mikudagur 13. desember 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 13. desember 2006
7
tíðindi
17 fyri, 13 ímóti og
1 blonk atkvøða.
Tað var úrslitið av
atkvøðugreiðsluni,
um at fáa “kynsliga
orientering” skoytta
upp í grein 266 b í
revsilógini. Fleiri
fegnaðust, onnur
ilskaðust, men løg
tingsformaðurin var
ikki í iva: – Hetta er
ein sigur fyri Føroya
land, segði hann
POLITIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað vórðu ikki søgd mong
orð, tá onnur viðgerð av mál
inum, um at fáa grein 266b í
revsilógina víðkaða soleiðis,
at hon eisini nevnir sam
kynd. At “kynslig orienter
ing” verður løgd skoytt upp
í núverandi lóg. Menn og
kvinnur lótu knøttin tala.
17 atkvøður vóru fyri. 13
atkvøður ímóti. 1 atkvøddi
blankt og ein tinglimur var
ikki til staðar.
Av
teimum
17,
ið
atkvøddu fyri uppskotinum
vóru tríggjar “nýggjar” at
kvøður. Páll á Reynatúgvu,
Olav Enomoto og Edmund
Joensen hava all ir flutt seg,
frá tí teir seinast uppskotið
var fyri atkvøddu ímóti, til
teir í dag atkvøddu fyri upp
skotinum.
Sverre Midjord atkvøddi
blankt í dag, og Heðin Zach
ariassen var ikki til staðar.
Tá
atkvøðugreiðslan
var liðug í tinginum í dag,
fekk
Sosialurin
hálað
løgtingsformannin, Edmund
Joensen, til síðis og spurt hann
um hansara viðmerking.
– Eg kann svara stutt og
greitt, at hetta er ein sigur
fyri Føroya land og ein sig
ur fyri tolsemi, segði løg
tingsformaðurin og smílt ist.
Cloer
kaffimaskina
Svørt / rustfrítt stál
Heldur kaffi heitt
Kompakt design
Glaskanna til 12 koppar
einans 398
remington
hárklippari
Keramik klippari
– skal ikki oljerast
Nógv eyka tilhoyr
Verður latið í
aluminium kufferti
einans 498
Dyson
dustsúgvari
Ongantíð aftur nýtist tú at
skifta posa. Missur onga
súgvukraft tá tú sýgur.
Gummibeløgd hjól.
Teleskop rør
einans 2.998
PhiliPs
hárklippari
Rustfrítt stálblað.
Nógv eyka tilhoyr.
Lætt vekt design.
einans 248
Beurer pulsur
Kann vísa minsta og hægsta
puls. Kaloriuforbrenning.
Stoppur.
einans 398
Á Hjalla · Tel 31 54 15
Jólagávuhugskot
frá Damor
Finnur Helmsdal
hevur ikki hug
at leypa framav,
nú úrslitið av
atkvøðugreiðsluni
talar fyri, at uppskot
hansara kemur
í gjøgnum, og at
samkynd verða
vard av grein 266b
í revsilógini. Hann
viðgongur tó, at hann
er bjartskygdur til
triðju viðgerð
POLITIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Vit mugu minnast til, at
hetta bert er onnur viðgerð av
uppskotinum, svaraði Finnur
Helmsdal, tá eg spurdi hann,
hvussu hann sá upp á úrslitið
av atkvøðugreiðsluni.
Hann hevur á ongan hátt
hug at leypa framav, hóast
nógv bendir á, at uppskotið
hjá honum og Annitu á
Fríðriksmørk fer at verða
samtykt.
– Eg fari ikki at kanna
mær bitan áðrenn hann er
svølgdur. Men eg havi hug at
siga, at rættarnevndin hevur
verið fari, og báðir partar
hava gjørt eitt gott arbeiði,
segði Finnur Helmsdal við
Sosialin í tinginum í dag.
Finnur Helmsdal hevur
serliga hug at nevna Poul
Michelsen, sum eisini var
ein partur av rættarnevnd
Løgtingsins.
– Poul Michelsen haldi
eg hevur gjørt eitt sera gott
arbeiði í hesum málinum.
Spurdur um, hvussu hann
metir útlitini vera, fyri at
uppskotið verður samtykt
til triðju viðgerð, svarar
Finnur Helmsdal, at hann
er bjartskygdur. Men hann
er tó skjótur at leggja aftrat,
at hann als ikki tekur nakað
fyri givið.
– Vit hava áður sæð, at
uppskot, sum eru samtykt til
aðru viðgerð, verða feld til
triðju viðgerð, vísir Finnur
Helmsdal á.
Tað metir Bill
Justinussen úrslitið av
atkvøðugreiðsluni í
dag er, og hann heldur
ikki at útlitini fyri, at
uppskotið verður felt
til triðju viðgerð, eru
góð
POLITIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var ikki torført at lesa av,
hvat Bill Justinussen helt um
úrslitið av atkvøðugreiðsluni
í tinginum í dag.
– Hetta var ein ósigur fyri
Føroyar. Hetta brýtur ryggin
í øll um teimum virðum og
viðurskiftum, ið samfelag
okkara hevur bygt á, segði
Bill Justinussen, tá vit í
tinginum spurdu hann um
eina viðmerking.
Bill Justinussen sigur, at
nakrir tingmenn eftir hansara
tykki hava verið alt ov lættir
at ávirka.
– Fleiri tingmenn hava
latið seg boygt av aggress
ivum fólkum frá “JA-síð
uni”, og hava ikki torað at
staðið ímóti, heldur Bill
Justinussen.
Bill Justinussen vísir á, at
nakrir tingmenn hava handl
að desperat, og ikki hava
verið greiðir yvir, hvat tað
er teir hava atkvøtt fyri.
– Tað er nakrir, sum hava
misskilt hetta og atkvøtt
fyri, bara fyri at fáa frið.
Men hyggja vit at hinum
Norðurlondunum, sum vit
dáma so væl at samanbera
okkum við, so vísir tað hjá
teimum, at hetta uppskotið
ikki gevur nakran frið, sigur
Bill Justinussen.
– Ein sigur fyri Føroya land
4300 fólk ímóti
Dánjal Petersen úr Koll afirði hevur seinastu tíðina savnað
ikki minni enn 4300 undirskriftir frá fólkum, sum øll eru
ímóti at “kynslig orientering” verður skoytt uppí grein
266b í revsilógini.
– Er tað ikki flott av einum manni, spurdi hann skemt
andi, tá vit hittu hann uttan fyri løgtingið, beint undan at
tingmanningin fór at atkvøða um hetta sama evni. Stutt
framman undan hevði hann handað undirskriftirnar inni í
tinginum, og vit spurdu Dánjal Petersen hvat hann roknaði
við, at úrslitið fór at vera í dag.
– Eg tori ikki at siga tað við vissu, men eg rokni við at
uppskotið fell ur við einum teprum meiriluta, var hansara
meting.
Tað var so ikki støðan í dag, men møguliga fær Dánjal
Petersen rætt til triðju viðgerð.
Finnur er bjartskygdur
Ein ósigur
fyri Føroyar
Í tingsalinum vóru tað bara Jóannes Eidesgaard og Jógvan á
Lakjuni, sum tóku orðið, men eftir atkvøðugreiðsluna kjakaðust
mótpolarnir Bill Justinussen og Finnur Helmsdal
Myndir: Álvur Haraldsen
– Hetta er ein sigur fyri Føroyaland og tolsemi, sigur Edmund
Mynd: Álvur Haraldsen