mikudagur 13. desember 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 13. desember 2006
27
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Við keypinum av
leigubilunum hjá
P/F Wenzel hevur
Sp/f Bilrøkt nú
eitt breitt úrval av
ymiskum tænastum
til bileigarar og til
teirra sum ynskja
at leiga sær ein bil.
Leigubilarnir verða
marknaðarførdir
undir navninum “Car
Rental”
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Sp/f Bilrøkt hava enn eina
ferð víðkað sítt virksemi. Nú
hava teir keypt leigubilarnar
hjá P/F Wenzel. Talan er um
eitt breitt úrval av bilum
til ymisk endamál – eisini
vørubilar.
Leigubilarnir
verða
marknaðarførdir
undir
navninum “Car Rental”,
ið er ein tænasta til bæði
Ford-kundar og øll onnur,
siga Jákup á Borg og Geir
Wardum, sum eiga og reka
Sp/f Bilrøkt í Pedda við
Steingøtu í Havn.
Frammanundan hava Bil
røkt klárgering av bæði
nýggjum og brúktum bilum
hjá P/F Wenzel um hendur.
Ein onnur tænasta hjá
Bilrøkt er “Car-cosmetic”,
ið er polering, reinsan og
lakkforsegling av bilum.
Eisini hava teir eina hjálpar-
og flutningstænastu við ein
um bili, sum fólk kunnu
ringja eftir alt samdøgrið.
Umframt tað hava teir
eisini
ein
mekaniskum
bilverkstað og dekksølu.
Verkstaðurin er útgjørdur
við nútímans dekk- og
balanseringsmaskinum, og
teir skaffa øll sløg av dekk
um.
Bilrøkt er eisini ein brúkt
bilasøla. Í tí sambandi
verður konseptið nú broytt
soleiðis at teir ístaðin fyri
at selja bilar fyri fólk, fara
teir nú at keypa brúktu
bilarnar og síðan seta teir til
sølu, siga Jákup á Borg og
Geir Wardum, sum leggja
afturat at teir altíð eru
til reiðar við einum góðum
tilboði upp á at gera bilin
vetrarkláran.
Meira fæst at vita á
heimasíðuni: www.bilrokt.
fo ella við at venda sær
til Sp/f Bilrøkt, Pedda við
Steingøta 26, tel. 588880 /
588881
Fríggjadagin 8.
desember 2006 var øll
ISO góðskuskipanin
hjá P/F Ivan
Johansen Bilum
endurcertifiserað,
tá umboð fyri Det
Norske Veritas,
saman við umboðum
fyri leiðsluna hjá
P/F Ivan Johansen
Bilum gjøgnumgingu
góðskuskipanina
hjá bilasøluni við
Hoyvíksvegin í Havn.
certifikat
Ásetingarnar í góðskuskip
anini krevur, at skipanin
verður
gjøgnumgingin
árliga, men triðja hvørt ár
er stóra endurcertifiseringin
á skránni, og tað var hetta,
sum var á breddanum
fríggjadagin 8. desember
2006. Gjøgnum dagin bleiv
skipanin gjøgnumgingin: á
verkstaðnum, á bilasøluni,
á goymsluni og í leiðsluni.
Tá dagurin var at enda
komin, var ein avsluttandi
fundur har tikið bleiv sam
an um. Úrslitið eftir áhuga
verdar samrøður og stað
festingar var at P/F Ivan
Johansen Bilar fekk endur
nýggjað ISO certifikatið.
ISO – gagnligt,
bæði fyri kunda
og fyritøku!
“Vit kunnu staðfesta at ISO
skipanin, bæði er gagnlig
fyri okkum sum veitarar
av tænastum og eisini fyri
kundan. Sjálv skipanin
er ikki eitt endamál í sær
sjálvum, men er hinvegin
eitt amboð, sum kann nýtast
at fremja góðskustøðið”,
sigur góðskuleiðarin hjá
Ivan Johansen Bilum, Áki
Andreasen. Jón Johansen,
stjóri, leggur eisini afturat,
at við dagligum eftirlitið
á gjørdum arbeiði á verk
staðnum hava vit eftirlit
við tænastuni vit veita;
umframt hetta er hugaligt
at hava møguleikan at fáa
meiningina hjá kundunum
at vita, og sipar til spurn
aðarskemaðini, sum kundar
fáa og kunnu senda innaftur
til Ivan Johansen Bilar.
Hetta seinasta er eisini ein
eyka trygd at fáa møguligar
snøklar fram.
Starvsfólkasamrøður
og skipaði viðurskifti
Ein annar táttur eru árligu
starvsfólkasamrøðurnar ,
har starvsfólk og deildar
leiðari taka eitt prát um
arbeiði, arbeiðskarmar og
viðurskifti, sum kunnu vera
viðkomandi fyri starvið hjá
tí einstaka, starvsfólkinum.
Yvirlit yvir veitarar, gald
andi avtalur – amboð, eftir
lit við amboðum o.s.fr eru
eisini grundleggjandi partar
av ISO skipanini.
Í dag starvast 22 fólk hjá
P/F Ivan Johansen Bilum.
Ivan Johansen Bilar:
Endurnýggjað ISO góðskuskipanina
Bilrøkt keypt leigubilarnar
hjá Wenzel
BMW 316i
Silvur 1999, 91000 km.
119000 kr. Sóltak, cd, el-
rútar, -spegl, alufelgir, spoil-
ara, er sera væl hildin og sær
gott út. Fyrr prísur: 139.000
kr.
Ford Fiesta
1995, 161000 km, 19000 kr.
Góður og bíligur DIESEL
bilur.
Rexton Xdi270 Turbo
Diesel
Hvítur 2006, 3000 km,
310000 kr. Aut gear, air
cond, kromgáttir, eyka dekk
á felgum, krom kúfangara,
org tónadar rútar, Mercedes-
motor,
4x4,
cd/mp3/fm
radio. Vørubilur. Bíligari
bilur kann ganga í býti.
Toyota Yaris
Silvur. 2001. 93000 km.
79000
kr.
El-rútar,
cd,
tónaðar rútar.
Fiat Punto
Bláur. 2003. 48000 km.
59000 kr. Cd, el rútar, í
góðum standi. Fyrr prísur:
89.000 kr
Toyota Avensis 1.8i 5h
Terra
Silvur. 1999. 193000 km.
69000 kr. Cd, el rútar-spegl,
cd, hita í forrútinum. Fyrr
prísur: 89.000 kr
Peugeot 406 3,0. V6
Silvur. 2001. 0 km. 155000
km. Klima, bl. leðursetur, el
rútar-spegl, hita í setrunum,
cd, koyriteldu. Sær gott út og
kraftar sera væl. Fyrr prísur:
165.000 kr.
Bilatorgið
Geir Wardum og Jákup á Borg, sum eiga og reka Sp/f Bilrøkt,
hava keypt leigubilarnar hjá P/F Wenzel