mikudagur 13. desember 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 13. desember 2006
14 tíðindi
Veljarakanningin,
sum Fynd hevur gjørt
fyri Sosialin, sýnir,
at var val í dag, so
misti samgongan ein
tinglim. Ein missur,
sum tó er til at bera,
tá samgongan undan
hesum telur 21 mans
Veljarakanning
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tjóðveldisflokkurin er vinn
arin, og Javnaðarflokkurin
er taparin. Tað er greiðasta
niðurstøðan, um hugt verður
at atkvøðubýtinum millum
teir seks flokkarnar á tingi í
nýggjastu veljarakanningini,
sum Fynd hevur gjørt fyri
Sosialin.
Í tingmannatali er tað tó
Sjálvstýrisflokkurin, sum
hevur størstu orsøkina til
fagna, tí sambært kanningini,
so tvífaldar flokkurin ting
mannatalið. Annars júst um
sama mundi, tá onnur kann
ing metir flokkin at detta
undir sperrumarkið fyri
tingumboðan. Hartil miss ur
Fólkaflokkurin ein tingmann
til Sambands flokkin, men
tann munurin stends t eina
mest av, at kanningin verður
gjørt einvíst út frá samlaða
atkvøðubýtinum, og tí ikki
tekur atlit til møguliga for
fordeiling í einstøku valøkj
unum.
Negativ løgmanseffekt
Hóast ein veljarakanning
altíð inniheldur ávísar óviss
ur og fyrivarni, so skerst ikki
burtur, at hendan eigur at geva
orsøk til sjálvrannsakan hjá
Javnaðarflokkinum. Flokk
urin hevur hetta valskeiðið
átt løgmann, men hóast tað
ofta hevur verið tosað um
løgmanseffektina, so tykist
hendan at vera negativ í hes
um føri.
Ta effektina grundgevur
Krist ian Magnuss en, for
maður Javnaðarfloksins á
tingi, við, at tað er trupult
hjá løgmanni at úttala seg
sum formaður fyri Javnaðar
flokkin. Hetta skilt soleiðis,
at sum løgmaður noyðíst
Jóannes Ejdesgaard at tosa
í bleytari vendingum, har
semjusøkjan vigar meira,
enn tað annars vildi gjørt.
Somuleiðis helt Kristian,
at tað hjá einum flokki, sum
hevur djúpar røtur í verka
mannafjøldini, altíð vil kosta
at sita við ábyrgd í eini sam
gongu, har felagarnir eru
borgarligir flokkar.
Stór andstøðu
framgongd
Hóast ands tøðuflokkarnir
sambært veljarakanningini
“bert” vinna ein tinglim, so
skerst ikki burtur, at talan er
um positivar tendensir hjá
teimum trimum. Allir sum
ein hava fllokkarnir eina
munandi framgongd, og allir
sum ein grundgeva teir hetta
við, at tað hevur eydn ast at
verið sjónligir í andstøðuar
beiðinum.
Tað kann í øllum førum
staðfestast, at andstøðuar
beiðið hetta valskeiðið hev
ur verið sera aktivt. Enntá
somikið aktivt, at hetta av
tingsins røðarapalli hevur
verið skírt sum glantrileik
ur.
Løgtingsval
jan. ´04
Kanning
desember 2006
Í mun til
seinasta val
Tingmannabýti
við seinasta val
Tingmannatal í
kanning
Broyting í
tingmannatali
Fólka-
flokkurin
20,6
19,8
-0,8
7
6
-1
Sambands-
flokkurin
23,7
23,6
0,0
7
8
1
Javnaðar-
flokkurin
21,8
19,2
-2,6
7
6
-1
Sjálvstýris-
flokkurin
4,6
5,5
0,9
1
2
1
Tjóðveldis-
flokkurin
21,7
25,8
4,1
8
8
0
Miðflokkurin
5,2
6,1
0,8
2
2
0
Hin stuttligi
flokkurin
2,4
0,0
-2,4
0
0
0
Tilsamans
100,0
100,0
32
32
20,6
23,7
21,8
4,6
21,7
5,2
2,4
20,5
24,1
19,6
4,4
25,2
6,3
0,0
19,8
23,6
19,2
5,5
25,8
6,1
0,0
0,0
5,0
10,0
15,0
20,0
25,0
30,0
Fólkaflokkurin
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Sjálvstýrisflokkurin
Tjóðveldisflokkurin
Miðflokkurin
Hin stuttligi flokkurin
Prosent
Løgtingsval jan. ´04
Kanning mai 2006
Kanning desember 2006
Formaður Javnað
arfloksins á tingi
heldur, at kanningin
sýnir kostnaðin av at
sita við ábyrgd. Men
hann metir hetta
samstundis sum eina
áminning til ting
manningina um at
markera seg betri
Veljarakanning
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tann flokkurin, sum fær
einasta veruliga kjaftfiskin
sambært veljarakanningini,
er Javnaðarflokkurin. Flokk
urin gongur 2,6 prosentstig
aftur, og miss ir ein tinglim
sambært kanningini.
