Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 241 - 13. desember 2006 tíðindi Eivind Petersen í Oyndarfirði hevur handlað alt sítt lív. Hann kann støðugt fegnast um áhugan hjá bygdarfólkinum fyri handlinum. - Herinni fær ein altíð eitt gott prát, sigur ein av mongu kundum hansara Handilslív Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyndarfjørður: Flestu fólkini í bygdini vita ikki um annað, enn at tey ikki hava havt fyri neyðini at fara av bygdini til handils. Handilin hjá Eivindi Petersen er rótfestur her mið­skeiðis í bygdini. Hon­ um sleppur ein nærum ikki undan. Her fær ein allar tær vanligu vørurnar til húsar­ haldið. Hóast bygdin ikki telist millum tær størstu, er kortini líkt til at fólk eru fegin um henda møguleikan at fara til handils. Tá vit vitjaðu í Oyndarfirði ein regntungan dag fyrr í mánaðinum var fólk inni og keypti alla tíðina - bæði yngri, tilkomin og eldri. Millum hesi var Edith Poulsen úr Oyndarfirði. Hon hevur sína trúføstu gongd her í handlinum. - Ja, eg eri her hvønn dag. Her fái eg tað, sum eg havi brúk fyri, sigur hon. Sosialt aspekt Edith er onga løtu í iva um hvønn týdning tað hev­ ur, at ein handil er í heim­ bygdini. - Tað er virkiliga deiligt at kunna fara til handils her, sigur hon. Umframt tað, at hon og hini bygdarfólkini her fáa keypt tær vanligu vørurnar til húsarhaldið, hevur hand­ ilin eisini ein heilt annan týdning fyri tey - tað sosiala aspektið. Edith er nevniliga sjáldan einsamøll í handlinum, tá hon keypir inn. - Herinn kemur ein fyrst og fremst fyri at keypa. - Men samstundis møtir ein øðrum fólki, og vit fáa altíð eitt gott prát saman, greiðir Edith frá. Um ikki annað, so er Eivind hand­ ilsmaður altíð at tosa við. Fleiri ferðir um dagin Handilin hjá Eivindi er einasti handilin í bygdini og í ”miles omkreds”. Tí er hann álitið hjá Edith, tá hon hevur tørv á ymiskum vørum. Her kann talan vera um vørur, sum hon sjálv hevur brúk fyri í sínum egna húsar­ haldi, ella um vørur hon keypir fyri tey fólkini, sum hon arbeiðir hjá í starvi sínum innan Heimarøktina. Tað er tí næstan ikki dagur at hon ikki er í handlinum og keypir frá Eivindi. - Serliga ofta eri eg her, ta vikuna eg eri til arbeiðis. Tá kann tað gott henda, at eg eri her fleiri ferðir um dagin, sigur Edith. Døgurði og drekkamuður Henda dagin vit vitjaðu í Oyndarfirði merktu við­ skifta­fólkini í handlinum eisini, hvør høgtíð stendur fyri framman. Handilin og vindeyguni vóru vakurt prýdd við ymisk­um jólaprýði, og tað var ikki frítt, at nógv góð jóla­gávuhugskot vóru at velja millum. Tað var kortini ikki jóla­ gávur, sum Edith legði á diskin hjá Eivindi henda dagin. - Eg eri til arbeiðis í morg­ un, og havi keypt inn fyri ein brúkara. - Eg havi keypt honum ein pakka av saltkjøti til døgurða, og haraftrat kleyn­ ur til ein drekkamunn og so rugbreyð, sigur Edith. Hon skundar sær at koyra vørurnar í ein posa. Edith veit, at hesin eini brúkarin bíðar eftir henni. Men hon veit eisini, at hon eftir øllum at døma fer aftur til handils seinni í dag! Lítil handil við stórum úrvali Tætt uppá Oyndfirðingar hava verið hepnir, teir sum hava havt handil í heimbygdini. Aðrastaðni kring landið - bæði á Viðareiði, Klaksvík og helst aðrastaðni við - hoyrir ein um at matvøruhandlar gevast ella umhugsa tað. Orsøkirnar til hetta kunnu vera so mangar, - annaðhvørt tí tað ikki lønar seg fíggjarliga, ella tí at fólkini eru fyriløgst av handilslívinum. Sjálv vónar Edith ikki at tann dagur upprennur, at oyndfirðingar mugu av bygdini um teir skulu til handils. - Alt verður truplari, tá ein ikki hevur ein handil tætt uppá. Sum nú er, sleppi eg jú undan at fara aðrastaðni at keypa, sigur hon. Edith Poulsen arbeiðir sum heimahjálp og er ofta og keypir fyri brúkararnar. Hjá Eivindi fær ein allar vørur til húsarhaldið - og altíð eitt gott prát Mynd: Jens Kr. Vang ” Eg havi keypt honum ein pakka av saltkjøti til døgurða, og haraftrat kleynur til ein drekkamunn og so rugbreyð