Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 13. desember 2006 19 tíðindi vestur úr rundkoyringini, har framtíðar ídnaðarøkið hjá kommununi væntandi fer at liggja. - Enn er einki gjørt við ognarviðurskiftini vestan fyri landsvegin, men lítil ivi er um, at hetta verður framtíðar vinnuøkið í komm­ununi. Hans Mourits sigur, at møguleikarnir hjá ídnað­ inum vestanfyri landsvegin eru óendaliga stórir, tí hetta tilsamans er eitt velduga stórt og gott øki. - Tað er rættiliga slætt vestanfyri landsvegin, og soleiðis er hetta lendið sera væl egnað til framtíðar vinnu­øki í kommununi. Borgarstjórin endurtekur, at enn er einki gjørt við ognarviðurskiftini til lendið vestanfyri landsvegin. - Enn eru fleiri møgu­ leikar og gott pláss á ídn­ aðarøkinum eystanfyri lands­vegin, so tað verður í fyrstu syfti her, at vit fara at skapa ídnaðinum og handils­vinnuni karmarnar í nærmastu framtíð, sigur Hans Mourits Foldbo, borgar­stjóri í Gøtu komm­ unu. ilsmiðstøðin í næstum Aftur átalu Løgtingsins Umboðsmaður hevur givið Almannastovuni eina átalu, tí stovnurin brúkti ov langa tíð til at viðgera eina umsókn um fyritíðarpensjón. Umboðsmaðurin átalar, at tað gingu næstan seks mánaðir frá tí, at Vanlukkutryggingarráðið gav Almannastovuni avgerðarheimildina, til avgerðin bleiv tikin. Umboðsmaðurin vísir á, at Almannastovan hevði longu viðgjørt málið, og tí var talan bara um ein avgreiðsluspurning, sigur umboðsmaðurin. Ábøtur í Skúvoy Um ikki so langa tíð verður tað lættari hjá skúvoyingum at fáa olju til bygdina. Sum er verður oljan flutt í tunnum við strandfaraskipinum, men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, upplýsti í Løgtinginum í gjár, at ein loysn er á veg. Ætlanin er, at skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni skulu lata skúvoyingum olju, og so er bara eftir at loysa trupulleikan við at fáa oljuni til húsini í bygdini. Ein tangi á hjólum kann vera ein loysn. Tøting hevur jólagávuna Tøting hevur sølubúð í Syðrugøtu og í Niels Finsensgøtu í Havn, har felagið hevur rikið handilin Vilma í hálvt annað ár. Tøting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í sølubúðini hjá Tøting í Syðrugøtu eru nógv góð jólagávuhugskot, nú jólini nærkast. Sama er í handl­ inum Vilma í Niels Finsensgøtu í Havn, sum felagið í Gøtu rekur. Tøting eigur ikki bygningin í Havn, men bara handilin og vørurnar, sum eru har. Jólagávuhugskot Uffe Bærentsen á Tøting sigur, at tey hava nógv hugskot til jólagávuna, og fólk eru meira enn væl­ komin at støkka inn á gólvið at síggja áhugaverda og forvitnisliga úrvalið av ymiskum pløggum. - Vit vóru við á væleydnaðu mótaframsýningini, sum var á Skipasmiðjuni. Her høvdu vit eini 30 snið við ymiskum nýggjum, sum stórur áhugi var fyri. Hann sigur, at Tøting hevur lagt seg eftir at hava nógv nýggj snið og nýggja vøru, og hann heldur, at hetta er nakað, sum viðskiftafólkini rættiliga hava lagt til merkis. Uffe sigur, at ein minni partur av framleiðsluni hjá Tøting fer av landinum. - Fíggjarliga orkan hevur higartil ikki gjørt tað møguligt at gera stórar avtalur í so máta. Stóran týdning Hann sigur, at útlendsku gestirnir, sum vitja Føroyar, hava stóran áhuga í vørunum hjá Tøting og tað, sum útlendsku gestirnir leggja eftir seg, ger stóran mun fyri virksemið. - Vit fegnast eisini um, at føroyingar upp ígjøgnum árini hava stuðlað okkum so væl og víst okkara framleiðslu so stóran áhuga, leggur hann aftrat. Uffe Bærentsen heldur, at handlarnir hjá felagnum avgjørt eru eina vitjan verdir, nú fólk leita eftir jólagávum – til familju, vinir og kenningar. - Fólk eru meira enn vælkomin inn á gólvið - í Syðrugøtu og í Havn - at síggja okkara forvitnisliga útboð, sigur hann. Tøting bjóðar seg fram, nú jólagávurnar skulu keypast. Felagið hevur sølubúð í Syðrugøtu og í Havn – og vøruúrvalið er áhugavert Mynd: Høgni Thomsen Nýggja ídnaðarøkið eystanfyri landsvegin í Gøtudali liggur nú klárt hjá Alu-Plast og handilsmiðstøðini at byggja á. Ætlandi fer Alu-Plast í gongd beinanvegin – og handilsmiðstøðin um einar 3-4 mánaðir Mynd: Høgni Thomsen Ætlanin er, at seks ”armar” skulu fara úr rundkoyringini, sum Landsverk fer at byggja í Gøtudali. Tveir av hesum – teir, sum fara vestureftir – eru serliga áhugaverdir Mynd: Høgni Thomsen