mikudagur 13. desember 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 13. desember 2006
23
tíðindi
Sjónvarpsvertur úr
Hvíta Russlandi og
GBOB luttakarin úr
Danmark vóru ikki
nøgd við úrslitið av
GBOB finaluni, ikki
tí teirra lond ikki
vunnu, men tí Deja
Vu ikki vunnu.
GBOB
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
- Eitt fimta pláss er full
komiliga líkamikið fyri
okkum, segði ein av tón
leikarunum í danska bólk
inum Cody, og helt fram
- So leingi sum Deja Vu
ikki vinnur, so hava dóm
ararnir ikki skil fyri, hvat
teir gera.
Teir vóru eisini alt
annað enn sannførdir av
amerikanska
bólkinum
Heavy Mojo.
Eftir ljóðroyndina fyrr
um dagin, gjørdi Líggj
as Olsen úr Deja Vu
samrøðu við sjónvarp úr
Hvíta Russlandi. Vit fingu
orð á sjónvarpsvertin um
kvøldið, tá konsertin leið
móti endanumm. Hon av
dúkaði, at hennara boð
upp á ein vinnara var
Deja Vu, tí bólkurin var
veruliga góður.
Men tey vóru ikki teir
einastu, ið ikki vóru nøgd.
Eftirveitlan í alt ov lítla
dansistaðnum Thirst var
merkt av, at fólk vóru í
eitt sindur ringum lag og
skuffaði. Men hetta er
natúrligt í eini kapping.
Her er jú talan um 24
bólkar og hjálpar- og vin
fólk teirra, ið hava tapt.
Tað var ein tøtt kapping
og eingin skaraði veruliga
framúr, so meiningarnar
vera altíð deildar, um hvør
átti at vunnið, og hvør
ikki átti at vunnið.
Hetta sama var galdandi
í fjør, tá Kopek vann. Eg
var staddur á tí konsertini,
og stóð púra óskiljandi
mótvegis tí úrslitinum, og
eftir at hava hoyrt bólkin
aftur í ár, skilji eg enn
ikki, at hesin bólkur kundi
vinna í fjør.
Flestu londini høvdu
góðar framførslur, bert
Teiland
datt
veruliga
niður ímillum við einum
sera
sera
vánaligum
bólki, har sangarin uttan
iva var versta songrødd á
kvøldinum, og Moldova,
ið ljóðaði sum eitt boð
uppá ein moldovskan
Eurovision vinnara.
Áðrenn úrslitið varð
almannakunngjørt,
var
bólkurin, ið eg metti hava
bestan møguleika fyri at
vinna, Deja Groove úr
Avstralia, við blásarum,
rappi og jass- og reggae
kendum tónum, skapti
bólkurinThe
London
Astoria um til eina stóra
veitslu. Men hesin bólkur
varð ikki nevndur millum
teir fremstu. Eg var eisini
sannførdur um at Deja Vu
kundi gera seg galdandi,
men so varð heldur ikki.
ttle Of The Bands
Hvíta Russland
og Danmark
hildu við Deja Vu
lovandi. Rættiliga fitt av
fólki var komið saman, tá
Deja Vu fór á pallin, og
tey sluppu at uppliva ein
bólk, ið breyt frá tí annars
fjøllbroyttu skránni higartil.
Deja Vu var sætti bólkur á
pallin og tá høvdu vit longu
hoyrt:
Harðan
skitnan
rokk úr Niðurlondum og
Serbia, penan fólka rokk
úr Danmark, siðbundnan
blús og rokk’n’roll úr
Hvíta Ruslandi og eletriskt
kendan rokk úr Spania. So
sveimandi rokkurin hjá Deja
Vu vísti bara enn eina síðu
av ríku tónleikaumboðanini
á konsertini.
Limirnir í Deja Vu vóru
ymsir á máli um avrikið, tá
teir komu av pallinum. Rúni
Højgaard trummuleikarin
helt, at konsertin fyri hans
ara viðkomandi hevði ging
ið sera væl, meðan Flóvin
Viderø var eitt sindu verri
nøgdur.
- Fyri mítt viðkomandi
føldi eg tað ikki veruliga,
segði hann. Jan Zacha
riassen umboðsmaður var
illa nøgdur við ljóðið, ið
hansara bólkur hevði fing
ið, men samstundis helt
hann, at hetta tó ikki var
ein trupulleiki, ið Deja Vu
vóru einsamallir um, tí
eingin bólkur hevði serliga
gott ljóð. Hetta er púra satt,
men samstundis krevur
sveimandi tónleikurin hjá
Deja Vu munandi meira
av ljóðinum fyri at virka
optimalur, meðan skitin
rokkur ikki á sama hátt
hevur tørv á góðum ljóði.
Ljóðtrupulleikarnir vóru
ein natúrlig avleiðing av
mátanum, ið GBOB verð
ur avviklað. Somu ljóð
menn skuldu taka sær av
ljóðinum hjá øllum bólk
um, hetta merkti, at teir
stóðu í hørðum tónleiki
allan dagin í sambandi við
ljóðroyndirnar, og síðan 6
tímar í sambandi við kon
sertina. Menninir vóru
deyvir áðrenn tiltakið fór í
gongd.
Japanska
framførslan
var tann mest
orginala á
kvøldinum
Donsku Cody fingu 5. pláss, men hóast
hetta, vóru teir keddur um, at Deja
Vu ikki vann