni og ferðaðist. Vit hildu til á Húsum og ein dagin gekk eg mær niðan á Húseið fyri at niðan á syðsta tindin av teimum trimum, sum vit síggja á Kalsoynni úr Oyndarfirði. Alt var ørvísi her uppi og eg mundi ikki kent heimbygd mína aftur úr hesum vinklinum. Her uppi vóru nógvir torvheiðar og fleiri gróthús til torv. Eg hugsaði um torvsøguna hjá Petur Jacob, meðan eg gekk her upp. Næstuferð kann eg hava hana við, og so veit eg um torvsøguna í Kalsoynni ella aðra staðni í landinum við. Eg eri sjálvur ein av keldunum hjá Petur Jacob. Ikki er tað nógv eg sjálvur havi lagt til hesa søgu, okk­ urt smávegis hagan eg eri ættaður. Men høvundurin hevur endurgivið meg so orðarætt og er mín pinku­ lítli partur í verkinum ósannur, so er hann login fyri høvundanum. Nærlagni gongur fram í øllum verkin­ um. Málsliga er verkið gott føroyskt og sýnir trúfesti móti tí málstevnu sum Setrið hevur gingið á odda fyri. Pláss eigur av vera fyri slíkum málburði í einum so ríkum máli sum tí føroyska, eins og pláss eisini eigur at vera fyri máli, sum liggur eitt sindur longur burtur frá og nærri tí gerandisliga, tí máli, sum í dag verður nýtt á mannatungu. Hvat er foroyskt? Her er eitt boð. Føroyskt verður nokk altíð tað málið sum livandi føroyingar tosa, styðjaðir av monnum, sum vilja halda føroyskt á upprunakósini. “Torvið í Føroyum” eig­ ur at vera ein fyrimynd fyri komandi føroyskar sið­ søguskrivarar. Petur Jacob leggur her ein leist, sum ger siðsøgu trúverdiga. Hesin leistur er arbeiðskrevjandi, men hann gevur eisini dygd og søgan er eftirfarandi. Stjørnumyndin Karls­ vogn­urin hevur sjey stjørn­ ur og hesar mala kring Norðstjørnuna. Tær hava malið langt áðrenn nakar mógvur var í Føroyum og tær eru tigandi vitni til hvussu teir fyrstu før­ oying­arnir bú­leikaðust og hvussu mógvurin vaks øldir­nar undan, teim­um til hita. Eg takki Petur Jacob Sigvardsen fyri verkið og gevir honum fullan Karls­ vogn, minni kann ikki talan vera um. einki lív Á Oknadali í Vágum skóru sandavágsmenn torv Mynd: úr bókini »Torvið í Føroyum«