Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 240 - 12. desember 2006 Pedagogur Vit søkja eftir 1 pedagogi Søkt verður eftir einum pedagogi 35 tímar um vikuna, at byrja 1. februar ella eftir nærri avtalu. Á stovuni eru 17 børn í aldrinum 3-5 ár. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur. Børnini eru í aldrinum 3-7 ár. Í okkara arbeiði leggja vit dent á: • Trivnaðin • Opinleika • Samarbeiði Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni • Er røkin, nærlagdur og álítandi • Er nýhugsandi og ígongdsetandi • Heldur tað verða spennandi og mennandi Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við leiðaran Elsebet Bolstad, tlf. 31 78 78. Umsókn við avrita av prógvi og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 5. januar 2007. Leiðari til Látipípuna 350 Vestmanna Søkt verður eftir leiðara til Látipípuna í Vestmanna at arbeiða 40 tímar um vikuna. Umsøkjarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Látipípan er ein stovnur við 20 útibarnagarðsbørn­ um í aldrinum 5­7 ár og frítíðarstovu við 25 børnum í 1. og 2. flokki. 8 starvsfólk eru tilsamans í Látipípuni. Útibarnagarðurin er í Miðalsbrekku í vøkrum nátt­ úruumhvørvi millum Hórðará og Gjógvará ­ tætt við hagan. Í útibarnagarðinum leggja vit dent á: • gott foreldrasamstarv • virðing fyri tí einstaka barninum • upplivingar úti í náttúruni • at búgva børnini til at fara í skúla Frítíðarstovan heldur til í einum sethúsum Inni á Fjørð ­ tætt við Fossá, fjøruna og sandin. Í frítíðarstovuni leggja vit dent á: • gott foreldrasamstarv • virðing fyri tí einstaka barninum • upplivingar saman við javnaldrum • læra tey at virða hvønn annan • hava tað stuttligt saman Leiðararnir í Vestmanna eru í einum leiðarabólki saman við leiðarum úr Suðuroynni, Sandoynni, Vágoynni og Kvívík. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog­ felag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelag Føroya. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Maluna Stórá, leiðara, á tlf. 230145 elle t­posti: ms@vestmanna.fo Skrivlig umsókn við prógvi og møguligum við­ mælum verður at senda til Vestmanna Kommunu í seinasta lagi mánadagin 16.01.2007, kl. 12:00. Vit bíða gjarna eftir rætta umsøkjaranum! Vestmanna Kommuna Hús til sølu Hús til sølu, um hóskandi boð fæst. Tlf. 21 79 78 Elektrikari til SEV Ert tú útbúgvin elektrikari? Hevur tú evnir og áræði at seta teg inn í framkomna tøkni? Klárar tú at arbeiða undir trýsti í avmarkaða tíð? Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt og taka røttu avgerðina tá ið á stendur? Kundi tú hugsað tær eitt starv sum elektrikari á størsta elverkinum í landinum? Svarar tú ja til hesar spurningar, er tað kanska brúk fyri tær á veikstreyms- og teknikkdeildini hjá SEV. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av eltekniska útbúnaðinum á elverkunum og koblingsstøðum kring landið. Tann ið settur verður fer at verða knýttur at Sundsverkinum. Sjálvandi hevur tú góð samstarvsevnir, og dugir at málbera teg bæði í skrift og talu á føroyskum og donskum. Tú hevur fyrimun um tú: • Kennir nakað til PLC og stýringar sum heild. • Kennir til instrumentering og mátiteknikk. • Dugir at fáast við teldu. • Er næmur, vælgerandi og álítandi. Um tú hevur førleikarnar kunnu vit bjóða tær: • Eitt sera fjølbroytt arbeiði, har tú til tíðir fer at arbeiða sjálvstøðugt • Eitt arbeiði sum tú sjálvur er við til at tilrættaleggja. • Møguleika fyri bæði persónligari og fakligari menning. • Eitt gott arbeiðsumhvørvi har álit og hjálpsemi er ein dygd. Lønin: Lønin er grundað á handverkaraløn við einum ískoyti upp á 8% umroknað til eina fasta mánaðarløn. Elfelagið SEV: Felagið, tú fer at arbeiða hjá, er interkommunala Elfelagið SEV, sum tekur sær av at streymveita allar Føroyar frá og við elframleiðsluni og til endaliga brúkaran. SEV hevur uml. 150 fólk í starvi, og á deildini har tú fer at arbeiða, eru frammanundan 3 verkfrøðingar og 3 elmontørar. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Terja Nielsen, deildarverkfrøðing ella Finn Jakobsen, deildarstjóra á telefon 346800. Umsóknir skulu saman við avritum av prógvum og møguligum ummælum sendast Elfelagnum SEV, postrúm 319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi 2. januar 2007. Tórshavn, tann 5. december 2006 Elfelagið Ein av kundum okkara ynskir at selja virkið heilt ella partvíst. Tað snýr seg um eina spennandi handilsfyritøku í meginøkinum. Fyrst og fremst verður hugsað um ein íleggjara, sum bæði hevur áhugað í at gerast partaeigari, og sum kanska hevur áhuga í at innganga í arbeiðið í fyritøkuni. Men talan kann eisini verða um yvirtøku av øllum virkinum beinanveg ella so við og við. Meira fæst at vita við at venda sær til Grannskoð­ arastovuna á Skála, og tosa við Páll Højgaard. Sp/f. Grannskoðarastovan á Skála Tlf. 441 666 • Fax. 448 871 Teldupostur: pall@grannskodarastovan.fo Fyritøka til sølu lýsingar