mikudagur 13. desember 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 13. desember 2006
11
Tá ið formaðurin í Lands
felag Pensjonistanna sigur,
at føroyska fólkapensjónin
við ískoytum er dragnað
munandi seinastu árini sam
anborið við ta donsku, so er
tað ikki rætt. Tvørturímóti
er føroyska pensjónin í
hesum samgonguskeiðinum
vaksin munandi meir enn
tann danska. Og tá vit
samanbera tøku pensjónina,
tvs. aftaná skatt, er føroyska
pensjónin farin upp um ta
donsku.
Hetta er sjón fyri søgn í
talvuni niðanfyri, ið fylg
ir uppgerðarháttinum í
Nordisk
Socialstatistisk
Årbog. Sum ískoyti til
donsku
pensjónina
er
sonevndi
eldrakekkurin
tikin við. Og sum ískoyti
til føroysku pensjónina er
viðbót til ávísar pensjon
istar (sonevndi brennistudn
ingurin) tikin við, umframt
Samhaldsfasti.
Samhaldsfasti ger munin
Tað er Samhaldsfasti, ið
ger tann stóra munin mill
um føroysku og donsku
pensjónina. Og tað er har
stóra hækkingin í føroysku
pensjónini er hend seinastu
3 árini, soleiðis at útgjaldið
hækkar heilt upp í 1860 kr
um mánaðin nú frá 1.jan.
2007. Og um eitt ár fer
hann upp á 2.200 kr. um
mánaðin.
Júst sum tað verður gjørt
í Nordisk Socialstatistisk
Årbog, eigur Samhaldsfasti
sjálvsagt at roknast uppí
sum ískoyti: tí eins og øll,
sum fylla 67, eiga rætt
til fólkapensjón, eiga øll
sum fylla 67 eisini rætt til
Samhaldsfasta.
Einhvør
borgari fær Samhaldsfasta,
uttan mun til um man hev
ur havt stóra, lítla ella
onga inntøku á arbeiðs
marknaðinum – øll fáa
tað sama – og tí er Sam
haldsfasti ikki ein arbeiðs
marknaðarpensjón men ein
almannapensjón eins og
fólkapensjónin.
Tí er tað óreiðiligt at
blíva við at tosa um fólka
pensjónina, uttan at vilja
rokna Samhaldsfasta við,
ikki minst tá man samanber
við donsku pensjónina.
Lægri skattur ger munin
í tøkari pensjón
Í Danmark ber øll pensjónin
skatt, og haraftrat við mun
andi hægri prosenti enn í
Føroyum.
Í Føroyum eru grundupp
hædd og brennistudningur
skattafrí, og restin (t.v.s.
knappliga helvtin) ber ein
munandi lægri skattaprosent
enn í Danmark. Móti hesum
ger tað lítlan og ongan mun,
at danski botnfrádrátturin
er nakað hægri enn tann
føroyski.
Um man skal samanbera
skattingina av pensjónini í
Føroyum og Danmark í 2007,
svarar føroyski skatturin til
6–7% av allari føroysku
pensjónsveitingini, meðan
danski skatturin svarar til
23–27% av allari donsku
pensjónsveitingini.
Men framvegis eru
skeivleikar at rætta
Hóast tað sum er nevnt
omanfyri, er framvegis
neyðugt at bøta munandi
um føroysku pensjónirnar.
Eitt er framhaldandi at
hækka
upphæddirnar
í
tráð við inntøkuvøkstur
og
kostnaðarhækkingar
í samfelagnum. Men tað
eru eisini stórir skeivleikar
at rætta, sum t.d. tá annar
av hjúnunum, sum onga
aðra inntøku hevur, missir
alt ov nógv í viðbót og í
skatti av samhaldsfasta, tí
hin hjúnafelagin hevur eina
hampiliga inntøku, antin tí
hann/hon enn er virkin á
arbeiðsmarknaðinum ella
fær eina góða eftirlønar
uppsparing. Hetta er óvirði
ligt og avgjørt eitt brek við
pensjónsskipanini,
sum
má rættast í samband við
arbeiðið við einum pen
sjónsreformi.
Niðurstøðan er tó greið
Av talvuni sæst, at áðrenn
skatt fær ein stakur einar
1100 kr. minni og eini hjún
knappar 500 kr. minni í
Føroyum enn í Danmark.
Men aftaná skatt er vent
í holuni: tá fær ein stakur
góðar 1000 kr. meir og
eini hjún 2100 kr. meir í
Føroyum enn í Danmark.
