Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 241 - 13. desember 2006 tíðindi Í Gøtu kommunu bíða tey spent eftir rundkoyringini, sum Landsverk fer at byggja í Gøtudali. Ætlandi verða seks ”armar” úr rundkoyringini, harav ein fer vestureftir til møguligan tunnil inn Millum Fjarða, og ein til eitt framtíðar ídnaðarøkið vestan fyri landsvegin, har ídnaðurin í Gøtu kommunu fær velduga stórar møguleikar Gøtu kommuna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hans Mourits Foldbo sig­ur, at Gøtu kommuna bíðar í spenningi eftir rund­ koyringini, sum Lands­verk fer at bygg ja í Gøtudali, har vegurin úr Leir­víks­ tunlinum kemur oman í lands­vegin niðanfyri nýgg ja ídn­aðarøkið. - Landsverk hevur sett pening av til hetta arbeiði, og vit vænta, at teir fara at gera skjótt av við projektering, soleiðis at arbeiðið kann byrja miðskeiðis í komandi ári. Borgarstjórin sigur, at úr rundkoyringini verða til­ samans seks armar – ein til Fuglafjarðar, ein til Leir­ víkstunnilin og ein oman í Gøtubygd. Ídnaðarøkið, sum Gøtu kommuna hevur planerað eystan fyri landsvegin norð­uri í Gøtudali, er lið­ ugt fyri einum góðum mán­ aða síðan, og beint eftir ársskiftið er ætlanin, at Alu- Plast fer undir at bygg ja á økinum. Planeraða økið er til­ samans einar 13.500 fer­ metrar, harav teir, sum hava stovnað handilsmiðstøðina, ráða yvir 10.200 fermetrum, meðan Alu-Plast ræður yvir 3.300 fermetrum. Lítil seinking Hans Mourits Foldbo, borg­ arstjóri í Gøtu kommunu, sigur, at tað tók umleið eina viku longri enn ætlað at gera ídnaðarøkið klárt, men nú er økið gott og væl klárt at fara inn á. - Vit hava skilt, at Alu- Plast fer í gongd beinan­ vegin, og um ikki so langa tíð fara teir, sum skulu bygg ja handilsmiðstøðina, eis­ini í gongd, sigur hann. Ætlanin var, at handils­ miðstøðin, sum fer at hýsa fleiri handlum og skriv­ stovum, skuldi standa liðug til jólar komandi ár, men sum skilst, fer hendan ætl­ anin ikki at halda. Tí verður handilsmiðstøðin helst ikki liðug fyrr enn móti sumri 2008. - Vit hava skilt, at tað tekur 12 mánaðir at bygg ja bygningin hjá handils­mið­ støðini, og síðan tekur tað einar tveir mánaðir hjá handl­um og skrivstovum at flyta inn í hølini og rigg a seg til. Jólaresið byrjar longu tíðliga í november, og tí náa teir, sum skulu bygg ja handilsmiðstøðina, ikki at verða klárir til jólasøluna komandi ár. Til tess verður tíðin ov tepur. Aðrar umsóknir Hans Mourits sigur seg hava skilt, at bygg ingin av sjálvari handilsmiðstøðini fer í gongd um einar 3- 4 mánaðir, soleiðis at hon kann lata upp fyri al­menninginum fyri summ­ ar­frítíðina í 2008. Borgarstjórin sigur, at tað ikki er óhugsandi, at kommunan í næstum fer undir at planera eitt enn størri øki eystanfyri lands­ vegin í Gøtudali. - Vit hava onkrar umsóknir um vinnuligt virksemi, men hesar eru ikki almennar enn, sigur hann. Spurdur, hvussu stórt saml­aða økið eystanfyri landsvegin norðuri í Gøtu­ dali er, sigur Hans Mourits Foldbo, at hetta fer nakað yvir 30.000 fermetrar til­ samans. - So, her eru nógvir møgu­ leikar og rúmligt hjá vinnu­lívinum, legg ur hann aftrat. Rundkoyring nærkast Hans Mourits Foldbo sig­ur, at Gøtu kommuna bíðar í spenningi eftir rund­ koyringini, sum Lands­ verk fer at bygg ja í Gøtu­ dali, har vegurin úr Leir­ víkstunlinum kemur oman í landsvegin niðanfyri nýgg ja ídnaðarøkið. - Landsverk hevur sett pening av til hetta arbeiði, og vit vænta, at teir fara at gera skjótt av við projektering, soleiðis at arbeiðið kann byrja miðskeiðis í komandi ári. Borgarstjórin sigur, at úr rundkoyringini verða til­ samans seks armar – ein til Fuglafjarðar, ein til Leir­ víkstunnilin og ein oman í Gøtubygd. - Haraftrat verður vegur bygdur úr rundkoyringini og niðan á nýgg ja ídnað­ arøkið, ein vestureftir til enn eitt nýtt ídnaðarøkið vestanfyri landsvegin, og síðan verður ein sætti armur bygdur vestur eftir til ein møguligan tunnil úr Gøtudali og vestur Millum Fjarða. Stórir møguleikar Borgarstjórin sigur, at Gøtu kommuna hevur sett nakað av peningi av til vegagerð Alu-Plast fer í gongd nú og handi Nýggjar bøkur Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur verið sera virkin í desember og hevur givið fleiri bøkur út. Bøkurnar ”Góða nátt barnið”, ”Skipini” og Vetur Meldurbókin” eru til tey smæstu. ”Stór skrímsl gráta ikki”, ”Álvur og hermannapípan” og ”Soleiðis varð eg til” eru myndabøkur til bæði smá og stór børn. Tann seinasta er væl egnað til foreldur, sum vilja greiða børnum sínum frá, hvussu vit øll vórðu til, sigur Bókadeildin í tíðindaskrivi. Betri samband Í einum fyrispurningi í Løgtinginum í gjár fýltist tingmaðurin Gerhard Lognberg á, at ferðasambandið millum Sand og Skúvoy er alt ov vánaligt. Millum annað vísti hann á, at strandfaraskipið, sum røkir siglingina, gongur ikki meiri enn fimm míl. Undir orðaskiftinum segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at umhugsað verður at lata ein skjóttgangandi bát flyta ferðafólk til og úr Skúvoy um summarið, eins og gjørt varð í Mykinesi í fjør.