týsdagur 12. desember 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 240 - 12. desember 2006
Marknaðarrák
Hósdagin í farnu viku hevði evropiski miðbankin,
ECB, rentufund. Stutta rentan varð hækkað úr
3,25% til 3,50%. Hetta var sættu ferð síðan
desember í fjør, at rentan varð hækkað við
0,25%-stigum. Íleggjarar høvdu væntað hetta,
og tað var tí tíðindafundurin, sum var mest
áhugaverdur. Har varð sum vant sitið undir
hvørjum orði frá stjóranum, Trichet, og hann
vandaði sær sum vant eisini um orðini. Til dømis
varð tað mett sum týdningarmikið, at Trichet
ikki beinleiðis segði, at rentan fer at hækka meir.
Hinvegin varð eisini stórur dentur lagdur á, at
Trichet segði, at miðbankin fer at fylgja sera
væl við gongdini í prísvøkstrinum. Sum heild
tulkaði marknaðurin hetta, sum at miðbankin fer
at hækka rentuna aftur í 1. ársfjórðingi av 2007.
Hetta fekk lánsbrævarentur at hækka eitt sindur,
og partabrøv endaðu dagin óbroytt.
Lánsbrævarentur støðugar
Rentuhækkingin frá ECB varð væntað av
marknaðinum, og var tí longu innroknað í
lánsbrævarenturnar. 10-ára rentan flutti seg lítið
í farnu viku. Hon er nú 3,74%, og 1-árs rentan
er 4,07%.
Bíða eftir tíðindum frá D/S Torm
Fyri tveimum viku síðan kungjørdi størsti
partaeigarin í fragtreiðarínum D/S Torm, Beltest,
at tey tær komandi tvær vikurnar fóru at leita
eftir møguligum keyparum av Torm. Mánadagin
var farið um evstamark og tí verður spennandi
at hoyra frá teimum um, hvussu gongst við
málinum. Um eingin tíðindi skjótt verða borin
fram, kann kursurin væntast at lækka nakað
aftur, hóast kursurin er lækkaður 10% frá stóru
hækkingini upp á 30% næstseinastu viku, tá
tíðindini fyrst frættust.
Hesa vikuna
Tað verður ikki jólafriður á marknaðunum enn.
Hesa vikuna verður dentur lagdur á rentufundin
hjá amerikanska tjóðbankanum, og prísvøksturin
haðani. Eisini verður dollarin framhaldandi í
andgletti.
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
ECB hækkaði rentuna í 3,50%
Vika 50
Nýggj bók
um leikaramenning
Fótbóltssamband
Føroya
www.fsf.fo
Fótbóltssamband Føroya gevur í hesum døgum út
nýggja frálærubók í leikaramenning. Bókin fæst í
bókabúðum, á Shell-støðum og hjá FK í vikuni.
Rithøvundar eru Jógvan Martin Olsen og Johan
Nielsen, sum báðir hava drúgvar royndir innan
venjing og leikaramenning.
Bókin verður løgd fram í Miðlahúsinum
mikudagin, 13. desember 2006 kl. 16.30.