mikudagur 13. desember 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 241 - 13. desember 2006
Nærhendis Athen
fingu vit høvi at
royndarkoyra
Mazda BT-50
undir ekstremum
koyriumstøðum
í “Attart Off Road
Park”. Á eini slíkari
breyt ber veruliga til
at royndarkoyra bilar,
ið bjóða seg fram sum
“off roadarar”
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Athen: Nakað uttan fyri
Athen er “Attart Off Road
Park”, sum er eitt stórt øki,
ið sum navnið sigur, er
gjørt til at royndarkoyra
“off roadarar”.
Í mun til tá ein persónbilur
verður
presenteraður
í
útlandinum, er tað nokk so
nógv annarleiðis, tá talan
er um ein 4x4 pickup. Her
er talan um bilar sum skulu
orka væl at draga og klára
seg væl bæði á vanliga
koyrivegnum og uttan fyri
vanliga koyrivegin, eisini
har tað sær út til at vera
óframkomiligt.
Bert at koyra á vanligum
koyrivegi sigur ikki so nógv
um ein slíkan 4x4. Tí vóru
bilarnir royndarkoyrdir á
“Attart Off Road Park”, ið
er ein runubreyt við ringast
hugsandi koyriumstøðum.
Tað var “imponerandi” at
síggja, hvussu væl BT-50
kláraði seg í tí óframkomilga
lendinum í Attart Off Road
Park. Upp á heyggjar
og niður í runudýki, har
vatnstøðan var um hálvan
metur fleiri staðni. Á eini
slíkari breyt ber veruliga til
at royndarkoyra ein bil sum
kallar seg “off roadara”.
Motorjournalistarnir
sluppu at royna bilarnar
og seta teir “upp á prøva”
undir “ekstremum” koyri
umstøðum á hesi breytini,
sum er gjørd til royndar
koyring av slíkum bilum.
BT-50 koyrdi sum eitt
“tanks” og kom fram alla
staðni. Hóast vit royndu
at provokera bilin við t.d.
at steðga í brattlendi, ella
har sum vatnstøðan var
um hálvan metur høg.
Har var eingin trupulleiki,
hann slapp altíð avstað
aftur. Eingir trupulleikar
við at klára seg gjøgnum
hesar óframkomiligu koyri
umstøður.
Royndarkoyringin
á “Attart Off
Road Park” er
eisini at síggja
sum kykmyndir á
portalinum.
Mazda BT-50:
Attart Off Road Park
“Attart Off Road Park” er
eitt stórt øki, ið er gjørt til at
off road. Eitt slíkt øki kundu
vit væl havt í Føroyum til
ymsikar off road koyring og
kappingar
Mazda BT-50 slapp at prógva hvat hann klárar undir “ekstremum” koyriumstøðum
BT-50 koyrdi sum eitt “tanks” og kom fram
allastaðni
bilar