mikudagur 13. desember 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 241 - 13. desember 2006
tíðindi
Veljarakanning
Jógvan Mørkøre
Tá ið lógin var til viðgerðar
á fyrsta sinni á vári 1988
skapti tað mikið politiskt
rok á løgtingi, at tað var
komið við ímillum húðalit
og kyn, at tað ikki skuldi
bera til at diskriminera
orsakað av seksuellari ori
entering. Sannleikin var
tann, at øll høvdu ikki
lisið nóg væl ta donsku
lóg, sum varð send víðari
í tingið at verða samtykt.
Men har segði KrF kortanei
og kravdi lógaruppskotið
út í landsstýrið aftur. Men
tað vildi Atli Dam, løg
maður ikki vera við til.
Endin varð, at KrF fór úr
samgonguni. Í staðin leyp
Adolf Hansen inn við sínum
Framsóknarflokki.
Harvið skrivaðu Føroyar
seg inn í heimssøguna, tí tað
mundi vera fyrstu ferð, at
tílíkt mál var endað sum ein
kabinettspurningur. Tað mest
løgna við hesari blaðsíðuni
í heimssøguni mundi vera,
at tað alt skyldaðist ta beru
tilvild. Eingin hevði ætlað
at reist hetta mál tá, hvørki
í samgongu ella andstøðu.
Tað hoyrdi til tabu-evnini í
føroyskum politikki saman
við m.a. abort.
Nú 18 ár seinni elvir málið
aftur til rok. Men mangt er
broytt. Felagsskapir eru skip
aðir, og politikarar á tingi
taka tey samkyndu til sín og
gera seg til forsprákarar fyri
teirra rættindum. Samstundis
er umheimurin farin at vísa
Føroyum og føroyingum ans
í hesum máli.
Tá ið málið gjørdist pol
itiskt fyri 18 árum síðani,
gjørdist tað møguligt at
spyrja til henda spurning í
veljarakanningum. Nú var
tað ikki longur tabu-evni,
tí atkvøtt hevði verið um
spurningin í løgtinginum. So
í sambandi við løgtingsvalið
seinni sama ár varð spurt til
hetta. Har var ein greiður
meiriluti ímóti. Tað var
galdandi bæði fyri gomul
og ung. Og bert millum
javnaðarveljarar var ein lítil
meiriluti fyri at geva teimum
samkyndu lógartrygd. Ímill
um tjóðveldisveljarar stóð
á jøvnum. Og veljararnir
hjá hinum flokkunum vóru
greitt ímóti.
Í dag er framvegis ein meir
iluti ímóti at hava seksuella
orientering við í 266 b, men
hann er minkaður nógv hesi
seinnu árini. Har tað í ’88
bert var ein fjórðingur fyri at
geva lógartrygd og ein helvt
ímóti, so eru góð fjøruti pro
sent fyri í dag; meðan hin
parturin framvegis liggur
um tey fimti prosentini. Tó
so, at hetta seinasta hálva
árið er munurin minkaður
úr 12 niður í 7 prosent.
Tað tykist at vera rættuliga
javnt í dag í teimum einstøku
aldursbólkunum. Uttan í
bólkinum 55 ár og eldri.
Har er ein greiður meiriluti
ímóti.
Ímillum veljararnar hjá pol
itisku flokkunum er meiriluti
fyri hjá Javnaðarflokkinum
og Tjóðveldisflokkinum. Í
Sjálvstýrisflokkinum tykist
at standa á jøvnum. Og hjá
hinum er meiriluti ímóti.
nov-88
maj-06
dec-06
Ja
27,3
41,3
41,9
Nei
49,0
53,1
48,7
Ivasom
23,7
5,6
9,4
Tils.
100,0
100,0
100,0
N=
N=
N=
1117
1000
191
Veljarakanning
Rókur Jákupsson
Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Sambært veljarakanning
ini hjá Fynd, hevur Fólk
aflokkurin eina lítla, men
avgerandi afturgongd.
Flokkurin vann 20.6% av
atkvøðunum til seinasta
val, og veljarakanningin
sum varð gjørd í mai gav
flokkinum 20,5%. Men
um val hevði verið í dag,
hevði flokkurin fingið
19,8%. Í prosentum tyk
ist hesin munurin ikki
so stórur, men tó hevur
hann ein avgerandi leik
lut. Um val var í dag,
hevði tingmannatalið hjá
Fólkaflokkinum fari frá 7
til 6 limir.
