Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 242 - 14. desember 2006 Maðurin, ið koppaði fólkaræðinum og sat sum einaræðisharri í seytjan ár í Chili, er sum kunnugt deyður. Hóast Pinochet ikki formliga hevur sitið við ræðinum í fleiri ár, er ongantíð gjørt upp við tíðarskeiðið, tá Pinochet stýrdi Chili við sera harðari hond. Meira enn 3000 fólk vórðu tikin av døgum ella hvurvu uttan lóg og dóm. Sum tíðin hevur gingið eftir, at Pinochet meira ella minni fríviljaður fór frá sum forseti, eru alt fleiri ræðuleikar komnir undan kavi. Tað síðsta nýggja er, at Pinochet hevur stolið stórar peningaupphæddir úr chiliska landskassanum og krógvað tær í amerikanskum bankum. Sostatt er myndin av tí harðrenda og korrupta einaræðisharranum fullkomin, nú hann andaðist nítieitt ára gamal. Hóast Pinochet fór frá sum forseti fyri fleiri árum síðan, er ongantíð gjørt upp við tíðarskeið hansara. Hartil var hann ov sterkur, og ber hetta nú fyrst til. Lagnunnar speisemi doyði Pinochet á altjóða mannarættindadegnum. Spurdur um hví hann ikki virdi mannarættindini segði hann nógv ár herfyri, at mannarættindi var ein kommunistisk uppfinning. Pinochet tók ræðið í 1973 við hjálp frá hermegini. Forsetaborgin La Moneda, har demokratiskt valdi forsetin, Salvadore Allende, helt til, varð bumbað. Maðurin, ið stóð á odda fyri hesi skemdargerð, Pinochet, var stutt frammanundan tilnevndur her­ ovasti av forsetanum fyri, at hesin, Pinochet, skuldi verja fólkaræðið, ið var komið í vanda. Men Pinochet var bert tann, sum førdi knívin. Leikstjórarnir aftan fyri sótu langt burtur frá Chili og stjórnaðu sorgarleikinum. Uttan eggjan og stuðul frá Nixon og Kissinger hevði statskvettið heilt einfalt ikki kunnað verið framt. Tann sosialistiski politikkurin hjá Allende hóvaði ikki amerisku stórfyritøkunum, ið alla øldina høvdu ríkað seg upp av náttúrutilfeingi Chilis. Kvettið í Chile i 1973 var ein skelkur fyri demokrat­ iska heimin og ein álvarsom læra og avdúkaði, at tað konservativa USA kennir einki mark, tá tað ræður um at tryggja áhugamálunum hjá multinationalu fyritøkunum. Einaræði Pinochets fekk eisini stuðul frá demokratisku stjórnini í Bretlandi, har Marga­ reth Thatcher stuðlaði diktaturinum av fullum huga. Eisini framstandandi politikari í Føroyum stuðlaði Pinochet. Hetta kann vera torført at skilja í dag. Men hetta hevði nakað at gera við hatrið til sosialismuna. Pinochet varð av mongum uppfataður sum verjugarður móti sosialismu og kommunismu. Tískil gjørdist tað mestsum legalt at stuðla honum. Hetta hevði valla kunnað hent í dag. Sosialurin Gera upp við fortíðina Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Eftir heilt óvæntað at verða gjørt til forsíðu-til­ far í Dimmalætting fríggja­ kvøldið 8. desembur, eru eini tvey ella trý ting, sum líka skulu setast upp á pláss viðvíkjandi ung­ dóms­caféini 21:21 í “Fila­ delfia” í Gøtu Tað vóru einaferð í sep­ tember mánaði í ár nøkur ung í Gøtu, sum gjørdu sær tankar um at hava eina eitt sindur annarleiðis café, heldur enn vanligu ungdómsmøtini, sum plagdu at vera í Gøtu sættu hvørja viku. Bara fyri at royna okkurt nýtt. Ætlanin