mikudagur 13. desember 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 13. desember 2006
29
B-serian hjá Mazda
skiftir nú heilt stíl.
BT-50 er ein heilt
nýggjur nútímans
pickup, sum bæði
vendir sær til
vinnuna og til teirra
sum ynskja sær ein
ektaðan 4x4. Frá
Bilasøluni í Hoyvík
verður sagt, at
bilarnir koma fyrst í
nýggja árinum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Athen: 28. og 29. november
2006 royndarkoyrdu vit
nýggja Mazda BT-50 í
Athen í Grikkalandi. BT-50
avloysir B-2500, sum hevur
verið á marknaðinum síðan
1998.
Í heilt stuttum kann sig
ast, at Mazda BT-50 er ein
nútímans pickup og ein
”rættuligur
offroadari”,
ið lastar nógv, orkar væl
at draga og kann koyra
allastaðni. At bilurin klár
ar seg væl uttan fyri van
liga koyrivegin, fingu vit
sannroynt á “Attart Off
Road Park”, nærhendis
Athen.
BT-50 er ikki bert ein
slitsterkur og haldbarur
arbeiðsbilur, men eisini
ein flottur stílfullur bilur
til tey, sum vilja hava ein
bil, sum sær út av nøkrum
við eykaútgerð sum t.d.
boylum, gáttum o.s.fr.
B-serian
hjá
Mazda
hevur 45 ár á baki - teir
fyrstu komu í 1961. Mazda
hava verið í Føroyum síðan
1967, og B-1600 vóru teir
fyrstu pickup-arnir, sum
komu hendan vegin. Tað
sum hevur eyðkent hesar
bilar heilt frá byrjan er
slitstyrki, og at talan er
um bilar, sum koyra uttan
trupulleikar. Faktiskt hava
teir verið roknaðir sum bein
leiðis arbeiðsamboð hjá eitt
nú handverkarum, bóndum
o.s.fr.
Hesin nýggi BT-50 verður
við til at leiða B-seriuna inn
í 21. øld sum ein nútímans
“off roadari”.
Nýggjur motorur
Tað er ikki bert bilurin,
sum er nýggjur, motorurin
er eisini nýggjur. Talan er
um ein 2,5-litur common-
rail turbodiesel við bleytari
og ljóðleysari motorgongd.
Hesin hevur 143 hk við
einum snúningsmometi upp
á 330 Nm. Ein økonomiskur
og sera kvikur motorur,
sum koyrir frá 0-100 km/t
upp á einans 11,9 sekund.
Mazda BT-50 er ein av
„svervektarunum“ í sínum
klassa. Í teimum ymisku
útgávunum (alt eftir hvussu
stór lastin er), lastar hann
millum 1.118 og 1.172
kg, og kann draga ein við
festisvogn, sum vigar upp
til 3 tons. Í Danmark og
Føroyum verða BT-50 ein
ans seldir sum 4x4 við við
reduktiónsgiri.
Innan er BT-50 sum
ein vanligur persónbilur.
Allar
útgávurnar
hava
sum standard t.d. airbag,
el-síðurútar, el-síðuspegl,
sentrallás, hita í setrunum
og radio við fløguspælara
og møguleika til MP3-
spælara.
Regular, Freestyle
og Double Cab
Mazda
BT-50
verða
marknaðarførdir í trimum
ymiskum útgávum: Regular
Cab, Freestyle Cab og
Double Cab.
Regular Cab 4x4 er
tann bíligasti við minstu
kabinuni við tveimum síðu
hurðum og longstu lastini
upp á heilar 2.280 mm.
Regular Cab fæst eisini
sum ”chassis” til trælast
e.l.
Freestyle Cab 4x4 hevur
størri
kabinu
og
fýra
síðuhurðar, har tann “ósjón
liga” bakhurðin kann latast
upp, og eingin mittarstólpi
er millum hurðarnar. Hetta
ger, at bilurin er sera
arbeiðsligur, og lætt er at
handfara arbeiðsamboð ella
hvat tað skal vera inn og út
úr kabinuni.
Double Cab 4x4 hevur
størstu kabinuna við tveim
um røðum av setrum og
fýra síðuhurðum - sum á
einum vanligum persónbili.
Er væl egnaður sum mann
skapsbilur ella hjá teimum
sum hava brúk fyri stórari
kabinu og last.
Frá Bilasøluni í Hoyvík
verður sagt, at Mazda BT-
50 koma fyrst í nýggja
árinum.
bilar
Mazda BT-50:
“Off-roadari” í heilt nýggjum stíli
Mazda BT-50 er ein
nútímans pickup og
“offroadari”
Til Freestyle Cab og Double Cab ber til at keypa
sokallaða Sumo-pakkan við t.d. 16” alufelgum,
kromaðum síðuspeglum, hurðahandtøkum,
trinbrettum og tokulyktum.