Annars skal eg lata tølini
í talvuni og í strikumynd
unum tala fyri seg sjálvan.
Eftir skatt er føroyska pensjónin farin upp um ta donsku
landsstýrismaður
Hans Pauli
Strøm
Fólkapensjón við øðrum ískoyti, áðrenn og eftir skatt pr. mánað til fólk, sum ikki hava aðra inntøku
2004
2004
Munur
2007
2007
Munur
Føroyar
Danmark
Fø-Dk 2004
Føroyar
Danmark
Fø-Dk 2007
Støk
Grundupphædd
4.169
4.648
4.169
4.952
Viðbót
2.544
4.679
2.862
4.985
Samhaldsfasti
697
-
1.860
-
Viðbót t. ávís. pensj./ældrecheck
415
425
558
633
- Tils. áðrenn skatt
7.825
9.752
-1.927
9.449
10.570
-1.121
- Tils. aftaná skatt
7.459
7.159
300
8.775
7.748
1.027
Hjún, bæði pensjonistar
Grundupphædd
6.626
9.296
6.626
9.904
Viðbót
3.938
4.368
4.430
4.656
Samhaldsfasti
1.394
3.720
-
Viðbót t. ávís. pensj./ældrecheck
415
850
558
1.266
- Tils. áðrenn skatt
12.373
14.514
-2.141
15.334
15.826
-492
- Tils. aftaná skatt
11.942
11.264
678
14.351
12.242
2.109
Kelda: Nordisk Socialstatistisk Årbog og Almanna- og heilsumálaráðið, Fíggjardeildin (sum hevur gjørt metingina av 2007)
Støk, áðrenn skatt
0
2000
4000
6000
8000
10000
12000
2004
2007
Føroyar
Danmark
Støk, aftaná skatt
0
2000
4000
6000
8000
10000
12000
2004
2007
Føroyar
Danmark
Hjún, bæði pensj., áðrenn skatt
0
3000
6000
9000
12000
15000
18000
2004
2007
Føroyar
Danmark
Hjún, bæði pensj., aftaná skatt
0
3000
6000
9000
12000
15000
18000
2004
2007
Føroyar
Danmark
Støk
áðrenn skatt
eftir skatt
2004
2007
2004
2007
Føroyar
7825
9449
7459
8775
Danmark
9752
10570
7159
7748
Hjún
áðrenn skatt
eftir skatt
2004
2007
2004
2007
Føroyar
12373
15334
11942
14351
Danmark
14514
15826
11264
12242
Spurningur til
Oddmar á Steig
Í lesarabrævi í Dimmalætting tann 12. desember mæla
tygum Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um at
lata tey samkyndu fáa somu rættindi í Føroyum sum í
t.d. Danmark.
Tygum skriva:
- Eg eri heilt sannførdur um, at helst verður tað
forbannilsi fyri tjóð okkara fyrr ella seinni, tað vísir
søgan púra greitt, t.d. Sodoma, Pompeji, Herkulanum,
Danmark o.s.fr.
Kunnu tygum siga mær og øðrum undrandi føroying
um í Danmark, hvat forbannilsi er komið niður yvir
Danmark, síðani revsilógin her bleiv broytt?
Annars hevði tað verið forvitnisligt at frætt, hvørji
støð ella lond tygum hugsa um, tá tygum enda brotið
omanfyri við styttingini o.s.fr.
Esbjerg
Árni J
oensen
Towering cowards
Towering cowards
Aw warring, aw words
babble
March onwards
Arch in words
Pow
Err
Power
A word
Powered
by
Babel
The
Tower
of
Power
Powered by towering cowards
Towering cowards
Cowards
“The light shines in the darkness
And the darkness
Does not overcome it” John 1:5
Words of wisdom, holy kingdom
Shedding light
On this sacred writ
For the soul
There is no birth or death
You men of power
Sons of Seth
Even your souls must choose
Between light and darkness
When will you choose
peace and love
And rid us of your wars and
harshness
“What does a man profit”
if he gains everything
and loses his soul” John 3:16
Killing many for profit
And material things
While death takes its toll.
No matter how much you try
Your lies will always die
The truth will outlive the lie
You talk about a nations freedom
Yet you rig your elections outcome
Your avarice for wealth and power
Has soured
you all
into tall
Towering Cowards
By: Anna Iachino @ KODA 2006
Towering Cowards
viðmerkingar
Í skattaútrokningini av føroysku pensjónunum er brúkt miðal
kommunala skattaprosentið fyri alt landið uppá 20,6%”