Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 20 - 30. januar 2001 Nr. 20 - 30. januar 2001 23 Leiðslan í Herfølge ásannar, at Jákup Mikkelsen ikki verður verandi í felagnum, og roynir tí at selja hann sum skjótast, soleiðis at nakað av peningi kann fáast í kassan SUPERLIGA Jákup Mørk Tá Jákup Mikkelsen á fundi við leiðsluna í Her- følge hóskvøldið boðaði frá, at hann ikki tók av tilboði teirra um nýggjan sáttmála, var talan sum so ikki um nakað útspæl frá hansara síðu. Boðini vóru endalig, og sum skilst, vóru partarnir somikið langt frá hvørjum øðrum í fíggjar- liga partinum, at meira verður ikki gjørt við málið. Skal seljast Síðani hevur Jákup enn eina ferð verið á fundi við leiðsluna, og nú er líkt til, at felagið vil sleppa av mál- verjan sum skjótast. Hetta er tó ikki orsakað av nakr- ari ónøgd, men heldur fyri at royna at fáa nakað av peningi í kassan. Tað er jú soleiðis, at um sáttmálin millum Jákup og Herfølge rennur út, kann Jákup frítt fara úr felag- num, uttan at lata so mikið sum eitt klovið oyra eftir sær, og hetta tykist leiðsla felagsins als ikki at vera áhuga í. Tá vit høvdu orð á Jákupi sunnudagin segði hann tó, at tað enn ikki var komið nakað útspæl um eitt skifti frá nøkrum felag. - Leiðslan hevur lovað mær, at teir skulu hjálpa til við at finna eitt annað felag, men enn er so einki avgjørt um, hvat felag talan verður um. Enn hevur so eingin vent sær til okkum um eitt møguligt keyp, so eg eri framvegis í bíði- støðu. Donsku fjølmiðlarnir fylgja annars framvegis væl við, hvørjar ætlanir Jákup hevur fyri framtíð- ina, og serliga er tað møgu- leikin fyri, at hann flytir heim til Klaksvíkar, sum tykist hava vakt ans. Fjøl- miðlarnir hava tó heldur ikki nakað boð um, hvat komandi felagið hjá Jákupi verður. FCK hevur verið nevnt sum ein møguleiki, eftir at Jákup svaraði einums spurningi frá óalmennu síðu felagsins, FCK- online.dk. Mánamorgunin var tó framvegis einki at frætta í so máta. Teir á heimasíðuni tykjast fylgja væl við, hvat hendir við málverjanum, men skriva tó, at enn hevur samband ikki verið millum partarnar. Faxe verður Annars tykist tað nú greitt, at venjarin hjá Herfølge, John »Faxe« Jensen, nú fer at leingja sáttmálan. Sein- asta hálva árið ella so hevur dúgliga verið gitt um, hvørt Faxe fór at søkja starv hjá øðrum felag, eftir at sátt- máli hansara fór at ganga út, men hetta verður so av ongum. Sambært onside.dk eru Faxer og leiðsla felagsins samd um at leggja trý ár afturat verandi sáttmálan- um, og skuldi nýggjur sátt- máli ætlandi skrivast undir í gjár ella í dag. Steen Sarka, ítróttastjóri í Herfølge, sigur við heimasíðuna, at teir í felag- num eru sera fegnir um, at Faxe verður verandi, og vísur m.a. á umfatandi ungdómsarbeiðið, sum venjarin hevur sett á stovn í felagnum. Eisini vísur hann á, at fleiri leikarar, sum eru í samráðingum um nýggjan sáttmála, hava lagt trýst á leiðsluna fyri at fáa teir at leingja sáttmálan við Faxe. Møguliga verður fyrsta uppgávan hjá Faxe, nú hansara framtíð er fastløgd, at finna ein nýggjan mál- verja til liðið, sum í fjør varð danskur meistari, men sum í ár aftur hevur átikið sær meira væl kenda leik- lutin í niðaru hálvu av stigatalvuni. Støðan 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 - 0 426 222 204 16 2 VB 3 2 - 0 - 1 383 291 92 