mikudagur 13. desember 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 241 - 13. desember 2006
Føroya Løgting samtykti fyrrapartin søguliga lógar
broyting. Ein meiriluti av tingmanningini tók undir
við uppskoti um at víðka grein 266 B í revsilógini til
eisini at umfata seksuella orientering. Hetta er sum
tingformaðurin sigur við Sosialin í dag - ein sigur
fyri Føroyar og fyri tolsemið.
Tað eru fá mál í føroyskum politikki, ið hava fingið
so nógva umrøðu, og sjáldan hava so mong brúkt
sín demokratiska rætt at siga sína hugsan. Og frá
báðum síðum tvs. teimum, sum hava verið fyri at
verja tey samkyndu í revsilógini, og teimum, sum
hava verið ímóti. Málið hevur eisini vakt miklan
ans í okkara grannalondum, hartað hevur verið
funnist at royndunum hjá føroyskum politikarum at
forða lógaruppskotinum, ið skal geva samskyndum
rættarverju, verða hesi hartað ella niðurgjørd vegna
sína seksuellu orientering.
Málið hevur verið fyri á tingi áður, og tá fall tað.
Eftir eina hending í Havn, har samkyndur maður
varð álopin, varð málið tikið uppaftur, og tingfólkini
Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, settu
fram nýtt uppskot til verju av teimum samkyndu.
Orðaskiftið í kjalarvørrinum á hesi avgerð hevur
verið sum at rætta hundi brand.
Nógv hevur verið gitt, hvussu fór at ganga við hesum
sera turbulenta máli. Flestu tekin hava verið til, at tað
fór at fella. Men so bleiv ikki. Málið varð samtykt,
tí nakrir tingmenn tóku upplýsing og atfinningar til
sín. Hava víst seg sum sannar demokratar. Hetta mál
er gott dømi um, tá fólkaræðið virkar.
Vit fegnast um, at hetta gjørdist endin á einum máli,
sum var við til at seta kílar í føroysku tjóðina. Nei-
sigararnir fara at vísa á, at samtyktin er ein myrkur
dagur fyri Føroyar. Ja-sigararnir harafturímóti fara
fegnast um, at fordómar og intoleransa hava fingið
eitt alvorligt skot fyri bógvin. Givið er at henda
avgerð fer at gagna Føroyum ikki bert her og nú
men serstakliga uppá longri sikt. Eisini úteftir. Og
so kann hon eisini vera við til - á øðrum økjum - at
byggja brýr millum upplýsing og tolsemi. At fylla
demokratisku karmarnar út. Vera við til at geva
sannari humanismu betri fótafesti her á landi, uttan
at hetta skal taka grundarlagið undan trúgvandi
Føroyum.
Trúgvandi Føroyar hava nevniliga gott av, at tol
semisvindar úr umheiminum eisini røkka okkum
og geva okkum gott í beinið. Fyri tað ber væl til at
varðveita og ikki minst menna góða og sunna trúgv
og mentan.
Sosialurin
Sigur fyri Føroyar
og tolsemið
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Nú jólini nærkast, hoyri eg,
at onkur reiðari ætlar at
lata síni skip fiska heilt
fram til tollaksmessudag
ella jólaaftan. Tey skulu
síðani liggja við lastini
til triðja dag, tá tey verða
landaði og síðani aftur til
fiskiskap triðja jólakvøld.
3-4 frídagar um høgtíðina.
Fruktin skal kroystast til
síðsta dropa.
Tað er um jóltíðir og
nýggjárið at kenslurnar fyri
familjuni eru sterkastar,
tað er eisini hesar dagar,
menn helst vilja vera sam
an við familjuni. Tað er
nýggjársaftan, at børnini
hava mest brúk fyri pápa
sínum, einum stórabeiggja
ella abba.
Seinnu árini er málið
um frí alla høgtíðina reist
av limum á fundi í F. F.
Ítøkilig ynskir eru komin
fram á fundi um at halda frí
millum 18 desember og 3.
januar. Eg havi ikki hoyrt,
at hetta mál er reist yvir fyri
reiðarafelagnum.
