hósdagur 14. desember 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 14. desember 2006
9
tíðindi
Nýggjar flogrutur
Næsta ár verður tað lættari hjá fólki á Bornholm at sleppa
suðureftir at halda frí. Ferðaskrivstovan MyTravel, sum
eigur Spies og Tjæreborg, hevur gjørt av at skipa fyri
beinleiðis flogferðum úr Rønne á Bornholm til Mallorca,
Kreta og Rhodos. Tann fyrsta fráferðin verður tann 22.
apríl við einum flogfari, sum tekur 211 ferðafólk, og
tann seinasta verður tann 4. oktober. MyTravel væntar, at
umleið 1.000 fólk fara at brúka nýggju ruturnar.
Jvc stereo anlegg
Radio. Fløguspælari við mp3.
Inngangur á frontinum
2 x 30 W rms
Einans 1.498
Á Hjalla · Tel 31 54 15
Jólagávuhugskot
frá Damor
LG dvd spælari
Spælir DivX. Slim design.
Component útgang til flatskermar.
Digital útgang til surround.
Einans 698
LG surround anlegg
Við DVD spælara og Radio. Spælir mp3.
Stereo inngang til t.d. playstation. 220 W.
Einans 1.298
LG surroundanlegg
Við DVD upptakara. Spælir fløgur við mp3.
Component útgang til flatskermar. Radio. 500 W
Einans 3.798
Trot á arbeiðsmegi
ger, at føroyska
flakavinnan missur
minst 300.000
krónur í inntøku
hvønn einasta dag.
Nú má rættilig ferð
setast á arbeiðið at
útvega flakavinnuni
útlendska arbeiðs
megi, sigur Kaj Leo
Johannesen
Trot á
Arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Trot á arbeiðsmegi ger,
at føroysku flakavirkini
missa fleiri hundrað túsund
krónur í inntøku, hvønn
einasta dag.
Tað vísir ein rættiliga
neyv meting, sum fiski
vinnan sjálv hevur gjørt.
Fiskivinnan á landi hevur
mangan ført fram, at trot á
arbeiðsmegi er ein stórur
trupulleiki, tí tey fáa ikki
virka fisk á flakavirkjunum,
sum tey vilja.
Tað eru serliga reinsker
arar, sum stórt trot er á.
Men nú er fyri fyrstu
ferð eitt tal sett á, hvussu
nógv hetta kostar føroysku
flakavinnuni.
Missa 300.00 um dagin
Ein uppgerð vísir, at trotið
á arbeiðsfólki kostar flaka
vinnuni í Føroyum minst
300.000 krónur í inntøku
hvønn einasta dag.
Men hetta er bara við tí
fiski, sum tey arbeiða nú.
Trotið á arbeiðsmegi
ger nevniliga eisini, at
flakavirkini fáa ikki keypt
so nógvan fisk, sum tey
vildu og tí er veruligi
missurin hjá teimum væl
meiri enn 300.000 krónur
um dagin.
Tað er Kaj Leo Johanne
sen, løgtingsmaður og for
maður í Sambandsflokkin
um, sum avdúkar hesi tøl
ini.
Hann hevur tætt samband
við vinnuna, eisini sum
gamal fiskaseljari.
– Eg havi verið í sambandi
við vinnuna og hon hevur
gjørt nágreiniligar útrokn
ingar fyri, hvussu nógv
trotið á arbeiðsmegi kostar
teimum í mistari inntøku,
sigur hann.
Orsøkin til hetta er, at
trotið á arbeiðsmegi ger,
at flakavirkini eru noydd
at virka fiskin minni enn
ætlað, ella senda hann
heilan av landinum.
– Sostatt fæst ikki tann
virðisøkingin burtur úr
okkara
náttúrutilfeingi,
sum vit áttu at fingið og
tað er eitt álvarsmál, sigur
hann.
Mugu fáa útlendingar
Kaj Leo Johannesen stað
festir tí, at tað er ein tann
størsta uppgávan yvirhøvur
hjá politikarum, at útvega
flakavinnuni arbeiðsmegi,
so at javnvág aftur fæst í
handilsjavnan.
– Tað er ikki so lítið, sum
skal til, tí innflutningurin
er nú so stórur, at fyri
at fáa javnvág í, skal
útflutningurin veksa eina
heila milliard. Tað kann
ganga at hava hall í nøkur
á, men tað gongur ikki í
longdini.
– Nú er støðan tann, at
øll hjól mala við fullari
ferð, men okkara størsta
útflutningsvinna bløðir út
og tað gongur ikki.
Formaðurin í Sambands
flokkinum sigur, at hetta
kunnu vit ikki liva við.
– Tí hevur tað so ómeta
ligan stóran týdning, at
Landsstýrismaðurin
í
innlendismálum setir reiði
liga ferð á arbeiðið at
fáa eina skipan, so at vit
kunnu útvega flakavinnuni
útlendska
arbeiðsmegi,
har trot er á arbeiðsmegi í
Føroyum.
– Í løtuni bløðir okkara
høvuðsvinna illa, tí tað
fáast rætt og slætt ikki
arbeiðsmegi og tað er ein
trupulleiki, sum tað hevur
bráðskund hjá politiska
valdinum at loysa.
Hann er ikki samdur við
teimum, sum siga, at vit
skulu bara gevast við teirri
framleiðslu, sum ikki loysir
seg.
– So einfalt er tað ikki.
Tað hevur alstóran týdn
ing at vit gera okkum
kappingarfør við automat
iseringum o.s.fr. Men enn
er tann maskinan ikki upp
funnin, sum reinsker eitt
fiskaflak.
– Tí hevur tað avgerðandi
týdning, at vit fáa útvegað
vinnuni útlendska arbeiðs
megi. Og tað skal bera skjótt
at. Eg veit, at Landsstýrið
arbeiðir við málinum. Men
tað má vera skjótt, so at
vinnan ikki longu hevur
forbløtt, tá ið ein loysn er
funnin.
Tí fer Kaj Leo Johannesen
nú at skunda undir, at fáa
hetta arbeiðið frá hondini
og tað fer hann nú at tosa
við Landsstýrið um.
– Gera vit onki, er ongin
flakavinna í Føroyum um
nøkur ár. Tì er spurningurin
um vit ikki skulu gera sum
okkara
kappingarneytar
í Íslandi og Noregi, har
70% av flakafólkunum eru
póllendingar og aðrastaðni.
Hann heldur, at eitt
hugskot er at gera eina
FAS-líknandi skipan fyri
flakavinnuna.
– Vit mugu gera upp við
okkum sjálvi, hvat vit vilja
við okkara høvuðsvinnu,
tí sum støðan er nú,
er hon burtur um nøkur
ár, sigur formaðurin í
Sambandsflokkinum.
Missa 300.000
krónur um dagin
– Tað er so stórt trot á flakafólki, at tað er beinleiðis lemjandi fyri flakavirkini. Tí hevur tað
bráðskund at gera eina skipan, so at virkini kunnu fáa útlendska arbeiðsmegi. Tað er eitt arbeiði,
sum Kaj Leo Johannesen í Sambandsflokkinum nú fer at skunda undir