Kostar at stýra
Men hóast hetta í sjálvum sær
er lítið hugaligur lesnaður
hjá tingmanningini, so tyk
ist formaður floksins á ting
ið, Kristian Magnuss en,
ikki at vera skelkaður av
úrslitinum.
- Tað ljóðar kanska sum
ein slitin kliché, men tað
kostar aloftast at sita við
ábyrgd og at verja borg. Í
samgonguni hava vit hartil
sitið saman við tveimum
borgarligum flokkum, og tí
hava breiðar semjur í fleiri
førum verið neyðugar.
- Hartil haldi eg eisini,
at tá vit eru flokkurin, sum
hevur løgmann, so verður
kritikkur av samgonguni
ofta identifiseraður við
Javnaðarflokkin, og tað er
helst ein orsøk til, at vit
hava størri afturgongd enn
samgongufelagarnir.
Tað hevur støðugt verið
tosað um skattalættan. Ikki
minst hava arbeiðarafeløg
ini funnist at javnaðarflokk
inum fyri hendan. Kann tað
ikki vera ein av orsøkunum
til afturgongdina?
- Tað er tað kanska. Hin
vegin er tað væl náttúrligt,
at skulu verkafeløgini finn
ast at hesi samgonguni, so
verður lagt eftir Javnaðar
flokkinum. Men eg haldi
nú kortini, at verður tosað
um skattalættan, so eigur
eisini at vera havt í huga, at
samhalds fasti nú er øktur,
so útgjaldið verður uppi á
2.2000 kr. um mánaðin, tá
hetta valskeiðið er runnið.
- Tað kann vera, at onkur
heldur, at skattalættin var
prísurin, sum vit máttu
rinda fyri samgonguna,
men eg haldi nú kortini, at
vit hava fingið nógv annað
á skafti. Ikki minst innan
almanna- og eldraøkið, har
vit jú eisini hava landsstýr
ismannin.
Áminning til
tingmanningina
Skal
veljarakanningin
nýtast sum barometur, so
tykist tó ikki, sum hevur
veljarin bitið serliga væl
merki í avrikini, sum Kris
tian Magnuss en peikar á.
Og hóast samgongan væl
og virðiliga heldur fast um
meirilutan, so ásannar Krist i
an, at kanningin gevur flokki
num nakað at hugsa um.
- Fyrst og fremst, so eiga
vit helst at markera okkum
betri. Tað gongur valla dag
ur, uttan at vit verja borg
mótvegis veljarafjøld okk
ara, men vit rópa kanska
ikki so hart um tað. Tá er
tað munin lættari at sita í
ands tøðu, har tú altíð kanst
peika á ymsar lutir, uttan at
tað kostar nakað sum helst.
- Og so hava vit eisini tann
“trupulleika”, at formaðurin
hjá okkum er løgmaður.
Tað ber við sær, at hann í
stóran mun noyðist at tosa
breitt og semjusøkjandi um
mál, har aðrir formenn hava
munandi leysari teymar.
Men gevur tað ikki eis
ini tingmanningini størri
ábyrgd at tosa søk floks
ins?
- Tað er avgjørt ein áminn
ing til okkum um, at vit
mugu
markera
okkum
betri. Vit skulu heilt avgjørt
vera dugnaligari til at vísa á
okkara arbeiði at verja borg
og at menna vælferðina í
samfelagnum.
Kostar at verja borg
Samgongan missir ein tinglim
Tjóðveldisflokkurin vinnur
mest - og Javnaðarflokkurin
missir mest. Tað er í stuttum
úrslitið av veljarakanningini,
sum FYND hevur gjørt fyri
Sosialin