Vit ringdu til Anfinn
Kallsberg, formann í
Fólkaflokkinum, og hann
var greiður í síni talu.
“Fólkaflokkurin plagar
altíð at standa seg verri
í veljarakanningum enn
í einum veruligum valið.
Tískil haldi eg hetta verða
eitt fínt úrslit hjá Fólk
aflokkinum.
- Eg havi ikki nakra við
merking sum so. Talan er
um ein veljarakanning, og
hon skal sjálvsagt takast
við fyrivarni. Men Fólk
aflokkurin hevur ofta
fingið sera vánalig úrslit
til veljarakanningar, men
tá valið so stendur fyri
framman, plagar úrslitið
altíð at tekna eina øðrvísi
mynd. Vit hava sitið í
samgongu í nógv ár, og
vitnar hetta um, at Fólka
flokkurin plagar at standa
sterkur til val.
- Eg dugi ikki at siga,
hví vit plaga at fáa so sløk
úrslit til veljarakanningar,
men tað er bara ein roynd,
sum vit hava gjørt okkum,
sigur Anfinn Kallsberg at
enda.
Framvegis meirilutiluti ímóti at
geva teimum samkyndu lógarverju
Í Sambandsflokkinum
hóma tey ein ávísan
stabilitet. Flokkurin
fekk 23,7% av atkvøð
unum til seinasta
val, og um val var í
dag, hevði flokkurin
fingið 23,6%. Sostatt
hevur flokkurin eina
lítla afturgongd uppá
0,1%
Veljarakanning
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Men hóast hesa lítlu aft
urgongd, hevði flokkurin
fingið ein tingsess afturat.
Sostatt hevði tingmannatalið
hjá Sambandsflokkinum fari
frá 7 uppá 8. Kaj Leo Johann
esen sigur, at hetta boðar frá
góðum.
- Tað sum er týdningarmikið
fyri okkum er, at vit hava sta
bilitet í flokkinum. Síðan
1970 hevur flokkurin havt
ein atkvøðu vinning millum
18 og 26%. Og sambært hes
ari veljarakanning, sær út til
at flokkurin heldur fast um tí
støðugu gongd, sum vit hava
havt seinastu árini.
-Vit hava lagt ta politisku
linju, at flokkurin verður
tikin fram um einstaka polit
ikaran. Hetta haldi eg, sæst
aftur í veljarakanningini. Vit
hava gott fólk í tinginum og
landsstýrinum, og vit hava
gott stev í samgonguni. Pol
itikarar arbeiða fyri flokkin,
og tað er gongd leið, heldur
Kaj Leo Johannesen.
- Enn er eitt ár til val, og
kanningin skal sjálvandi tak
ast við tí fyrivarni. Men tað
skal ikki verða nøkur loyna,
at hetta er eitt úrslit, sum vit í
Sambandsflokkinum kunna
vera nøgd við. Sambært
kanningum haldi eg, at vit
kunnu staðfesta, at flokkurin
liggur í eini góðari legu.
Hetta úrslitið gevur okkum
23,6%, og eg haldi meg við
vissu kunna siga, at seinasta
kanning gav okkum eitt
atkvøðubýtið uppá 23,8%.
Hetta vitnar um, at vit halda
fast um tí góðu gongd, sum
vit eru í, og tað kunnu vit
fegnast um.
Flokkurin fram um einstaklingin
Náttarravnar í Klaksvík
Í kvøld klokkan sjey í Ósaskúlanum í Klaksvík verður ein kunningarfundur,
um at fáa eina náttarravnaskipan upp at standa í Klaksvík.
Á fundinum fer borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen at luttaka, umboð
fyri virkisbólkin “okkara børn og ungu”, løgregluna og Náttarravnarnar
í Tórshavn, umframt umboð fyri donsku náttarravnaskipanina.
Danska umboðið verður Erik Thorsted, og hann fer at greiða frá
møguleikunum at stovnseta Náttarravnar í Klaksvík.
Anfinn Kallsberg:
– Kanningin skal
takast við fyrivarni