Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 13. desember 2006 17 tíðindi Børn og foreldur á Tvøroyri fáa munandi betri umstøður Næsta ár tekur Tvør­ oyrar Kommuna eitt stórt tak fyri at bøta um barnaansingina Barnaansing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skulu børn á Tvøroyri og foreldur teirra hava munandi betri umstøður. Tað hevur Tvøroyrar Bý­­ ráð samtykt. Býráðið á Tvøroyri er í løtuni í ferð við at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár og í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at fara undir rættiliga stórar útbyggingar á ansingar­øki­ num. Sostatt hevur Býráðið samtykt at brúka eina milli­ ón til at byggja barna­ ansingina út fyri. Peningurin skal brúkast til at byggja barnagarðin út fyri. Tvøroyrar Kommuna hev­ur leingi verið rættiliga væl fyri á barna­ansing­ar­ økinum og hevur raðfest økið so mikið ovarliga, at í nógv ár hevur ongin bíði­ listi verið til at sleppa í ansing. Og hetta økið skal raðfest enn hægri tey næstu árini. – Samstundis hava vit staðfest, at nú er ein ávísur bíðilisti til frítíðarskúlan, men tað kemst av, at alsamt eldri børn sleppa í frí­tíð­ar­ skúla eftir vanliga skúlatíð, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Harafturat er stórur bíði­ listi eftir at sleppa úr dag­ røktini á Tvøroyri í barna­ garðin. Tí fer býráðið næsta ár at byggja barnagarðin út, so at pláss verður fyri 20 børn­ um afturat teimum næstan 50, sum pláss eru fyri nú, fulla tíð. Í Dagrøktini eru 46 full­ tíðarpláss, umframt 18 pláss í Hvalba, sum samsarvar við Tvøroyri um dagrøkt­ ina. Tá ið barnagarðurin verð­ ur bygdur út, skal felags­ rúm gerast í barnagarði­ num til dagrøktina, so at alt smábarnaøkið verður savnað í einum staði. Dag­ røktarmammurnar hittast við børnunum fast ein dag um vikuna og tað skal felagshølið brúkast til. Higartil hava dagrøktar­ mammurnar hitst í einum hølum í kjallaranum í skúlanum í Trongisvági. Men dagrøktin skal hava nýggj felagshøli í barna­ garðinum, er ætlanin at frítíðarskúlin skal fáa høli­ ni í kjallaranum í skúlanum í Trongisvági afturat. Sostatt fær eisini frí­ tíðarskúlin betri umstøður so at børn úr triðja flokki og kanska enn eldri, eisini kunnu sleppa í frítíðarskúla. Í løtuni er pláss fyri gott 20 børnum í frítíðarskúlanum, men tá ið hann er bygdur út, verður pláss fyri 50 børn­um í frítíðar­skúla­ num. Tá ið børnini vilja sleppa úr dagrøkt yvir í barna­ garðin, eru útlit til, at dag­ røktin verður niðurlagað. – Hinvegin kunnu dag­ røktarmammur vænta at fáa størv í barnagarðinum tá ið hann verður útbygdur, sigur borgarstjórin. Tilsamans fer Tvøroyrar Kommuna sostatt at brúka 8,7 milliónir til barnaansing næsta ár. Barnagarðurin á Tvøroyri skal nú byggjast út, so at pláss verður fyri 20 børnum afturat. Harafturat skal felagshøli gerast til dagrøktina, so at øll barnaansingin er savnað á einum staði Vágbingar fara nú at tosa við onnur um framtíðina Kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy fáa nú fundarboð frá vágbingum at tosa um framtíðina Kommunur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú ætlar Vága Býráð sær rættiliga at seta hol á fram­ tíðina. Og tað ætlar býráðið sær at gera við at tosa við hinar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy. Vágs Býráð hevði fram­ tíðina hjá Vágs kommunu til umrøðu í gjárkvøldið. Býráðið tók málið upp í kjalarvørrinum á teirri fólka­atkvøðu, sum var í Vági 2. desember um støðuna hjá Vágs Kommunu í framtíðini. Fólkaatkvøðan vísti, at tepur meiriluti var fyri, at varðveita