hósdagur 14. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 242 - 14. desember 2006
tíðindi
Gerhard Lognberg
húðflettir sínar egnu
partamenn fyri at
teir hava góðtikið
skattlættan hjá
samgonguni. Her má
okkurt gerast, annars
frykti eg fyri, at tað
fer at kosta okkum
dýrt á næsta vali,
sigur hann
Skattalættin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Javnaðarflokkurin er farin
heilt av sporinum.
Gerhard
Lognberg,
løgtingsmaður fyri Javn
aðarflokkin, vil ikki vita
av skattalættanum, sum
hansara egni flokkur og
hansara egna samgonga,
ætla at seta í verk hesi bæði
næstu árini.
Hann vísir á, at skattalætt
in hjá samgonguni gevur
teimum høgu inntøkunum
nógv størri lætta enn tær
lágu inntøkurnar fáa.
– Tað er ikki ein politikk
ur, sum Javnaðarflokkurin
kann hava í sínum skjøldri,
sigur hann.
Ikki ein flokkur
av snobbum
Og nú gevur hann sínum
egnu partamonnum í Javn
aðarflokkinum eina rætti
liga skortfleingju fyri at
hava góðtikið skattalættan.
Samstundis ávarar hann
tingmanningina hjá flokk
inum staðiliga ímóti at
venda fakfeløgunum bakið.
– Venda vit fakfeløgunum
bakið, venda vit samstundis
tí hugsjón bakið, sum
flokkurin varð stovnaður
upp á, sigur hann.
Hann heldur, at tað fer
flokkurin at verða revsaður
fyri á næsta vali.
– Venda vit fakfeløgun
um bakið, frykti eg fyri, at
tað fer at kosta okkum dýrt,
tá ið val verður aftur.
Tí heitir hann á javnaðar
flokkin um at finna aftur á
sporið, heldur enn at verða
ein flokkur av snobbum.
– Tað vóru verkafólkini
og
tey
lágløntu,
sum
vórðu grundarlagið undir
Javnaðarflokkinum
og
teimum eiga vit ikki at
venda bakið. Vit eiga at
rætta teimum okkara hond,
ístaðin fyri at leggja kongin
og onki gera. Leggja vit
kongin, verða tað onnur
og ikki Javnaðarflokkurin,
sum fara at heysta fruktirnar
av tí.
– Sum Javnaðarmaður
má eg siga, at hetta er ein
syndarlig gongd, leggur
hann afturat
Tí heitir hann á javnað
arflokkin um at leggja á
annan bógv, ongantíð ov
skjótt.
Eitt bragd
Kortini fegnast hann stórliga
um, at Samhaldsfasti verð
ur trýfaldaður í hesum
valskeiðnum, so at hann
verður einar 2300 krónur
um mánaðin í 2008.
– Tað var eitt bragd av
Javnaðarflokkinum, tí hetta
ger rættiliga stóran mun hjá
pensjónistum.
Men hann heldur, at Sam
haldsfasti er ikki nóg mikið
og hann heitti tí staðiliga
á Javnaðarflokkin at bera
so í bandi at skattalættin
verður vendir á høvdið, so
at tey, sum forvinna minst,
fáa mest í lætta og tey, sum
forvinna mest, fáa minsta
lættan.
– At Samhaldsfasti verð
ur styrktur, er ikki nóg góð
grund fyri at góðtaka ein
skattalætta sum hendan.
Hann heldur, at tað nyttar
ikki at siga, at tey, sum
forvinna so lítið, betala so
lítlan skatt og tí kunnu tey
heldur ikki fáa so stóran
skattalætta.
– Eg veit bara, at tey, ið
forvinna 150.000 - 200.000
krónur um árið, arbeiða
minst líka hart, sum tey, ið
forvinna eina millión. Og
tey hava at kalla tað sama
í føstum útreiðslum hvønn
mánað.
Ein hjálpandi hond
Hann var greiður yvir, at
hetta verður fatað sum eitt
álop á hansara floksfelagir
í Javnaðarflokkinum og á
samgonguna.
– Men tað er hetta ikki.
Hetta er ein hjálpandi hond,
tí sum javnaðarmaður kann
eg ikki vera nøgdur tí tað
er ikki rættvíst at lívga so
væl um tey við teimum fúlu
inntøkunum.
Nú hevur eisini verið
frammi, at umboð fyri fak
feløgini ikki sleppa á fund
við Javnaðarflokkinum?
