Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 13. desember 2006 21 tíðindi 1. – 4. flokk: 1. virðisløn: Karla B. Heinesen, Vestmanna skúli, fyri ævintýrið ”Prinsessan og skómakarin” 2. virðisløn: Njál N. Hansen, Tórshavnar kommunuskúlin fyri ævintýrið ”hin fátæki maðurin” 3. virðisløn: Kristianna M. Egholm & Naomi P. Gabor, Vestmanna skúli, fyri ævintýrið ”Prinsessan, sum hevði brú fyri hjálp” 5. – 7. flokk: 1. virðisløn: Óli Hansen & Helgi Lamhauge, Glyvra skúli, fyri søguna ”Ein heilsan úr Brazil” 2. virðisløn: Ásvør Joensen, Sára Tausen & Una Olsen, Glyvra skúli, fyri søguna ”Tann brotni viskarin” 3. virðisløn: Annika H. Wandall, Tórshavnar kommunu­ skúli, fyri søguna ”Morðið!!” 8. – 10. flokk: 1. virðisløn: Bartal J. Gregersen, Stranda skúli, fyri søguna ”Gjørd gerð fær onga vend” 2. virðisløn: Tórur H. Jacobsen, Eysturskúlin, fyri søguna ”Bygdin” 3. virðisløn: Fríða við Streym, Felagsskúlin á Oyrarbakka, fyri søguna ”Ránið” Karla B. Heinesen, Vestmanna skúli: Karla B. Heinesen gongur í 4. flokki í Vestmanna skúla. Hon gjørdist vinn­ ari í yngsta bólkinum í stuttsøgukappingini, sum KT-depilin skipaði fyri. Hon hevur ikki roynt at skriva stuttsøgur áður, men hon sigur seg hava ront okkurt líknandi. – Hetta er fyrstu ferð, at eg havi sent nakað inn til eina stuttsøgukapping. Eg havi onkuntíð sent okkurt inn til barnablaðið, so eg havi roynt tílíkt fyrr, men eg havi ongantíð roynt at skriva eitt ævintýr. Hvussu var at skriva eitt ævintýr? Eg haldi, at hetta var stuttligt. Hvussu ber tað til, at tú valdi at senda inn til hesa kapping? Vit gjørdu hetta í skúl­ an­um, og so bað lærarin okkum um at senda okkurt inn. Eg royndi so at senda hetta inn, og so vann eg. Ætlar tú at royna hetta aftur? Also hetta var stuttligt, men eg veit ikki heilt, um eg fari at royna hetta aftur. Kanska, var tað síðsta Karla segði við einum stoltum brosi á munninum. Vinnarar: er ikki so løgið. Tað er jú júst hesin aldursbólkur, ið í skúlanum arbeiðir við ávegisskriving, so til ber at siga, at ein tílík stutt­søgu­ kapping rættiliga rakar tað, ið nógvir flokkar arbeiða við í skúlunum, og til ber at lata heilar flokkar vera við í kappingini. At fram­ halds­deildin ikki er so væl umboðað kemst kanska av, at næmingar í hesum aldurs­ bólki skriva søgurnar, tí teir hava serligan áhuga í at skriva, heldur enn at heilir skúlaflokkar arbeiða við hesum í felag. Hetta er ikki fyrstu ferð, at KT-depilin hevur skipað fyri skrivikapping ímillum børn og ung. Seinasta ár var tílík kapping á skránni, og tá var evnið yrk­ing­ar. Eisini ta ferðini góvu fólkaskúlanæmingar kappingini ans, og inn komu nógvar yrkingar. Hátíðarhald í Mentamálaráðnum Týsadagin 12. desembur var hátíðarhald í Menta­ mála­ráðnum í samband við, at virðislønir vórðu hand­aðar vinnarunum av stutt­søgukappingini, ið KT- depilin hevur skipað fyri í heyst. Serkøn fólk hava sitið og mett um søgurnar og kosið tær bestu, tó uttan at vita, hvør eigur hvørja søgu. Nógv fólk var savnað til hátíðarhaldið, og lagt var upp til eina serliga løtu. Fyrst blivu vit bjóðað vælkomin, áðrenn Sigurlaug Nielsen, sum hevur staðið fyri kappingini, segði nøkur orð um mannagongdina við kappingini. Tá hon var liðug hugleiddi Lydia Didriksen, sum var ein av dóm­arunum, um innkomnu søgurnar og greiddi frá døm­ingini. Løtan, ið øll høvdu bíðað eftir, kom, tá ið ein av hinum dómarunum, Evald Rasmussen, handaði vinnarunum virðislønirnar. Hjá teimum yngstu fór 1. virðislønin til Karlu B. Heinesen, sum gongur í 4. flokki í Vestmanna skúla. Hon hevði skrivað ævintýrið “Prinsessan og skómakarin.” Eftir at trý tey bestu høvdu fingið virðislønir, bleiv ævintýrið hjá Karlu lisið upp av næmingum á Drama­ verkstaðnum hjá Hjørdis Johannesen. Síðani blivu vinnararnir av hinum báðum bólkunum kosnir. Í bólkinum 5. – 7. flokk gjørdust Óli Hansen og Helgi Lamhauge úr Glyvra skúla vinnarar við søguni “Ein heilsan úr Brazil,” og í bólkinum 8. – 10. flokk fór fyrsta virðislønin til Bartal J. Gregersen úr Stranda skúla fyri søguna “Gjørd gerð fær onga vend.” Næmingar úr Dramaverkstaðnum lósu eisini hesar báðar søgurnar upp. Eftir hetta bjóðaði Menta­ málaráðið okkurt leskiligt til gestirnar, og her høvdu fólk eisini møguleika at práta við vinnararnar. ithøvundar Bartal Gregersen (til vinstru) úr Stranda skúla vann í elsta bólkinum fyri søguna »Gjørd gerð fær onga vend« Í yngsta bólkinum eydnaðist Karlu B. Heinesen úr Vestmanna skúla at vinna fyri ævintýrið »Prinsessan og skómakarin.« Her vunnu vestmenningar eisini 3. virðisløn