Vág sum sjálv­ støðuga kommunu. Men skulu kommunur í Suðuroy leggjast saman, var stórur meiriluti í Vági fyri at Suðuroy verður tvær kommunur. Og tað var hendan sann­ royndin, sum Vágs Býráð skuldi taka støðu til í gjár­ kvøldið. Tað, sum Vágs Býráð skuldi taka støðu til, var sostatt, hvat úrslitið av fólka­atkvøðuni skal brúk­ ast til. Og niðurstøðan er, at Býráðið er samt um, at tosa við hinar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy um at víðkað samstarvið ímill­ um tær. Tær kommunur, sum Vágs Býráð nú fer at seta seg í sambandi við, eru Sumbiar Kommuna, Porkeris- og Hovs Kommuna. Og nú kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt fara at tosa um økt samstarv, skulu tær eisini kanna møgu­leikan at seta ein arbeiðsbólk at lýsa fyri­ munir og vansar við at leggja syðru helvt í Suðuroy saman í eina kommunu. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, sigur, at inn­ bjóðingarnar til hinar kom­ munurnar, verður helst send í næstu viku, men fundurin verður neyvan fyrrenn í januar. Full semja Hetta var ein avgerð, sum full semja var um í Vágs Býráði. Býráðslimir vóru kortini eitt sindur ójavnir á máli um, hvussu úrslitið av fólka­atkvøðuni skuldi tulk­ ast. Summir býráðslimir staðfesti, at meiriluti hevði verið fyri, at Vágs Kom­ muna skal framhaldandi vera fyri seg sjálva. Og teir staðfestu eisini, at býráðið hevur lovað at úrslitið av fólkaatkvøðuni skuldi virðast. Aðrir býráðslimir høvdu hug at skilja úrslitið øðr­ vísi. Teir mettu, at ætlanin hjá landsstýrinum um sjálv­ bodna kommunusaman­ legging, fer at enda við, at kommunur verða tvingaðar at leggja saman, so ella so. Og teir tulkaðu fólka­ atkvøðuna so, at stórur meiriluti er í Vági ímóti at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. Tí mettu teir, at tað var rætt at Vágs Býráð longu nú tekur málið upp og tekur málið til viðgerðar fyri at standa sterkari brynjað, tá ið kravboðini um sam­an­ legging verður. Tí hildu teir, at tað var rættast longu nú at tosa við hinar kom­ munurnar í syðru helvt í Suðuroy um at leggja sam­ an. Ført varð fram, at kom­ munur í syðru helvt sam­ starva um skúla, lækna, barnaansing og onnur øki. Men býráðslimir hildu eisini, at kommunurnar áttu at funnið semju um, hvussu útbyggingar í syðru helvt í Suðuroy skulu gerast og, hvar tær skulu vera, tað verið seg felags barna­ garður, bátahylur, ídnaðar­ økið o.s.fr. Fara at tosa Borgarstjórarnir í Sumba, Porkeri og Hovi, hava fyri kortum sagt fyri Sosi­ali­ num, at kommunustýrini hava ikki tikið endaliga støðu til kommunu­saman­ legging. Og teir søgdu eisini, at koma fundarboð úr Vági, um samstarv ella um at leggja syðru helvt í Suðuroy í eina kommunu, fara tey uttan iva at tosa við vágbingar. Men teir ivast í, um hetta førir til nakað, tí hóast bygdaráðini ikki hava tikið formliga avgerð um saman­ legging, er tað teirra egna meting, at ongin hugur er til at leggja saman, uttan so, at øll Suðuroy verður løgd í eina kommunu. Í Vágs býráð varð “Einmælt samtykt at Bjóða kommununum í Suðuroyar sunnaru helvt til fundar um víðkað kommunusamstarv og eventuelt, saman, niðurseta ein arbeiðsbólk, sum skal útgreina fyrimunir og vansar við at leggja kommunurnar saman” Hetta er orðarætt tað, sum Vágs Býráð samtykti í gjárkvøldið í kjalarvørrinum á fólkaatkvøðuni 2. desember um framtíðina hjá Vágs Kommunu Í næstu viku fer Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, at senda hinum kommununum í syðru helvt í Suðuroy fundarboð at tosa um víðkað samstarv - og kanska eisini um samanlegging