Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 13. desember 2006 13 Elaina Vilhelm, Leirvík, fyrr búsitandi í Vági, andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, mánadagin 11. desember, 90 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík hósdagin 14. desember kl. 18. Jarðarferðin verður úr Hebron í Leirvík fríggjadagin 15. desember klokkan 13. Bendt Jensen, fyrrverandi yvirlækni á Lands­sjúkra­ hús­­inum, andaðist leygarmorgunin 9. desember, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Godthåbskirken, Ny­landsvej 51 á Frederiksberg, leygardagin 16. des. kl. 14. Kistan við Bjarna í Sjúrðagarði, fer úr Lands­ sjúkra­­húskapellinum hóskvøldið kl. 18 heim í Vesturkirkjuna. Jarðarferðin verður úr Vestur­kirkjuni til Kaldbaks fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Bjarna, kunnu lata eina gávu til Føroya Felag Móti Krabbameini. Kistan við Anni Højgaard, dóttir Hjørdis og Arna Højgaard, Toftir, kemur við flogfarinum mikukvøldið kl. 20.15. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni hós­ dagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Anni, kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina gávu. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Mit et og alt Overlæge Bendt Jensen 10. mars 1921 - 10. des. 2006. Hanne Kramer Jensen, familie og venner Bisættelsen fra Godthaabskirken, Nyelandsvej 51, Frederiksberg lørdag den 16. des. 2006 kl. 14.00 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra mostir Elaina Vilhelm Leirvík fyrr búsitandi í Vági andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi mánadagin 11. des. 90 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík hósdagin 14. des. kl. 18. Jarðarferðin verður úr Hebron í Leirvík fríggjadagin 15. des. kl. 13. Borghild, Óli og Høgni Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Jensia Olsen Skálavík andaðist og varð jarðað. Takk fyri alla ta hjálp, sum veitt var okkum í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri góð orð í kirkju og kapelli. Ein serstøk tøkk til Ellisheimið í Skálavík. Takk fyri blómur og kransar, og til tey mongu, sum fylgdu Jensiu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jón, Elinborg, Sæbjørn og Jørmund Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, ið mintust meg á 80 ára degi mínum 25. okt. 2006. Takk fyri uppringingar og takk til øll, ið stukku inn á gólvið og gjørdu mær dagin so hugnaligan. Kristina Thorsteinsson, Klaksvík Leygarmorgunin 9. december and­ aðist Bendt Jensen, fyrrverandi yvir­ lækni á Landssjúkrahúsinum, 85 ára gamal. Bendt Jensen var yvirlækni á Med­ isinskari deild á Lands­sjúkrahúsinum frá 1960 til 1973. Bendt varð føddur og uppvaksin í Odense og kom til Føroya at virka sum lækni á fyrsta sinni í 1959. Frammanundan hevði hann arbeitt á ymsum sjúkrahúsum í Danmark og Norðursvøríki. Bendt Jensen var fyrsti yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, ið varð settur aftrat Paula Dahl, og hann átti eisini sín part í, at tað nýggja Landssjúkrahúsið stóð liðugt í 1967. Bendt Jensen bar orð fyri at vera ein sera dugnaligur og nærlagdur lækni og var væl kendur í læknaverðini fyri sínar medisinsku ritgerðir. Kundi fyri tað verið blivin doktari fleiri ferðir, men tað hevði slettis ikki hansara áhuga. Bendt Jensen mundi eisini vera ein tann fyrsti danskari, ið gjørdist limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, nakað sum kanska ikki var so vanligt tá á døgum. Í teirri lítlu Havnini, sum tá varð, gjørdust læknahjúnini Uppi undir Varða ein býarmynd. Tey fullu sera væl til í Føroyum, men valdu kortini at flyta aftur til Danmarkar í 1973. Í mong ár høvdu hjúnini privatklinikk í Roskilde, og eftir at Bendt Jensen fór frá við eftirløn, hava tey búð á Frederiksberg. Bendt Jensen gloymdi ongantíð tíðina í Føroyum og var føroyavinur um ein háls (hetta skal skiljast positivt). Hann var sera góður við Føroyar, og íbúðin á Frederiksberg var sum eitt gallarí við føroyskari list. Bendt Jensen fylgdi væl við í føroyskum viðurskiftum og hevði framvegis, eftir so mong ár, nógvar góðar vinir bæði í Føroyum og ímillum føroyskar útisetar. Tað var so mangan at gamlar sjúkrasystrar og onnur lótu heilsa, og mangir føroyingar, útisetar eins væl og fólk í danmarkarørindum, hava sitið væl inni hjá læknahjúnunum. Heim­ føðingar høvdu kallað hetta føroyskt gestablídni, tá ið tað er best. Harumframt eru vit nøkur, ið stóðu honum sera nær, og sum hava læknahjúnunum ómetaliga nógv fyri at takka. Hesi seinastu árini var Bendt Jensen merktur av sjúku, men hansara tiltikna treiskni, ið bókstaviliga bjargaði hon­ um á barnaárum, og sum førdi hann so langt á leið, helt eisini lívið í honum nú í seinastuni, tá ið likamið orkaði alt minni. Bendt Jensen fer til gravar úr Godt­ håbs­kirken, Nylandsvej 51 á Fred­ eriksberg, Leygardagin 16. desembur klokkan 14. Heri Eysturlíð Bendt Jensen, fyrrverandi yvirlækni, deyður Dagurin í morgin 14. desember. Crispus. Óvist er hvønn navnið sipar til, kanska biskupin Crispina, sum varð tikin av døgum umleið ár 300. Rætting: Í minningarorðunum um Bjarna í Sjúrðagarði kom eitt navn skeivt fyri. Navnið á vermóðir hansara er ikki Inga, men Greta Ellingsgaard. Orsakið mistakið. Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tilt k