mikudagur 13. desember 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 241 - 13. desember 2006
tíðindi
Tað gjørdist Heavy
Mojo úr USA, sum
vann The Global
Battle Of The Bands,
ið varð hildið í The
London Astoria í
gjárkvøldið
GBOB
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Heavy Mojo úr USA fór
við
sigrinum,
teimum
$100.000, heimsumfatandi
konsertferðini, teimum trim
um gittarunum frá Gibson
og heiðrinum vinnari av
The Global Battle Of The
Bands. Støðið í finaluni
var høgt og heilt til síðstu
løtu var púra ógreitt hvør
vinnarin fór at verða. Tí
hóast fleiri bólkar vóru
heilt góðir, so var eingin
veruliga framúrskarandi.
Tó skal eg viðganga,
at tá Heavy Mojo fór av
pallinum eftir eina sera
lívliga framførslu av sínum
heilt egna blandi av rappi og
rokki, so hugsaði eg, at tað
skuldi ikki undra meg um
hesin bólkur fór at vinna.
Fyrra lagið hjá bólkinum var
ok, kanska ikki besta lagið
á kvøldinum, men rættiliga
egið, meðan seinna lag var
ein kókandi hip rokk, orku
veitsla, sum riggaði avbera
væl. Teir tríggir rappararnir
rappaðu ordiliga væl og
komu veruliga út um pall
kantin. Bólkurin aftan fyri
teir spældi væl, og dóms
nevndin greiddi frá, at
orsøkin til, at hesin bólkur
varð tikin framum allar
hinar góðu bólkarnar, var,
at hetta var tann bólkurin,
ið var mest til reiðar, ella
sum teir søgdu – Most
ready to go!
Hesin ummælarin undr
ast meira um úrslitið á
øðrum plássi. Spanski bólk
urin Sixteenth Solid Spread
spældi rættiliga væl, men
sangarin var langt frá
sannførandi. Tónleikurin
var eitt slag av málmstulk
ing av stílinum hjá Depeche
Mode. Ljóðaði nokkso
modernað og var fínasta
slag. Bólkurin fekk gott lív
í fólk, og hevði eitt hvast
men gott ljóð. Stílurin var
rættiliga langt frá øllum
hinum á kvøldinum, men
eg metti stutt og greitt,
ikki at hetta var nóg gott
til at teljast millum betru
bólkarnar.
Japan og bólkurin Flare
Odds fingu triðja pláss
fyri eina fína og sera egna
framførslu. Minti eitt sindur
um White Stripes í útrykki,
men tó uttan at líkjast ov
nógv. Tónleikurin var eitt
slag av japanskari harðari
rokk tulking av bretskum
80’ára poppi. Tónleikaliga
var bólkurin ein av mest
spennandi upplivingunum
og hevði sítt egna boð uppá
tann rokkin, ið er uppi í
tíðini júst nú.
Tann slagið av rokki, sum
nøvn sum eitt nú Killers
hava gjørt væl umtóktan,
var sera væl umboðaður
á konsertini, hetta tykist
at vera tað, sum rørir seg
mest á tónleikapallinum
kring allan heim. Men
eingin bólkur hevði eitt so
sannførandi boð uppá hesa
tónleikagrein, sum Electric
Co. úr Mexico. Bólkurin
spældi henda skjóta, skitna
rokk so sera sannførandi.
Við ein oddamanni, ið
var ein av teimum bestu á
kvøldinum, var tað eisini
hóskandi, at hesin bólkur
fekk 4. pláss.
5. Plássið býttu Cody úr
Danmark og The Broken
Hearted úr USA millum
sín. Cody var við sínum
fólkarokki,
bólkurin,
ið vann á The Dreams í
donsku finaluni, og bólk
urin var eisini veruliga
góður. Sangarin sang væl
og tónleikurin var fittur og
penur. Ein gjøgnumførdur
bólkur, ið hevði uppiborið
at verða nevndur. Løgnari
var, at The Broken Hearted
taldust millum teir fremstu
við sínum larmi rokki.
Bólkurin rættiliga góður,
men var als ikki ein bólkur,
ið veruliga breyt frá øllum
hinum bólkunum innan
tónleikagreinina, ið eitt nú
Mexico eisini ferðaðist inn
an.
Framførslan hjá Deja
Vu var sum so rættiliga
góð. Bólkurin spældi væl
og løgini eru góð, tó var
langt frá frálíka ljóðin
um í ljóðroyndini til kon
sertljóðið. Ljóðið var rætti
liga keðiligt, onkri ljóðføri
vóru ov hart frá og onnur ov
spakuligt frá. Hetta var sera
skuffandi, tí ljóðroyndin
hevði verið so øgiliga
Heavy Mojo vann The Global Bat
Líggjas Olsen sang bæði løgini
hjá Deja Vu, og hesum slapp
hann væl frá
Amerikanski bólkurin
Heavy Mojo vann
við sínum heilt egna
blandi av rappi
og rokki