Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 13. desember 2006 31 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Hetta er ótrúligt. Eg vóni, at onnur fáa sama møguleika sum eg Christer Fuglesang Stutt sagt Sekur í fólkamorði Ein dómstólur í Etiopia hevur dømt landsins fyrr­ verandi forseta og eina­ ræðisharra Mengitsu Haile Marian sekan í fólka­morði, og sambært etiopiskari lóg kann hann fáa deyðarevsing. Men­ gitsu møtti ikki sjálvur í rættinum. Hann býr í Zimbabwe, og stjórnin har hevur sýtt fyri at útflýggja hann. Tvørturímóti býr Mengitsu í einum marg­ lætishúsum, sum zimbab­ wiska stjórnin hevur latið honum. Mengitsu Haile Marian tók valdið í Etiopa í 1974, og hann stýrdi landinum við harðari hond líka til 1991, tá hann bleiv koyrdur frá. Meiri enn 70 av hansara gomlu medarbeiðarum eru eisini drignir fyri rættin. Vænta 25 metra aldu Norsku veðurmenninir hava boðað frá illveðri fram við strondini í Møre og Trøndelag hóskvøldið. Veðurstovnurin Storm Wether Center sigur í sín­ ari forsøgn, at vindferðin kann koma upp í 40 metrar um sekundið, og at aldan kann koma upp í 25 metra hædd. Norska veðurstovan væntar kort­ ini ikki, at tað verður so ringt. Veðurmaðurin Jørgen Grønneberg sigur við Aftenposten, at hann vænar einar 30 metrar um sekundið og millum 12 og 14 metrar høga aldu, men at nakrar kunnu verða upp­ aftur størri. Blind kunnu veiða Í amerikanska statinum Texas hevur ein republi­ kanskur politikari skotið upp, at blind fólk skulu fáa loyvi at fara á veiðiferð við byrsu. Hann sigur, at tey blindu skulu hava ein ljóskastara á høvdinum. Ljósið skal fáa djórini at standa still, og so skal ein vegleiðari siga tí blinda, hvar djórið er. Ætlandi skal uppskotið viðgerast eftir nýggjár. útlond - Eg vóni, at onnur fáa sama møguleika sum eg, segði svenski rúmdarmaðurin Christer Fuglesang aftan á sína fyrstu ferð uttan fyri rúmdarferjuna Sutt fyri klokkan tíggju í gjárkvøldið fóru Christer Fuglesang og Robert Cur­ beam úr rúmdarferjuni Discovery, og teir næstu seks tímarnar og 36 minutt­ irnar arbeiddu teir báðir uttan fyri ferjuna og altjóða rúmdarstøðina ISS. Sjónvarpsmyndir frá rúmd­arumsitingini NASA vístu, hvussu teir báðir festu ein stóran lut uttan á rúmdarstøðina. Stundum vóru teir heilar 60 metrar frá lúkuni á Discovery. Heilt leysir vóru teir ikki, tí ein trygdarlína var millum teir og Discovery. Discovery fleyg við 28.000 kilometra ferð um tíman, og hon brúkti so­statt umleið hálvan annan tíma til eina rundferð um Jørð­ina. Tað bar í sær, at tað var fleiri ferðir dagur og nátt, meðan teir báðir rúmdarmenninir vóru uttan­ fyri. Stutt fyri8 klokkan trý í nátt vóru Christer Fuglesang og Robert Curbeam lidnir við arbeiðið. Tá hann fór innaftur, sendi Fuglesang eina heilsan niður á Jørðina á svenskum: - Teir seinastu fýra dagar­ nir hava verið heilt ótrúligir. Eg vóni, at onnur fara at gera sum eg. Kanska verða tey við til at byggja eina mánastøð, segði tann 49 ára gamli sviin, sum skal úr Discovery eina ferð afturat til arbeiðis í rúmdini. Fornfrøðingar eru komnir fram á ein gravstað, har teir vænta at finna leivdirnar av Paulusi apostli. Eftir áheitan frá Vati­ kaninum hava fornfrøð­ing­ arnir gjørt ymsar rannsóknir undir Pauluskirkjuni í Rom, og har eru teir komnir fram á ein gravstað, sum teir siga vera eldri enn frá árinum 390. Søgufólk hava leingi havt varhugan av, at ein gravstaður var undir altarinum í kirkjuni. Nú hava fornfrøðingarnir flutt teir stóru marmorsteinarnar undir altarinum, og har komu teir fram á gravstaðin. Uttaná standa orðini ”Paulo Apostolo Mart”. Tað er latín og merkir ”Paulus Apostul Pínslarváttur”. Paulus, sum var ein av apotslum Jesusar, var føddur millum ár 5 og 10 fyri Kristi føðing, og søgan sigur, at hann bleiv tikin av døgum í árinum 65, tá Neru var keisari í Rom. Sambært BBC ætl­ar Vatikanið at lata almenn­ ingin sleppa at síggja grav­ staðin hjá Paulusi, men enn er støða ikki tikin til, um gravstaðurin skal latast upp og kannast nærri. Her liggur Paulus grivin Heilsaði á svenskum uttan úr rúmdini