Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 241 - 13. desember 2006 ] Altjóða upp­ gáva til Jan Saman við estlendska Margus Kupp skal Jan Hentze døma tríggjar dystir í europiskari undankappingHetta framgongur av seinasta dómarayvirlitinum, sum er sent frá evropeisku flogbóltssamgonguni. Talan er um dystir í undankappingini til Top Teams Women, og verða dystirnir her spældir í Engelhom í Svøríki. Hesir dystirnir vera á skránni fyrst í næsta ár. Dystirnir, sum Jan saman við estlendska dómaranum skal døma, eru teir, sum vertirnir úr Engelholm skulu spæla í undankappingini. Hini liðin í kappingin eru Durres úr Albania, Markopoulo úr Grikkalandi og SLSP Bratislava úr Slovakia. tj Føroysk bók um leikara­ menning Fótbóltssamband Før­ oya gevur miku­dag­in út nýggja fakbók um menning av fót­bólts­ spælarum. Í bókini er ein umfatandi gjøgn­ um­gongd av barna- og ungdómsvenjing í fótbólti. Greitt verður frá teimum ymisku a l d u r s­ b ó l k u n u m , hvussu teir skulu venj­ ast, og hvat teir skulu venja. Jógvan Martin Olsen, lands­liðsvenjari, og mest royndi føroyski fót­bóltsvenjarin, Johan Nielsen, hava skrivað bókina. tj Norra heldur beinu kósini ímóti EM- finaluni, meðan møguleikarnir hjá dønum at røkka hálvfinalunum eru at kalla vekk eftir enn ein ósigur HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Norra, Russland, Ungarn og Danmark. Hetta vóru uppskotini til hálvfinalurnar hjá flest øllum hond­bólts­ serkønum, og fyrstu dystirnar í kappingini var eisini líkt til, at hesir fóru at fáa rætt. Nú er kappingin tó komin til millumspælið, har fleiri av avgerandi dystunum vera spældir. Nú byrja vit at síggja greiðar ábendingar um, hvørji av liðunum koma í hálvfinalurnar, og her liggur okkurt heldur óvæntað lið og lúrir. Bæði Danmark og Ungarn snáv­ aðu í teirra dystum í gjár, meðan Týskland líkist ein­um heldur óvæntaðum hálvfinalisti. Hvør steðgar Norra? Í millumbólki 1 finna vit trý tey fremstu liðini úr bólki A og trý tey fremstu liðini úr bólki B. Undan millumbólkinum mundu flest øll rokna við, at Norra og Ungarn fóru at enda á teimum báðum fremstu plássunum, og at tey sostatt fóru at koma í hálvfinalurnar. Í gjár vóru so fyrstu óvæntaðu úrslitini á skránni í hesum bólkinum. Ikki tí, Norra, sum royn­ir at endurvinna evropa­meist­ araheitið, vísti enn einaferð heimsklassa í teirra dysti ímóti Eysturríki. Har var eingin slingur í valsinum hjá norsku kvinnunum, og sum seinni hálvleikur leið, vaks munurin bara ímillum liðini. At enda hevði Norra vunnið enn ein stórsigur. Stóri leikarin hjá Norra henda dagin var høgri vong­ urin, Tonje Nostvold, sum ferð aftaná ferð sendi bóltin fram við málverjanum hjá Eysturríki. Eitt óvæntað úrslit var tó í einum av hinum dystunum, har Ungarn og Týskland hittust. Týsku kvinnurnar skuldu vinna dystin, um tær skuldu hava nakran møguleika at koma víðari, og tær løgdu eisini bragdliga fyri. Í hálvleikinum førdu tær við heili 10 málum, eftir ein sera góðan innsatsin frá týsku verjuni. At enda vunnu týsku kvinnurnar við sjey málum, og vinna tær síðstu tveir dystirnar, so koma tær í hálvfinaluna. Mundi fingið málrekord Í síðsta dystinum í mill­ umbólki 1 spældu Pólland og Makedonia. Hvørki