var at hava eitt viðkomandi tema hvørja ferð, har eitt kristið listafólk (meir ella minni) varð viðgjørt og tosað um. Og nógv var at velja ímillum. Hesi ungu fólkini eru vit, og vit valdu at byrja við Bob Dylan fríggjakvøldið 1. desembur. Hann gjørdist kristin í ’78, og gav tríggjar “gospel” fløgur út næstu trý árini. Hann gav eisini eina nýggja fløgu út fyrr í ár, og tí hevði tað næstan verið bæði synd og skomm ikki at byrjað við honum. Vit byrjaðu hesa caféina, 21:21, mest fyri at vísa á fjølbroytni í kristnari list. Fleiri kristin listafólk hava verið við til at skapt og formað populer-mentanina í dag. Vit ætla, sum sagt, at hava eitt temakvøld hvørja ferð við einum av lista­fólkun­um og soleiðis lýsa leik­lutin hjá kristin­ dóminum í skapanini av vest­urlendskari populer ment­an anno 2006. 21:21 er ikki ein “upp­ gerð”, sum súrir og mis­ nøgdir “post-baptistar” vilja hava við ”langar talur og langar peikifingarar” í  “einsporaða kristin­dóm­ in­um”. Als ikki. Men held­ur eru vit ein natúrlig avleiðing av progressiva samkomulívinum, sum vit eru uppvaksin við, og sum vit hava verið vitni til síðstu tíðina her í Gøtu. Vit eru ikki uppreistrarfólk, men fakkulberar, fult stuðlaðir av samkomuni, sum taka tey grundleggjandi virðini, sum kristna samkoman altíð hevur staðið fyri, og gera tey relevant fyri okkara ættarliði. Okkara málbólkur eru ser­­liga tey, sum ikki verða nádd til onnur kristin tiltøk, og sum upp á onkran máta “detta burtur ímillum”. 21:21 er eitt alternativ, sum priorterar annarleiðis og tí eisini talar til onnur fólk enn vanliga møtigangaran. Men øll eru sjálvandi vælkomin, og vit vænta eisini at aftan á hetta verður tað smekk fult til næsta tiltak. Á tingfundinum miðviku­ dagin føldi Føroya Løg­mað­ ur seg kallaðan til at seta ein av sínum landstýrismonnum upp á pláss frá Tingsins røðarapalli fyri opnari microfon. Átala løgmanns til Landsstýrismannin kend­ ist sera átrokandi fyri hann at fáa framda, hin átalaði kann væl hereftir kenna seg hóttan í sessinum av sínum leiðara. Løgmaður hevur bæði her og har talað søk teirra samkyndu og nærm­ast hótt føroyingar til at gjøgnum­ føra nógv umrødda mál. Nú bleiv tað ovboðið fyri Løgmann við aðru við­ gerð av umrødda máli í Ting­inum, at okkara kirkju­ málaráðharri skuldi vága sær at taka orðið og ávara ímóti at gjøgnumføra um­ røddu broytingina í straffi­ lógini, tað vildi ikki føra sign­ing við sær fyri føroy­ ingar, segði Jógvan á Lakj­ uni. Um ein nakrantíð skuldi væntað sær at hoyra málið í kirkjumálaharranum, so var tað nú, og takk fái hann fyri tað. Tað varð hildið vánaligt av mongum, tá ið ein frá Brøðrasamkomuni varð valdur til kirkjumála­ ráðharra undir núverandi landsstýrið, harafturat ein abbasonur Victor Danielsen. Veit einki um nakað íkast frá kirkjunnar fremstu monn­um, sum ein kundi havt væntað í hesum nógv umrødda máli, sum viðtikið varð miðvikudagin á tingi. Um orð og átala løgmans skulu vera rættningsvísandi fyri framtíðina í slíkum mál­um stendur eftir at uppliva,vónandi ikki. 21:21 - Uppgerðin, sum ongantíð var Pætur Zachariassen Og disse regeres vi af Jóhannes M. Olsen