Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 13. desember 2006 15 tíðindi Stóri vinnarin sam­ bært velj­ar­a­kann­ ingini er Tjóð­veld­ i­s­flokk­urin. Eitt úr­s­lit, sum sambært for­mann­inum kemst av góðum and­støð­u­ arbeiði, har flokkurin hev­ur markerað seg konstruktivt veljarakanning Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tingmannatalið er óbroytt, og í so máta stendur Tjóð­ veld­is­flokk­urin í stað sam­ bært kanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Men við eini framgongd á 4,1 prosentstig er Tjóð­veld­ is­flokkurin tann flokkurin av øllum, sum verður spádd­ ur nógv tí størstu fram­ gondina. Ótryggleikin kostar vanliga Høgni Hoydal, formaður í flokkinum, er sjálvandi væl nøgdur um úrslitið, men hann leggur tó samstundis dent á, at talan “bara” er um eina kanning. - Hesar hava jú altíð ein inn­bygdan ótryggleika, og tí er hendan ikki ein stað­ festing av politisku støðuni. Men hon tykist lýsa eitt pos­ i­tivt rák fyri okkara við­kom­ andi. - Í kanningunum, sum hava verið, hava vit havt støð­ugt góð úrslit, og tað er sjálvandi nakað, sum eg fegnist um. - Serstakliga eri eg fegin um gongdina, tá havt verður í huga, at fleiri kontroversiell mál hava verið uppi, sum kunnu elva til ótryggleika. Sambandsflokkarnar – og nú skíri ella allar undir einum – hava jú tann fyrimun, at teir at kalla kunnu skapa sína egnu framgongd, um bú­skap­ arliga støðan er ótrygg. Tá vilja fólk ofta halda seg til tað verandi, og tað talar so ikki til okkara fyrimun. Gevur íblástur Spurdur, hvat flokkurin kann nýta eina slíka kanning til, og hvørjar orsøkirnar til vøkru tølini eru, sigur Høgni Hoydal, at hetta fyrst og fremst er tekin um, at leist­urin hjá flokkinum er greiður. - Fyrst og fremst, so gev­ ur hetta okkum íblástur at ar­beiða víðari. Vit hava onk­ urs­vegna kent tað, sum er tíðin í dag merkt av pol­it­isk­ um dølskni, sum ikki plagar at koma okkum tilgóðar, og tí er úrslitið eitt stórt herð­ a­klapp. - Ikki minst haldi eg, at hetta eisini sýnir, at veljarin gev­ur okkum álitisváttan fyri gott andstøðuarbeiði. Vit hava alla tíðina roynt at ar­beitt seriøst, og tingfólk okkara hava gjørt eitt sera stórt og gott arbeiði innan at kalla øll málsøki. Bæði til fíggj­arlóg, fiskidagabanka og fleiri onnur stórmál. Og hesum vilja vit halda fram við, sigur Høgni Hoydal. Jenis av Rana fegn­ ast um støðugu fram­gongdina, sum Miðflokkurin hev­ ur havt. Ein fram­ gongd, sum hann held­ur, stavar frá eini øktari tilvitan um Miðflokkin Veljarakanning Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Hetta eru ófør tøl, og tey stuðla upp undir á­bend­ ing­inar, sum flokkurin hev­ur havt í eina tíð. Tey trý-fýra seinastu valini hev­ur Miðflokkurin havt støð­uga framgongd, og hetta styrkir um vónina at røkka málinum, sum er at fáa tríggjar tinglimir til kom­andi løgtingsval. Jenis av Rana, formaður Mið­floks­ins, tykist væl nøgd­ur um úrslitið av velj­ ar­a­kanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Seinastu tíðina, og ikki minst í dag, hava tað ver­ ið etisku málini, sum ofta hava sett flokkin í fokus, men Jenis heldur tó ikki, at tað fyrst og fremst eru hesi, sum hava ført fram­ gongd­ina við sær. - Tekur tú aktuella mál­ ið, so er hetta so ikki nakað, ið er reist av okk­ um. Her