av hesum báðum liðunum høvdu nakað stig, so liðini høvdu bara æruna at spæla fyri. Allan fyrra hálvleik var Makedonia fleiri mál framman fyri, men í seinna hálvleiki byrjaði pólski leikarin Karolina Kudlacz eitt egið »show« á vøllinum. Tá dysturin var liðugur, hevði hon skotið heili 17 mál, og harvið var hon sera tætt við at sláa málmetið í EM-høpi, sum er 18 mál. Danmark snávaði Millumbólkar 2 var sera javnur, áðrenn fyrstu dyst­ irnir fóru av bakkastokki í gjár. Bara Russland hevði fult stigatal, meðan fýra lið lógu jøvn við tveimum stigum, og eitt av hesum londum var Danmark. Í gjár møtti Danmark vertunum úr Svøríki, sum var einasta liðið í bólkinum uttan stig. Danmark hevði ongantíð tapt fyri Svøríki í EM-høpi undan dystinum, og tí var ikki roknað við, at Svøríki hevði nakran møguleika hesu ferð heldur, men svensku kvinnurnar vildu tað øðrvísi. Frá fyrsta bríksli høvdu donsku leikararnir stórar trupulleikar við svenska málverjanum, Madeleine Grundstrøm, og hetta dugdi svenska álopið at straffa, tí skjótt høvdu tær vunnið sær eina trygga leiðslu. Hesa leiðslu kláraðu danir ikki at hála inn aftur, og sostatt fekk Svøríki síni fyrstu stig í millumspælinum. Ein av favorittunum at vinna kappingini er Russ­ land. Eisini tær vóru í dysti í gjár, tá tær møttu Fraklandi. Russland legði hart út, og tíðliga í dystinum førdu tær við fimm málum. Frakland hevði tó lisið uppá lektiuna, tí løtu seinni høvdu tær vunnið seg fram um, og leingi var líkt til, at Frakland fór at vinna á Russlandi. Í síðsta álop­ inum í dystinum eydnaðist tó Irinu Poltoratskaya at skjóta avgerandi málið fyri Russland, sum sostatt vann við einum máli. Spania er eitt av liðunum, sum hevur fingið sera góð úrslit í Svøríki. Hesa ferð møttu tær Kroatia, og sponsku kvinnurnar vunnu dystin. Sostatt hava tær eisini sett kósina ímóti hálvfinalunum, við eini vælleikandi Susana Fraile á odda. Hon skeyt heili 13 mál í dystinum. Týskland og Spania yvirraska Nú eru fyrstu dystirnir í millumspælinum leiktir, og serliga tvey lið líkjast greiðum hálvfinalistum. Bæði Russland og Norra hava vunnið allar sínar dystir higartil í kappingini, og serliga Norra hevur víst spæl í heimsflokki. Einki óvæntað er tó í úrslitunum hjá Norra og Russlandi, tí hesi bæði londini vóru mett millum størstu favor­ ittarnar. Tað, sum er meir óvænt­ að, er, at Týskland og Spania hava sett beina kós ímóti hálvfinalunum. Vinnur Spania dystin í morgin, so sær ótrúliga gott út hjá teimum, meðan Týskland við sigri í næstu tveimum dystunum eisini líkist einum hálvfinalisti. Tað eru óvæntaðu úr­slit­ ini, sum gera endaspæl stuttlig, og nú hava vit fingið tey fyrstu. EM-Hondbóltur: Enn ein stórsigur til Norra Úrslit frá EM: Millumbólkur 1: Eysturríki – Norra 24 – 39 Ungarn – Týskland 27 – 34 Makedonia – Pólland 33 – 35 Millumbólkur 2: Svøríki – Danmark 27 – 22 Russland – Frakland 25 – 24 Krostia – Spania 27 – 29 Sjálvt um vit hava ein lítlan møguleika at koma víðari, so meti eg, at hálvfinalan nú er rokin. Mette Sjøberg, Danmark ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Marit Breivik og hennara norsku »jenter« stevna beint ímóti finaluni í EM. Í gjár vunnu tær enn ein sannførandi sigur á Eysturríki.