13 3 Stjørnan2 1 - 0 - 1 379 313 66 12 4 Kyndil 1 1 - 0 - 0 297 342 -45 7 5 Neistin 1 0 - 0 - 1 279 293 -14 5 6 Sóljan 2 0 - 0 - 2 252 376 -124 2 7 Tjaldur 1 0 - 0 - 1 180 359 -179 1 Støðan 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 1 1 - 0 - 0 422 304 118 14 2 StÍF 1 1 - 0 - 0 382 336 46 10 3 Kyndil 1 1 - 0 - 0 367 327 40 10 4 Neistin 0 0 - 0 - 0 287 303 -16 6 5 H71 1 0 - 0 - 1 337 370 -33 4 6 KÍF 1 0 - 0 - 1 286 344 -58 3 7 Tjaldur 1 0 - 0 - 1 296 393 -97 3 Máltindurin: Ioana Rapa VÍF 107 (25) Simona Dziugyte Sóljan 103 (23) Regina Radó VB 100 (31) Vesna Tomajek Stjørnan 94 (27) Annika Thomsen Neistin 89 (16) Sóleyð Mikkelsen VÍF 82 (29) Andrea Lütz VB 71 (2) Gurið Mortensen VB 65 (5) Nicolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 64 Fríða Marjunardóttir VÍF 64 (8) Anna K. Samson Stjørnan 63 Nicoleta Radu VÍF 63 Jórun Ludvig Kyndil 59 (11) Lotte Sørensen Kyndil 57 (26) Joan M. Joensen Stjørnan 56 (5) Máltindurin: Halgir D. Olesen H71 109 (14) Bjarni Wardum Kyndil 99 (22) Ingi Olsen VÍF 92 (23) Artur Johansen StÍF 83 (26) Dorica Tomic KÍF 79 (24) Sverri Justinussen Tjaldur 76 (10) Jónleif Sólsker Kyndil 70 (23) Áki Olsen VÍF 66 (4) Sámal Joensen VÍF 63 (3) Costin Dumitrescu StÍF 59 (14) Martin Hummeland VÍF 58 Jacob Jónsson Neistin 52 (6) Mortan Hansen Tjaldur 51 (3) Marius Joensen StÍF 50 (1) Annfinnur N. Debess H71 49 (3) Tær báðar seinnu hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini hjá monnum verða leiktar í kvøld HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast tað kanska kann tykjast heldur óspennandi, so skulu tær báðar seinnu hálvfinalurnar hjá monnum spælast, áðrenn tað við vissu er greitt, hvørji lið skulu hittast í finaludyst- inum annað vikuskifitð. Tað er tó eingin loyna, at tað eru VÍF og StÍF, sum eru greiðir favorittar at vinna sær rættin til finalu- sessirnar. Bæði vunnu tey trygt í hálvfinaludystunum á ávíkavist Kyndli og Neistanum, og harvið tykist tað greitt, at talan verður um somu finalulið sum fyri tveimum árum síðani. Tað ferðina vann VÍF sera tepurt. Orsøkin til, at dystirnir verða leiktir týskvøld, og ikki mikukvøld, soleiðis sum vanligt er, er at U-21 landsliðið hjá monnum fer av landinum mikumorg- unin, og at leikararnir á hesum í fleiri førum eru partur av fyrstudeildarliði felagsins. Ferðin hjá U-21 liðnum viðføriri eisini, at sjálvur finaludysturin er fluttur. Vanliga er hesin fyrsta vikuskiftið í februar, men nú verður hann so ikki fyrr enn 10. februar. Kyndil og VÍF hittast í Høllini á Hálsi í Havn, meðan StÍF og Neistin hittast á Skála. Jákup skal seljast Finaluluttakararnir verða funnir í kvøld Enn er ikki greitt, hvar fótbóltsframtíðin hjá Jákupi Mikkelsen liggur, men leiðslan í Herfølge arbeiðir nú við at selja málverjan áðrenn farið verður undir várhálvuna Fyrsta undanumfar av Prix Føroyar 2001 var í Vági leygar- kvøldið og vinnari gjørdist Clickhaze. Saman við teimum tryggjaði útiseta- bólkurin Týr sær pláss í finaluni PRIX FØROYAR Orð og myndir: Dagfinn Olsen Í fagrasta veðri gjørdu tón- leikarar, viðhaldsfólk, tøkningar, fyrireikarar, útvarps- og sjónvarpsfólk og onnur innrás í Vágsbygd leygarkvøldið. Og ikki sørt, at fólkatalið í Suðuroynni vaks í viku- skiftinum. Í Øravík helt Tjóðveldisflokkurin fund – suðuroyingar fingu tó onga