Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 241 - 13. desember 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Okkara góði pápi er vorðin 80, ikki tí tað sæst á gongulagnum ella kennist á hugflognum, men álminanakkin hevur talt dagarnar síðan 13. desembur 1926, og honum mugu vit trúgva. Sjálvur leggur tú líka í og bjóðar øllum tí lívið kann geva vælkomið, nú sum altíð. Hvussu hevur pápi tín tað, og hvat tekst hann við, soleiðis ljóða orðini ofta frá tínum nógvu vinum og kenningum. Svarið ljóðar, at hann hevur tað gott og er í fult vigør. At siga frá øllum tí, tú tekst við um dagarnar, vildi verið at troytta fólk meira enn gott er, men nú høvið býðst, kunna tit fáa eitt lítið úrval her. Báturin verður dúgliga nýttur hvørt summar. Tá allar boksir vórðu fullar, mátti fiskur avreiðast, sjálvt um tað beyð tær hart ímóti. Drívhúsið við rósum, kryddurtum og tomatum krevur eisini eina áhaldandi hond fyri at trívast og blóma. Konan skal koyrast til og frá arbeiðið, at verða barnagenta stendur ikki á og abbabørnini, sum eru í skúla skulu helst hava døgurða hvønn dag. So eru tað gæsnar, dunnunar, og ikki at gloyma hønunar og seyðurin, sum hóast ikki so nógv í talið meira, tó krevja sítt hvønn dag. Nú mundi vit gloymt allar ætlanirnar, sum ikki fakkast, men bara økjast sum árini líða. Yrkisleiðin hevur verið long og spennandi, kanska meira skiftandi enn tey flestu høvdu brýggja seg um, men hugurin at royna okkurt nýtt hevur altíð verið. Eftir lokna skúlagongd í Fámjin og Tvøroyri royndi tú teg sum útróðramann og lastbilaførari, var síðan eitt stutt skifti krambakallur hjá NJM á Tvøroyri. Síðan gekk leiðin til Keypmannahavnar at nema vitan innan bókhald og handil. Eitt 10 ára skeið vart tú í Føroyingahavnini sum formaður á frystaríinum, har møttist fólk úr øllum Føroyum og har vórðu nógv vinarbond knýtt, tað finst neyvan tað stað í Føroyum at tú ikki kennur onkran, tínar myndir og søgur úr Grønlandi eru prentaðar í minnið. So var tað landbúnaðurin sum skuldi roynast, tú fór á landbúnaðarskúla í DK at nema tær vitan um høsnahald, og stutt eftir var stórur høsnagarður reistur í Fámjin, men hetta vardi tó ikki leingi, so varð aftur boð eftir honum, fyrst á Suðurfisk í Vági og seinni tá Sjóvinnubankin skuldi lata deild upp á Tvøroyri. 23 ár sum leiðari á bankadeildini á Tvøroyri varð uppgáva sum kravdi bæði hegni og skil, men ikki minst eitt lætt lindi og tokka til menniskju. Jákup hevur eisini verið virkin á politiska pall­ inum sum formaður í sam­ bandsflokkinum í Suðuroy í mong ár og sum virkin limur í bydgaráðnum í Fámjin í fleiri ár. Ein frælslyntur og realistiskur sambandsmaður er eingin ansøgn tá vit tosað um pápa. Jákup er einkarsonur Joen Petur Michal og Jacobinu Jacobsen (fødd Albinus) Fámjin. Langabbabørnini eru tvey, abbabørnini 13, og børnini eru fýra, sum øll búgva í Suðuroy. Jákup er familjukærur, men kennir eisini virði í góðum vinarlagið. Kemur fólk á gátt ella onkur ringir, so dugir hann bæði at lurta og at práta og blíðskapurin trýtur ikki. Til Pápa okkara á 80 ára degnum ynskja vit eitt stórt tillukku og takk fyri alt tað tú hevur verði fyri okkum og okkara børn, tú var og er álitið hjá okkum øllum. Heilsan Børnini Felagsføðingardagur verður fyri Nancy og Jákup í Vesturhøll fríggjadagin 15. desember, øll eru vælkomin. Tíðindaskriv Eins og undanfarin ár, skipar M.C. Restorff enn einaferð fyri jólahugna í Lindini, men meðan tað í 2005 bert varð talan um fýra sendingar í adventini, eru ikki færri enn 14 sendingar á skránni hesaferð. Í hálvtannað ár hevur M.C. borið okkum sið­ søgu­ligt tilfar, og sagt frá ymsum hendingum av heimsins størstu oyggj. Nú ber hin fyrrverandi land­ krabbin okkum dagliga nýggjar upplivingar frá sumr­inum 2006, tá ið hann sjálv­ur sætti ferðaðist í Norður­grønlandi umborð á trúboðanarbátinum Juvel. Hálvan tíma drúgvar frá­sagnir verða at hoyra fyri jól, og saman við 1 tíma longum frættindum á jólum- og nýggjárinum, er rættiliga lagt upp til krás og oyrafragd hesar fyrstu mongu komandi dagarnar. Øðrvísi fyrikomingar, jólaboðskapur og grøn­ lendsk jólaløg leggja stíl­in, og allarhelst fara mong at gresja í seg av góð­lætinum úr útnorði, sum bæði verður at hoyra fyrrapart, seinnapart, og um kvøldið. Stuttrøðin “Jólakrás” við undirheitinum “Aftur í kjalarvørrin á Juvel”, fer av bakkastokki nú hósmorgunin hin 14. desember kl. 7.30. Jacob Albinus Jacobsen Fámjin 80 ár Frá hósdegnum 14. desember: »Jólakrás« í Lindini Í sambandi við at Birgar Jo­hannesen savnar tilfar til Tórshavnar alfrøði, kem­ur hann fram á nógvar áhuga­verdar myndir. Eisini myndir hann ikki skal brúka í alfrøðini, men sum eru ov góðar at lata fara aftur við borðinum. Her er hann komin fram á eina mynd við fót­bólts­ leikarum. Annað liðið er KÍ, meðan hitt liðið halda vit vera B36, tí ein av teimum fáa vit kenna er Niels A. Ejdes­gaard, sum var ein av stovnarunum og fyrsti for­ maður í B36. Um onkur kennist við myndina og veit meira um hana, nær hon er tikin o.s.fr. er viðkomandi vælkomin at ringja til Birgar Johannesen tel. 214647 ella 314647. Kennist nakar við myndina?