týsdagur 30. januar 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 30. januar 2001
25
24
Nr. 20 - 30. januar 2001
framførslu, sum man teljast
millum teirra bestu og
eisini teir megnaðu at fáa
áhoyraran við.
“Bara sakin”
Síðani trinu tríggir ungir
mans á pall. Saman nevnast
teir Multiple Choice. Ikki
nógvir á palli og ungir,
gamaní. Men manningin
megnaði at fylla væl út og
tað ljóðaði væl og sum um,
at tað vóru fleiri á pallin-
um.
Glaður rockur, ið swing-
aði. Og fólk tóku undir.
Stuttligt og fangandi hjá
áhoyrarum var, tá teir móti
endanum sungu ”..bara
sakin”.
Jú, bólkurin var bara sak-
in. Og ivaleyst ein mann-
ing, sum vitjar aftur, tá vit
náa inn í framtíðina.
Betong poppur
Ein av stóru bólkunum til
seinastu kapping, gjørdist
samtakið Clickhaze. Or-
søkin til heitið samtak er, at
her eru savnað góð nøvn úr
øðrum bólkum. Við Petur
Jensen og Eivør Pálsdóttir á
odda náddi bólkurin final-
una í 1999 og ikki er ov
nógv sagt, at fólk væntaði
sær eitthvørt av hesum
bólkinum, nú hann aftur var
við.
Sambært Petur Jensen, so
hevði bólkurin í ermunii
tað, ið hann vildi kalla be-
tong pop.
Og væl smurdir komu
frontfigurarnir á pall, sam-
an við manning. Síðani
seinast var í hvussu er tann
broyting, at kendi bass-
leikarin Michael Blak, sat
handan urguna.
Og beinanvegin sást og
hoyrdist, at her var nakað
øðrvísi, júst sum mong
óivað høvdu væntað. Eyð-
merkingin hjá Peturi var
møguliga
røtt;
betong
poppur. Ilt at siga, júst hvat
slag tónleikurin hjá Click-
haze er.
Men væl leiktur og góð
pallframførsla við teimum
báðum karismatisku front-
fólkunum. Hørð blanding
av ymsum: rap, rock, pop,
techno. Til tíðir kendi ein
seg fluttan aftur í roykfyltu
sjeytiárini. Sermerkt.
Sting poppur
Bólkurin B&Z kom á pall.
Ein ungur bólkur úr Eyst-
uroynni, ið hevur 3 mánaðir
á baki, men er tó ikki stovn-
aður við prixkappingini í
huga.
Og
frásøgumaðurin
dámdi væl navnið á for-
sangaranum. Hann kallast
nevniliga Leif. Talan er um
Leif Anderssen. Hin, tit vita
— beiggi Lenu. Hann er
dugnaligur
sangari
og
lagsmiður og vann saman
við Lenu og Niclasi herfyri
sangkappiingina Vælskapt
Brek.
Hinir í bólkinum eru eis-
ini royndir og koma m.a. úr
bólkinum Ipkiss.
So gott var í væntu. Og
bólkurin borðreiddi eisini
við góðum og vælljómandi
tónum. Ikki líka hørðum
tónum, sum undfarnu bólk-
arnir. Heldur var talan um
pop. Kanska í tráð við
Sting, ella okkurt tílíkt.
Melodiøsur poppur við
góðsku.
Føroysk vágaløg
Holgar og Villmenn komu
síðani á pall. Eftir, at tað
seinnu árini er alt meira at
hoyra av enskum í føroysk-
um tónleiki, halda hesir
garpar seg til føroyskt.
Holgar og hinar villu hava
vit hitt áður í prixkapping.
Og teir halda stílin. Sín
egna. Og ein freistast at
siga, at teir eisini halda
oyggjastílin. So ella so
hómast Tinganest og aðrir
góðir vágabólkar í tónleik-
inum, kryddrað við Cree-
dens. Glaður pop- og fólka-
rockur. Einki fjas!
Og fólk vóru ikki sein at
taka henda møguleika at
fáa sær ein ”vanligan”
swing-om, eftir at hava
fingið hart jarn og betong
alt kvøldið. Melodiøst og
beint fram og føroyskt.
Gospel við Z-Free
Næst síðsti bólkurin var ein
lokalur bólkur — ein suð-
uroyar bólkur. Og ein go-
spel bólkur.
Z-free hevur verið til síð-
ani 1998, tó við skiftandi
manning. Manningin í dag
er millum 16 og 26 ár og
teir leika ymsan tónleik,
m.a. rock og funk.
Spurdir løgna spurning-
in, hvat ein gospel bólkur
ger í prixkapping, eru teir í
Z-Free skjótir at svara, at
hetta er ein góður møgu-
leiki at fáa evangeliið út.