oljuhavn, men eina væl smurda prixkapping. Onkur vildi vera við, at ikki øll sluppu við Smyrli fríggja- kvøldið, men hetta eru óváttað tíðindi. Men víst er, at innrás var í oynna. Orsøkin var, at hóast Prix Føroyar hevur verið tríggjar ferðir áður, so var hetta fyrsta ferðin, at kappingin vitjaði Vág. Fyrsta undanumfar av kappingini í 2001 var í Vági leygarkvøldið og eydnaðist væl. Sum væl upplagdi frásøgumaðurin Leif Láadal segði, so klæddi tað Prix Føroyum at vera í Vági og hesum tóku áhoyrararnir ivaleysir undir við. Og so byrjaði skráin, sum í stóran mun var merkt av tungum tónum. Vágur stóð í tekini rocksins leygar- kvøldið og við høvuðsfyri- reikaranum Fróða Vester- gaard á odda, varð hol sett á fyrsta prix umfarið og hildið verður fram, til finalan verður í Norður- landahúsinum í apríl. Big guitars Fyrstir á pallin vóru Diatribes. Teir eru gamlir kenningar í Prix Føroyar høpi og rukku finaluna seinast. Teir eru veteranar og millum seriøsu og væl- leikandi rockbólkarnar í landinum. Teir løgdu út við full- settum palli við kønari guitarhjálp frá feðgunum Ólavi og Flóvin. Eitt akkustiskt lag við fleiri kassaguitarum. Flott og væl ljómaði. Síðani hildu Dia- tribes fram við tónum, ið fólk meira seta í samband við bólkin, nevniliga harð- ari rock. Væl spældur rock- ur við breakum og taktum, ið ikki altíð eru so líkatil. Dugnaligir menn og væl samanspældir. Limirnir í Diatribes settu hol á kvøldið og tað kann vera ein tung uppgáva. Og sum limirnir seinni stað- festu, so duga teir væl at velja nummar eitt, meðan teir í aðrar mátar kundu hugsað sær at havt lættari við at røkka hetta tal. Vantandi armur og langi ormur Næsti bólkurin á pallin nevndist Týr. Ein útiseta bólkur við royndari manning úr Wolfgang og Wild Child. Frásøgumað- urin upplýsti, at Týr er guður, ið vantaði ein arm og at hetta vóru harðir fýrar, ið nú stóðu á palli. How far to Asgaard, spurdi bólkurin í fyrsta lagnum. Talan var um rock, ið var spældur av monnum, ið duga sítt handverk. Týr spældi bert 3 løg, men tey vóru lang. Og ”langt” var júst eitt av lyklaorðunum hjá Týr. Øll tyktust at bíða eftir rock útsetingini av Ormin- um Langa. Og longi var at bíða. Og so kom Ormurin og langur var hann. Men góður. Manningin í Týr rockaði, so tað stóð eftir í. Týr stóð fyri eini harðari og góðari framførslu. Rockur, brotin úr føroysk- um bergi og við føroyskum stevi. Pallframførslan var góð og við Pól Arna við mikro- fonina rukku teir í Týr út um pallkantin. Væl og virðiliga og fólkið var nú komið í rætta lagið. Feedback eru back I will be back, segði Arnold einaferð. Nólsoyingarnir í næsta bólkinum komu eis- ini back — Feedback! Jú, vit hava sæð og hoyrt teir áður í Prix Føroyar kapping og teir vóru aftur leygarkvøldið. Og teir halda fast við stílin.Teir leika melodiøsan rock uttan tað stóra hóvastáki. Tað merktist, at bólkurin hevur tikið seg fram.Hetta, hóast manningin ikki segði seg hava vant so nógv, sum teir fegnir vildu havt. Men við skjúrtum, brillum og hattum tóku Feedback pallin og komu við eini Prix Føroyar 2001: Betong poppur og langur ormur Clickhaze gjørdist nummar eitt í fyrstu undankappingini til Prix Føroyar 2001 Feedback úr Nólsoy komu á pall undir hatti Menninir í Týr lótu frá sær rock við føroyskum, og tónleikurin er harður og úr føroyskum bergi brotin