Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2006 25 T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Kunngerð Almennu býráðsfundirnir hjá Tvøroyrar Býráð fyri 2007 eru ásettir til at verða: 12/1, 5/2, 5/3, 2/4, 7/5, 4/6, 3/9, 1/10, 5/11 og 3/12 lýsingar Á TIMBURDEILDINI eru tvey størv sum faklærarar leys ! - Av tí at virksemið á timburdeildini økist, sóknast vit eftir einum dugnaligum faklærara til fast fulltíðarstarv. - Av tí at ein av okkara lærarum fer í farloyvi, sóknast vit eftir einum dugnaligum faklærara til tíðaravmarkað fulltíðarstarv í 2 ár. Vit vænta: - at tú hevur sveinabræv sum húsasmiður. - at tú hevur eina framhaldandi útbúgving. - at tú hevur hollan og dagførdan kunnleika innan byggiøkið. - at tú hevur viðkomandi starvsroyndir. - at tú dugir nakað av støddfrøði. - at tú hevur teldukunnleika. - at tú dugir væl at arbeiða við ungdómi. Vit bjóða: - eitt spennandi og avbjóðandi starv saman við royndum starvsfeløgum. - møguleika fyri dagføring og eftirútbúgving innan økið. - løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Tú: - kanst venda tær til Sigurd Vatnhamar, leiðandi lærara, á timburdeildini tlf. 521106, um tú vilt vita meiri um starvið. - skal senda okkum tína umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir innan 3. jan. 2007 til Tekniska Skúlan í Tórshavn, Postboks 3239, 110 Tórshavn. Størvini, sum umfata undirvísing av bæði húsasmiðum og snikkarum, skulu setast ávikavíst 1. februar og 15. februar 2007. Til fasta starvið eru fyrstu 2 árini royndartíð, har tú, sum settur verður í starv, má vera til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður seg námsfrøðiliga ella aðra førleikagevandi útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur í fast starv. _____________________________________________________________________________ Timburdeildin á Tekniska Skúlanun í Tórshavn tekur sær av undirvísing av húsasmiðju- og snikkaralærlingum og SIT- næmingum. Eisini undirvísa lærararnir á eftirútbúgvingarskeiðum og teimum víðari útbúgvingum, sum skúlin hevur. Á deildini starvast 8 lærarar og ein verkvørður. Lesið Sosialin - so eru tit við