mikudagur 13. desember 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 241 - 13. desember 2006
tíðindi
Bartal Gregersen gongur í
10.a í Stranda skúla. Hann
gjørdist vinnari í elsta
bólkinum í stuttsøgukapp
ingini, sum KT-depilin skip
aði fyri. Hann hevur skrivað
onkrar stílar fyrr, sum hava
verið eitt sindur langir, men
hann hevur ongantíð skriva
stuttsøgur fyrr.
– Nei, hetta havi eg ikki
roynt fyrr. Vit í okkara
flokki hava gjørt stílar fleiri
ferðir fyrr, men hetta er
fyrstu ferð, eg havi skrivað
stuttsøgu, men eg haldi, at
hetta var spennandi.
Hvussu ber tað til, at tú
valdi at senda eina stutt
søgu inn?
– Vit skuldu skriva ein
krimistíl í skúlanum, og eg
haldi, at mín var hampiliga
góður, og so gjørdu vit av
at senda hann inn til hesa
kappingina, og tað gekst jú
hampiliga væl.
Hvaðani fært tú hugskot
til ein slíkan krimistíl?
– Eg havi sæð onkran
krimifilm í sjónvarpinum,
og so havi eg lagt mær nøk
ur ting í geyma, sum hava
gingið aftur í gjøgnum film
arnar. Hesi tingin royndi eg
so at hava við í stuttsøguni,
sigur Bartal at enda.
Bartal Gregersen,
Stranda skúli:
Óli Hansen og Helgi
Lamhauge ganga í 7.a í
Glyvra Skúla. Teir vunnu
mittasta bólkin í stutt
søgukappingini, sum KT-
depilin skipaði fyri. Teir
siga seg ongantíð hava
roynt tílíkt fyrr.
– Hetta hava vit so ong
antíð roynt fyrr. Lærarin
bað okkum fara í bólkar
ein dagin í skúlanum,
og so skuldu vit arbeiða
saman uppá at gera eina
krimistuttsøgu.
Hvussu var at arbeiða
í bólkum við hesi stutt
søguni?
– Tað var fínt. Vit komu
í bólk saman við teimum,
sum blivu nummar 2 í
kappingini, men tær koyrdu
okkum úr bólkinum, tí
tær hildu okkum vera ov
óseriøsar, og so vunnu vit.
Tað var rættiliga stuttligt.
Hvussu var at skriva
eina tílíka stuttsøgu?
– Hetta var ringt í byrjan
ini, tí tað var rættiliga ringt
at koma í gongd. Tá vit so
fyrst vóru komnir í gongd,
so gekst rættiliga væl at
skriva.
Høvdu tit væntað at
vunnið?
– Nei, tað høvdu vit ikki.
Vit søgdu til stuttleika, at vit
fóru at vinna kappingina,
men innast inni høvdu
vit nokk ikki heilt roknað
við tí, søgdu teir báðir at
enda.
Óli Hansen & Helgi
Lamhauge, Glyvra Skúli:
Týsdagin var há
tíðarhald í menta
málaráðnum, har
virðislønir vórðu
latnar ungum
rithøvundum, ið
høvdu verið við til
stuttsøgukappingina,
sum KT-depilin hevur
skipað fyri í heyst
SØGUKAPPING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Í august í ár sendi KT-depilin
út skriv til allar skúlar um
eina stuttaøgukapping fyri
allar fólkaskúlanæmingar
í Føroyum. Kappingin var
býtt í tríggjar aldursbólkar
- 1. – 4. flokk, 5. – 7.
flokk og 8. – 10. flokk, við
tveimum ymiskum evnum.
Yngsti bólkurin kundi skriva
ævintýr, meðan hinir báðir
bólkarnir fingu høvi at
skriva eina krimisøgu.
Tað serliga við júst hesi
stuttsøgukapping var, at
søgurnar ikki skuldu sendast
inn, men leggjast út á ráðstevnu
á First Class. Hetta hevði við
sær, at næmingar umframt at
leggja dent á at skriva eina
góða søgu eisini máttu læra
seg at nýta First Class. Hertil
kann leggjast afturat, at allir
skúlanæmingar í Føroyum
hava teldupostadressu á First
Class.
Leggja dent á skriving
Kapping er nú at enda komin
og vinnararnir eru funnir.
300 stuttsøgur komu inn til
kappingina. Serliga var tað
aldursbólkurin 5. – 7. flokk,
ið vísti kappingini áhuga,
meðan framhaldsdeildin
ikki var so væl umboðað.
Seinastu árini hevur fólka
skúlin sum heild lagt nógvan
dent á at fáa næmingar at
skriva. Fyri nøkrum árum
síðani gav Føroya Skúla
bókagrunnur tríggjar bøkur út
um ávegisskriving, “Kom og
skriva 1, 2 og 3”, sum Birgit
Arge og Lydia Didriksen
hava skrivað. Hesar bøkur
leggja upp til, at næmingar
arbeiða við at skriva ymiskt
og alla tíðina bøta um
tað, teir skriva. Evnini, ið
verða tikin upp í hesum
bókum, eru sera ymisk og
spennandi, so børnini í dag
rættiliga fáa høvi at royna
síni skrivievni.
Størstur áhugi hjá
11-13 ára gomlum
Um evnini – ævintýr og
krimisøgu – kann sigast, at
tey er væl vald. Bæði evnini
eru ímillum evnini í “Kom
og skriva”, so næmingarnir
kunnu arbeiða við, hvussu
tílík søga kann skrivast,
áðrenn teir seta seg at skriva
sjálva søguna. Til ber at gera
forarbeiðið í bólkum, og júst
ein av vinnraasøgunum,
nevniliga tann fyri 5. – 7.
flokk, var vunnin av tveim
um dreingjum, sum høvdu
skrivað søguna í felag, og
arbeitt við henni í bólki.
At áhugin er størstur ímill
um tey 11 – 13 ára gomlu,
300 ungir ri
Í mittasta bólkinum vunnu Óli Hansen og Helgi Lamhauge úr Glyvra skúla fyri søguna »Ein heilsan úr Brazil.« 2. virðisløn fór
eisini til Glyvra skúla