royna vit bara at gera okkara skyldu. Men Miðflokkurin hev­ ur verið sera avgjørdur, tá etiskir spurningar hava ver­ið reistir? - Jú, men hesir eru bara ein liður av fleiri í pol­itikk­ i­num hjá okkum. - Eg hevði væntað, at vit høvdu eina framgongd, tí tilvitanin um flokkin í velj­ar­a­skaraðanum er vorð­in størri. Vit hava mark­erað okkum nógv á sos­i­al­politiska økinum, har vit hava roynt at verja tey veiku í samfelagnum. Hetta saman við grund­hug­ sjón okkara innan etisku og andaligu/kristiligu virð­ini trúgvi eg hevur ver­ið størsta orsøkin til framgongdina. Ein fram­ gongd, sum vit bæði vóna og trúgva stendur við, so­leið­is at flokkurin kann koma upp á tríggjar limir til komandi løgtingsval. Kári P. Højgaard fegnast um úrslitið av veljarakanningini, sum gevur Sjálv­stýr­ is­­flokk­i­num ein tin­ g­­mann afturat. Eitt úrs­lit, sum hann eis­ ini heldur er í tráð við veru­leikan Veljarakanning Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ein bæði bilsin og fegin formaður í Sjálv­stýr­is­ flokkinum, sum mik­u­morg­ unin fekk at vita, at sambært kanningini hjá Fynd stóð flokk­urin til at vinna ein ting­ sess. Bilsin, tí hetta hendi bara hálvt samdøgur eftir, at Gallup í aðrari kanning hev­ur spátt flokkin at missa ting­umboðanina. - Ein veljarakanning, sum verður gjørd, áðrenn val­list­ ar og valskrá eru kunn­gjørd, hevur altíð sínar veik­leik­ ar. Ikki minst fyri smáu flokkarnar. Men skal eg vera erligur, so trúgvi eg, at hend­ an kanningin er meira í tráð við veruleikan, sigur Kári P. Højgaard. - Trupulleikin hjá ein­um flokki sum okkara í veljara- kann­ingum er eyð­sýnd­ur. Til sjálvt valið standa vit okkum vanliga hampuliga væl í Suð­ ur­streym­oy, men við bara ein­ um tingmanni – sum ikki er úr tí økinum – kann hetta skjótt kosta í kanningunum. Tí so leingi sum listin ikki er kunngjørdur, kann veljarin í øki­num hava trupult við at identifisera seg við flokkin. Valstríðið má skipast Formaður sjálvstýrisfloksins hev­ur kanska verið mest mark­­antur seinastu tíð­ ina sum formaður í lands­ stýr­is­málanevndini. Ikki minst í samband við stóru handlarnar, sum eru framdir innan fiskivinnuna. Men sjálvur heldur Kári ikki, at hetta í sjálvum sær er tað, sum hevur tryggjað úrslitið í veljarakanningini. - Tað er nokk ein blanding av fleiri lutum. Sjálvandi er týdningarmikið at vera sjón­ lig­ur, og hatta er so ein av pallunum, har vit hava mark­ erað okkum. Men eg rokni við, at tað fyrst og fremst er baklandið í flokkinum og stevn­u­skráin annars, sum fær fólk at velja okkum. - Samanum tikið er hetta tó eitt gott herðaklapp, og vit eiga avgjørt at byggja víðari á hetta til komandi løg­tings­val. Val­stríðið er kanska trupult hjá einum lítl­­um flokki, sum hevur av­ mark­aða sam­skip­an­ar­megi, men vit ætla so at vera tíð­ liga úti við bæði valskrá og valevnislistum, soleiðis at valevni okkara fáa best møg­ u­ligan møguleika at markera seg til ta tíð. Trupult at vera sjónligur Úrslit av góðum andstøðupolitikki Málið at vinna triða sessin Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, fegnast um úrslitið, sum enn einaferð staðfestir støðugu framgongdina hjá Tjóðveldisflokkinum Mynd: Álvur Haraldsen Kári P. Højgaard er sera fegin um, at ein veljarakanning umsíðir gevur flokkinum framgongd