Tað er heilt klárt, at er
hetta eitt ynski, sum er
galdandi fyri meirilutan av
limunum, og tað tykist tað
at vera, so eigur tað at verða
reist yvir fyri reiðarunum,
og tað skal tað eisini blíva.
Ein slík skipan hevði
verið góð fyri sjómannin,
fyri familjuna og fyri grunn
arnar.
Tolir pengapungurin hjá
sjómansfamiljuni henda
steðg, so tolir reiðarin hann
eisini.
Dan R.
Petersen
Jólini nærkast í hvørjum...
Í Dimmalætting dagfest 31.
oktober 2006, og í fleiri
greinum dagarnar aftaná
verður Gerhard Lognberg
lagdur undir at misrøkja
sjúkraflutningstænastuna á
Sandoynni. Hetta er ikki í
samsvar við veruleikan.
Sjúkraflutningstænastan í
Sandoynni kostar kr. 25.000
um mánaðin í starvsløn.
Tveir
ambulansumenn
hava vakt samstundis og
verður upphæddin deild til
tvey vaktløg, sum hvørt fær
kr. 12.500,- um mánaðin.
Fyri hesa upphædd skulu
ambulansufólkini verða á
vakt 24 tímar um døgnið,
og flyta sjúklingar á Lands
sjúkrahúsið á nátt sum
á degi. Talan er soleiðis
um eina skipan har sjúkra
flutningurin verður røktur
av fólki í parttíðarstarvi,
sum noyðast at hava annað
arbeiði afturat.
Gerhard Lognberg og
hansara fólk hava ikki allar
bestu umstøður at arbeiða
undir: Ongin garasja er
fingin til bilin og til at hava
eykaútgerðina í.
Fyri at bøta um hendan
trupulleikan er framyvir
fingin ein skipan, har sjúkra
bilurin úr Sandoynni verður
umbýttur við ein klárgjørdan
bil av Landssjúkrahúsinum,
aftaná hvønn sjúkraflutn
ing.
Hesi 13 árini Gerhard
Lognberg hevur havt ábyrgd
ina av sjúklingaflutningin
á Sandoynni, hevur sam
starvið verið gott, og eingin
klaga er komin til Lands
sjúkrahúsið um tænastuna.
Gerhard Lognberg hevur
sjálvur peikað á, at sjúkra
flutningstænastan á Sand
oynni kann dagførast og
eisini á fundi á Lands
sjúkrahúsinum skotið upp
aðra skipan.
Kommunulæknar nir
á Sandi, eins og Sjúkra
flutningstænastan á Lands
sjúkrahúsinum hava eisini
ynski um eina skipan við
sjúkraflutningstænastuni á
Sandoynni, har starvsfólkini
eru
í
fulltíðarstarvi,
og regluliga eru inni á
Landssjúkrahúsinum
og
arbeiða, bæði fyri at fáa
starvsvenjing, og fyri at
styrkja samstarvið. Ein tílík
skipan við fólki í føstum
fulltíðarstørvum,
verður
sera dýr í mun til lága
túratalið í Sandoynni, men
Landssjúkrahúsið er sinnað
at arbeiða fyri at finna eina
loysn.
Vit eru sera harmir um, at
í greinini í Dimmalætting
varð roynt at seta Gerhard
Lognberg og teir sum røkja
sjúkraflutningstænastuna
í Sandoynni í eitt ringt
ljós, heldur enn at peika á
góðar framtíðarloysnir fyri
sjúkraflutningstænastuna.
Teir sum røkja sjúkraflutn
ingstænastuna á Sandoynni
eru dugnaligir og nærlagdir,
og gera sítt allarbesta,
hóast korini sum teir hava
at arbeiða undir, ikki eru
serliga nøktandi.
Vit vóna at tað góða
samstarvið við Landssjúkra
húsið kann halda áfram sum
higartil, inntil ein nýggj
skipan verður funnin.
Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni
verður ikki misrøkt
læknastjóri
Tummas
í Garði