Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 13. desember 2006 9 Av tí, at vit ikki fingu orð á tríggjar skúlastjórar, tá vit ringdu til skúlarnar í gjár um úrslitið av Pisa- undankanningini, skulu vit siga frá, at teir tríggir lógu á ávikavist 417 stigum til Skúlan á Giljanesi, 377 til Tvøroyrar Skúla og 390 til Meginskúlan á Sandi. Útbúgving Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Úrslitið av Pisa-undan­kann­ ingini hjá einstøku skúl­ unum hevur sjálvsagt stóran áhuga millum fólk. Nú hava vit fingið orð á allar skúlastjórarnar og yvirlitið er so gott sum fullfíggjað. Teir lógu soleiðis í yvir­ litinum, at Skúlan á Gilja­ nesi fekk 417 stig, 377 til Tvøroyrar Skúla og 390 til Meginskúlan á Sandi. Veiku trongja hjálp Sambært Hans Jørgensen, skúlastjóra, hevur undan­ kanningin givið teimum nak­að at hugsa um og onkrar ábendingar um, hvussu vit kunnu gera okk­ ara skúlaverk enn betri. - Hóast vit fingu 417 stig og sostatt liggja nummar trý í yvirlitinum, er tað kortini ikki nóg mikið og fara vit tí at gera okkara til at fáa enn betri úrslit. Vit hava gott tilfeingi at arbeiða við, og vit hava góðar lærarakreftir at gera góðskingararbeiðið, men enn vænta møguleikarnir at gera fulla nyttu av hesum, sigur Hans Jørgensen. Hann vísir á, at nakað av tí týdningarmesta er at bøta um møguleikarnar hjá teimum bókliga og sosialt veiku í skúlanum. - Hesi hava í flestu førum eitt ringt lív í føroyska fólkaskúlanum, og tey eru í flestum førum til ómetaligan ampa fyri undirvísingina, sigur hann og greiðir víðari frá, at ætlanin um skúlan fyri øll er framúr, men sum so mangt annað gott, so rakk fyrireikingin og neyðugu játtanirnar ikki til føgru orðini. - Óansæð uppskot og grýtuklárar loysnir, so fáa vit ongantíð ein góðan skúla í hesum landi, fyrr enn tey veikastu - tey sum ikki makta núverandi avbjóðingar í skúlanum fakliga og sosialt - fáa tað gott. Tá tað málið er rokkið, liggur heimurin opin fyri heimsins besta skúla, tí vit hava lærarakreftir at taka sær av fakligu læringini, bara teir fáa møguleikarnar til tað. Frá øðrum skúlum Martin Eidesgaard, skúla­ stjóri í Tvøroyrar Skúla, sigur, at 377 stig sjálvsagt ikki er nógv gott, og at tey lógu nakað omanfyri 400 stig í støddfrøði, umleið 380 í lesing og at tað vóru náttúrulærugreinirnar, sum drógu nógv niður, eftirsum at úrslitið í teimum var 330. - Sum í so nógvum øðrum skúlum taka vit eisini ímóti næmingum, sum hava ging­ ið í barnaskúla aðra­staðni. Hetta kann hava ávirkan á úrslitið, og gevur okkum lítlar møguleikar at broyta, eitt nú innskúlingina hjá teimum, sigur hann. Vit royndu eisini at fáa orð á Elnu Skylv Hansen, sum er nýliga settur stjóri á Meginskúlanum á Sandi. Av tí, at hon er á skeiði í hesum døgum, fingu vit orð á ein lærara, sum upplýsti okkum, at skúlin fekk umleið 390 stig í undan­kanningini. Endamálið við hesum við­ merkingum er ikki at øsa støðuna á Føðideildini enn meiri, men bert at átala okkara fyrrverandi leiðara, Anniku Hoydal, fyri at koma við so niðrandi út­meldingum um okkara dag­liga arbeiði á deildini. Sjálvandi fær Annika Hoy­ dal tí væntaðu reak­tiónina frá sínum starvsfólki, antin í fjøl­miðlum ella á arbeiðs­ pláss­inum, tí hon nú eftir­ fylgjandi stingur helvtina av sínum starvsbólki knívin í ryggin, við ákærum, sum eru fullkomiliga vitleysar. Vit hava nú havt eina felagsleiðslu í 1 1/2 ár, og tað er sjón fyri søgn, hvussu tað hevur gingið. Tað eru heilt vist fleiri ym­iskar orsøkir til, at hesin bygnaðurin á deildini ikki hevði lív lagað. Annika Hoydal varð sett sum leiðari á deildini fyri 1 1/2 ári síðan, meðan táverandi leiðarin noyddist frá. Annika Hoydal hevur sostatt verið deildarleiðari bæði fyri ljósmøðurnar og sjúkrarøktarfrøðingarnar alt hetta tíðarskeiðið, og hevur sostatt kunnað gjørt sín hugburð galdandi á deild­ini. Tað, sum tí undrar og harmar okkum er, at okkara deildarleiðari eftirfylgjandi ákærir tí bólkinum, sum eitur sjúkrarøktarfrøðingar á Føðideildini fyri, m.a. at vit við okkara arbeiðshátti, máa sjálvsálitið hjá mamm­ uni burtur. Hesar skuld­ setingar meta vit at vera so mikið grovar, at vit ikki kunnu hava hesar sitandi á okkum og meina tí at hesin framferðarhátturin hjá okkara fyrrverandi leið­ ara Anniku Hoydal er átalu­ verdur. Sjúkrarøktarstarvsfólkið á Føðideildini Viðmerkingar til blaðgrein við Anniku Hoydal, ljósmóðir í Sosialinum 6. desember 2006 Hetta eru stigini, sum skúlarnir fingu Kommunuskúlin 423 Venjingarskúlin 419 Skúlin á Giljanesi 417 Tofta Skúli 415 Argja Skúli 415 Vestmanna 415 Fuglafjarðar skúli 407 Runavíkar skúli 407 Felagsskúlin á Oyrarbakka í miðjuni Eysturskúlin í miðjuni Vágs Skúli í miðjuni Meginskúlin á Sandi 390 Stranda Skúli 387 (segði seg liggja 5. niðast) Klaksvík Skúlin á Ziskatrø 387 Tvøroyrar Skúli 377 Sørvágs Skúli 370 Klaksvík Skúlin við Ósánna vil onki upplýsa Sambært útvarpinum var lægsta talið 337 FAKTA Pisa-yvirlitið fullfíggjað Elvita elketil Tekur 1,7 l. Fjalt hitalikam Kann halda vatnið heitt Einans 298 MElissa baðivekt Elektroniskan LCD skíggja. Maks 150 kg. Sløknar sjálv. Einans 148 REMington slættijarn Proffessionelt slættijarn Keramik og teflon belagdar plátur. Hitin kann justerast Einans 398 MElissa oyra og nøs trimmari Lætt og effektivt at fjerna hár við (nøs, oyrir og eygnabrýn). Roterandi rustfríur stál skerari Skerihøvd ið kann takast av Einans 48 Á Hjalla · Tel 31 54 15 Jólagávuhugskot frá Damor