Tað er ógvuliga harmil
igt. Men tey skulu bara
venda sær til mín, so
skal eg skipa fyri fundi í
eini handavending, sigur
Gerhard Lognberg.
Men tú er við í eini sam
gongu, sum hevði avtalað
hendan skattalættan frá
fyrsta degi. Hví gert tú ikki
vart við teg, fyrrenn nú??
– Tað er rætt, at sam
gongan avtalaði skatta
lættan. Men tá høvdu vit
ongar talvur, sum vísti,
hvussu hann fór at raka
ávísar inntøkur. Men hetta
er avgjørt ikki skattalættin,
eg hevði ímynda mær, at
javnaðarflokkurin fór at
góðtaka. Eg hevði ímynda
mær ein skattalætta til
verkamannin og ikki til
stjóralønirnar. Tað stendur
heldur ikki í avtaluni um
skattalættan, at hann skip
ast soleiðis, leggur hann
afturat.
Gerhard Lognberg heldur
tí, at Javnaðarflokkurin
hevur ikki staðið nóg
stinnur á varðhaldi, tá ið
skattalættin varð lagdur til
rættis.
Tí er tað ikki vist, at
hann fer at atkvøða fyri
skattalættanum, tá ið hann
kemur til endaliga viðgerð í
Løgtinginum, ein av næstu
døgunum.
– Men vit eru 21 í sam
gonguni, so tað ger hvørki
frá ella til, hvat eg atkvøði,
tí tað skulu bara 17 atkvøð
ur til fyri at samtykkja eitt
mál. Kortini fari eg at gera,
tað eg kann, fyri at fáa
flokk mín aftur á rætt spor,
leggur hann afturat.
Gerhard Lognberg
húðflettir sínar egnu
– Javnaðarflokkurin skal ikki verða ein flokkur av snobbum, sigur
Gerhard Logneberg, sum gevur sínum egnu partamonnum eina
rættiliga skortfleingju
Krabbar í Vági
Russisk skip, sum veiða krabba, hava lagt veiðina upp til
frystingar í Vági seinastu tíðina. Í gjár var eitt russiskt
skip á Vági við 170 tonsum av krabba, sum vórðu flutt á
frystigoymsluna hjá Faroe Cold Store. Hetta er aðru ferð,
at hetta krabbaskipið hevur lagt upp í Vági, og í síðstu viku
var eitt annað skip har við krabba. Russisku krabbaskipini
goyma krabban hjá Faroe Cold Store, haðani hann verður
avskipaður av landinum.
(Kelda: sudurras.com)
Minnispláta
Fyri góðum tveimum mánaðum síðani savnaðust eftir
komararnir hjá bóndahjúnunum Joen Paula Joensen
(1858-1901) og Sophie Catrine Ziska í Innistovu (1848-
1911) í Klaksvík. Nú hava tey sett forfedrunum eina
minnisplátu um Innistovulonina, sum varð tikin niður fyrst
í sekstiárunum. Plátan bleiv avdúkað seinasta sunnudag í
býlinginum í Vági í Klaksvík og verður fest har seinni.
Innistova í Klaksvík er gamal kongsgarður.
(Kelda: Norðlýsið)
– Skattalættin er
ikki í stríð við góðan
javnaðarpolitikk,
sigur Jóannes
Eidesgaard,
floksformaður
Politikkur
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Floksformaðurin
hjá
Gerhardi Lognberg skilir
ikki
atfinningarnar
frá
sandoyartingmanninum.
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at samgongan hevur framt
skattalætta fyri tilsamans
240 mió. krónur, og at málið
er at taka toppskattin frá
teimum, sum hava vanliga
inntøku.
– Tað er ikki í stríð við
góðan javnaðarpolitikk at
geva arbeiðsfólki, hand
verkarum og starvsfólki
betri sømdir, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann ásannar, at tað
ber sjálvandi altíð til at
finna einstøk dømi, sum
kunnu tykjast óheppin,
og hann dylur heldur
ikki fyri, at skattalættin
hevði sæð øðrvísi út, um
Javnaðarflokkurin
hevði
avgjørt tað sjálvur.
– Men eg haldi, at Ger
hard skuldi heldur víst á,
at føroyskir pensjonistar
hava meri pengar um
hendur enn teir donsku, nú
vit hava megnað at útvega
samhaldsfasta 175 mió.
krónur, so útgjaldið verður
tríggjar ferðir størri, enn
tá vit komu í landsstýrið,
sigur formaðurin í Javnað
arflokkinum.
Gerhard hevur ikki rætt