Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 241 - 13. desember 2006 Nýggi Mazda BT-50 var presenteraður fyri tíðindafólki í Athen síðst í november. Áhugavert var at hoyra japanarar, sum sjálvir hava verið við til at konstruera BT-50, greiða frá um konstruktiónina av bilinum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Magnus Gunnarsson Athen: Í viku 48 vóru vit í Athen í Grikkalandi og royndarkoyrdu nýggja Mazda BT-50. Í floghavnini í Athen stóðu fólk frá Mazda fyri okkum. Bilarnar ið vit skuldu royndarkoyra, stóðu parkeraðir við eitt hotel nærhendis floghavnini. Har vóru nógvir Mazda BT-50 í ymiskum útgávum og litum. Tann dagin vit komu, var veðrið var gott, og hitin lá um 16 stig. Athen er ein av heimsins kendastu býum við eini ríkar søgu. Stóru ferðamálini hjá ferðafólki eru t.d. Akropolis, Erekhteion og onnur kend gomul bygningsverk. Vesturlendska mentan og demokrati saman við nú­­tímans náttúruvísindi hevur sín uppruna í býnum. Í sjálvum býnum, og øki­ num har rundan um, búgva næstan 4 milliónir fólk, sum er meira enn ein triðingur av øllum landsins íbúgvum. Athen liggur á einum stórum slætta við fýra fjøll­um rundan um. Hetta hev­ur við sær at býurin hev­ur stórar trupulleikar við dálking, tí útlátið frá akførunum sleppur ikki burtur og verður liggjandi yvir býnum. Stórar íløgur eru gjørdar í infrastrukturin við góðum almennum buss- og jarnbreytarsambandi. Alt fyri at minka um nógvu ferðsluna og dálk­ing­ina. Koyringin við diesel­drivn­ um akførum í býnum er nógv avmarkað. Nærhendis Athen síggjast fleiri nýggj bygningsverk frá Olympisku summar­leik­ unum, sum vóru har í 2004. BT=Best Truck Tað er altíð ein uppliving at síggja, hvussu nógv verð­ur gjørt burturúr, tá eitt nýtt bilmodell verður marknaðarført. Alt gongur fyri seg á fínum hotellum og framsýningarhølum, har tænastan altíð er heilt í topp. Tað er eisini av stórum týdningi fyri bil­ verksmiðjurnar, at tær fáa boðskapin út um nýggja bilin við góðari marknað­ arføring. Á tíðindafundi greiddu umboðini fyri Mazda frá um nýggja BT-50 og japan­arar, sum sjálvir høvdu verið við til at kon­ struera BT-50, greiddu frá um konstruktiónina av bilinum. Mazda BT-50. BT stendur fyri “B-serie Truck” ella sum japanarnir søgdu á tíðindafundinum, at vit vóru vælkomin at siga, at BT stendur fyri “Best Truck”. 50 talið stendur fyri, at bilurin í stødd er millum teir heilt stóru og teir smáu pickup-arnar. Ein miðalstórur pickup. Eftir tíðindafundin var høvi at seta spurningar. Mazda BT 50 presenteraður í Athen bilar Mazda BT-50 í ymiskum útgávum stóðu við eitt hotel nærhendis floghavnini - klárir at royndarkoyra Umboðini fyri Mazda Motor Europe og japanarar frá Mazda í Japan svara spurningum frá motorjournalistum Athen er ein av heimsins kendastu býum við eini ríkar søgu. Akropolis er ímyndin av býnum