Og bólkurin hevði eina
flotta og skiftandi fram-
førslu, frá rocki til funk, og
tað var eingin ivi um, at
áhoyrararnir tóku undir við
hesum bólkinum.
Einki spæl
Síðsti bólkurin nevndist No
Play, men hóast hetta, leikti
bólkurin. Og væl gekk.
Talan er um ungan bólk. Og
tríggir av manningini eru úr
Multiple Choice.
Tvær ungar sangkvinnur
standa fremst í bólkinum,
ið ikki tóktist nervaður av
at taka dystin upp við allar
veteranarnar, ið høvdu leikt
frammanundan. Og ungi
bólkurin kom væl burturúr
framførsluni.
Aftur her kann væntast,
at vit seinni hitta limir úr
bólkinum á føroyska tón-
leikapallinum. Tað er í
hvussu er at vóna, tí bólk-
urin gav áhoyrarunum væl
eydnaða framførslu leygar-
kvøldið.
Vinnarar
Fyrireikararnir eiga rós fyri
tiltakið í Vági leygarkvøld-
ið. Tætta tíðarskráin helt
innanfyri eina rammu uppá
einar 5 til 10 minuttir og
tað er eitt bragd.
Teir 9 bólkarnir løgdu
professionell avrik úr hond-
um og teir væl kvalifiser-
aðu
dómararnir
kundu
savnast at finna teir tveir
bólkarnar, ið skuldu víðari í
finaluna í apríl. Ikki nøkur
løtt uppgáva!
Spennandi var at bíða, tí
ilt var at meta um og hvørki
tónleikarar ella áhoyrarar
tyktust samd um, hvussu
úrslitið fór at ljóða.
Leif kom at enda við
boðskapinum og bólkur
nummar 2 gjørdist Týr.
Týr kvitteraði við væl
umtókta Orminum og hetta
hóvaði
áhoyrarunum.
Tungu dreingirnir í Týr
vantaðu ikki armar, men
leiktu so fagurliga. Og
áhoyrararnir góvu eisini til
kennar, at eisini har høvdu
tey flestu tveir armar.
Spennandi
løtan
var
komin: á stóra brævbjálv-
anum hjá frásøgumann-
inum stóð NR 1:
Og vinnari gjørdist bólk-
urin Clickhaze, ið kvitter-
aði við góðum tónleiki og
fegin undirhelt bólkurin við
Týr er bólkur, ið settur saman av royndum og vælleikandi
monnum og við Orminum Langa í rock útseting vunnu teir
hjørtuni á áhoyrarunum. Eisini á dómarunum og Týr gjørdist
nummar tvey
Diatribes hava áður rokkið í finaluna, men tað gekk ikki hesaferð. Bólkurin byrjaði kvøldið og
tað er mangan ein tung uppgáva, uttan mun til dygdir annars
Við karismatisku frontfólkunum, Peturi og Eivør, lótu Clickhaze frá sær sín betong pop,
nýhugsan, hóast ein í løtum kendi seg fluttan aftur í sjeytiára tám. Men sermerkt og væl
frágingið. So væl, at Clickhaze vunnu fyrsta umfar og pláss í finaluni
at lata áhoyrarar og dóm-
arar vita, hvussu fegin tey
vóru fyri heiðurin. Skemti
Petur fegnaðist um, at tær
5000 krónurnar, ið bólkurin
hevði latið dómarunum,
høvdu givið bonus.
Kappingin, tann fyrsta,
og spenningurin var av, og
einki hoyrdist um, at nakar
ikki tók undir við dómar-
unum, hóast minst eini 4
nøvn mundu liggja tætt, tá
farast skuldi um málstrik-
una.
Eitt undanumfar á høgum
støði. Vónandi síggja vit
líka góðar undankappingar
í komandi vikuskiftum.
Prix Føroyar er í hvussu er
eitt tiltak, ið er føroyskum
tónleiki at frama og tiltakið
hevur ment seg, eins og
tónleikurin. Og kappingin í
ár ber eisini boð um, at tað
blómar á føroyska tónleika-
pallinum, tí 38 bólkar hava
teknað seg til, og hetta er
met.
Kalda og vakra vetrar-
náttin tók ímóti áhoyrarum
og tónleikarum, eftir lokið
kvøld og á klára himmal-
hválvinum
bleiktraðu
stjørnurnar. Kanksa tær
bleiktraðu
á
komandi
stjørnur.
Diatribes á palli
Loftmiðlarnir á staðnum. Vertur hjá ÚF eru Ginna Midjord og Edvard N. Debess. Í Svf er
Tróndur Vatnhamar vertur. Her síggjast Finnur Hansen og Edvard í ÚF bussinum í einum av
stuttu steðgunum
No Play