mikudagur 13. desember 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 241 - 13. desember 2006
tíðindi
Maskinistur Maskinmeistari Skipari Skipsførari
KREA.FO . TEL 47 80 80
Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . vh@vh.fo . www.vh.fo
Maskinmeistari
Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjøl-
broytta og hægsta tekniska yrkisútbúgv-
ing, sum kann takast í Føroyum. Útbúgv-
ingin gevur sera stórar møguleikar bæði á
sjógvi og landi, líka mikið um tað er í Før-
oyum ella úti í heimi. Maskinmeistaraút-
búgvingin gevur eisini møguleikar fyri at
blíva elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni eru
maskinmeistarar størsti einstaki yrkis-
bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár.
Upptøka til maskinmeistaraútbúgvingina er
tvær ferðir um árið. Byrjar aftur í januar 2007.
Maskinistur
Maskinistútbúgvingin gevur møguleikar
fyri at vera maskinstjóri á flestu veiðufør-
um, sum fiska á føroyskum sjóøki.
Útbúgvingin gevur t.d. eisini rætt til at vera
maskinstjóri á skipum við maskinorku upp
til 3000 kW í altjóða sigling. Útbúgvingin
tekur 9 mðr.
Upptøka til maskinistútbúgvingina er eina
ferð um árið og byrjar aftur í august 2007.
Skipari
Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar
útbúgvingar til skipara og skipsførara,
sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og
landi um allan heim. Sum skipari kanst tú
føra øll fiskiskip um allan heim, eins og
farmaskip upp til 3.000 tons.
Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár.
Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú fara
beinleiðis til skipsførara.
Skipsførari
Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans 3
ár. 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálvár til
skipsførara. Sum skipsførari kanst tú føra
øll skip á øllum høvum.
Upptøka til skipara- og skipsførara-
útbúgvingarnar er tvær ferðir um
árið og byrjar aftur í januar 2007.
Maskinist- og maskinmeist-
ara-, skipara og skips-
føraraútbúgvingarnar eru
moduluppbygdar.
Spennandi útbúgvingar
- eitt hav av vinnumøguleikum
Nýtt skúlaár byrjar 3. januar 2007
Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til
fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstýrelsen og IMO.
Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella
skipsførari ? Set teg í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar
um upptøkutreytir og lesturin saman við umsóknarblaði.
Umsóknirnar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 18. desember 2006.
Umsóknarblað kann heintast á heimasíðu okkara
Sunnudagin fekk
Marita Dalsgaard
20.000 krónur í virð
isløn frá Skuespiller
foreningen av 1879.
Hetta er ein stórur
heiður at fáa í Dan
mark og Marita er
ovurfegin
SJÓNLEIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Sunnudagin fekk Marita
Dalsgaard handað eitt legat
áljóðandi 20.000 krónur. Tað
er Skuespillerforeningen af
1879 sum letur legatið.
Skuespillerforeningen af
1879 er eitt slag av einum
fakfelag hjá sjónleikarunum í
Danmark, og flest allir dansk
ir sjónleikarar eru limir har.
Tí verða legatini, sum Skue
spillerforeningen af 1879
nógv vird, og legatið, sum
Marita Dalsgaard fekk sunnu
dagin er millum tey størstu,
ið verða latin. Tað eru ungir
og evnaríkir sjónleikarar,
ið flest øll legatini verða
latin til, og peningaliga
fekk Marita Dalsgaard tað
størsta legatið, sum er upp
á 20.000 krónur og eitur
Georg Philipp-legatið.
Segði bara takk
Marita fekk hetta handað
til samkomu har 200 sjón
leikarar vóru savnaðir. Og
hóast Marita nakrar dagar
framman undan hevði fingið
fráboðanina við postinum,
um at hon fekk eitt legat, so
var hon so at siga málleys,
tá hon tók ímóti tí.
– Eg var bæði smæðin og
skelkað alt um eina leið, so
eg segði bara takk, meðan
fleiri av hinum, ið fingu
legat, hildu langar takkar
talur, sigur Marita Dalsgaard
úr telefonini á einum hotell
kamarið í Odense.
Hon er á turné í hesum
døgum og spældi bæði í gjár,
skal spæla í dag og í morgin,
men fríggjadagin er hon so
liðug.
– Tá fari eg so heim til
børn og mann at halda jól, og
tað gleði eg meg til, flennir
Marita niður í hornið.
Jólafrítíðin hon nú fær er
bæði uppiborin og tiltrongd.
Marita hevur havt eitt
strævna skrá seinastu tíðina,
og komandi árið er fult av
avbjóðingum, sum bíða
eftir henni. Her í millum ein
møgulig ferð til Føroya við
sjónleikinum “Marie – en lid
enskablig historie”, og eisini
ein vitjan í Skt. Pæturborg
við einum øðrum leiki.
Við í skjáttuni tá, hevur
Marita Dalsgaard eitt legat
frá heimsins elsta felagsskapi
fyri sjónleikarar, sum Skue
spillerforeningen af 1879 er.
Stór og rósandi orð
Gunvor Reystberg er næst
formaður í Skuespillerfor
eningen af 1879, og hana
spurdu vit hvørjar grund
gevingarnar vóru, fyri at lata
Maritu 20.000 við Georg
Philipp-legatium.
– Marita vísti longu áðrenn
hon fór á sjónleikaraskúla,
at hon hevði stór evni.
Tað gjørdi hon við sínum
leikluti í filminum “Kun
en pige”. Á skúlanum vísti
hon hvuss u sterk hon er, og
hvuss u góður samskipari og
stigtakari hon er. Og tað er
hon framvegis.
– Marita stríðist, hon er
serlig og hon er ein høg og
flott kvinna, og allir hesir
lutir hava gjørt, at hon nú
hevur fingið Georg Philipp-
legatið, sigur Gunvor Reyst
berg, næstformaður í Skue
spillerforeningen af 1879.
Stór viðurkenning
til Maritu Dalsgaard
í Danmark