hósdagur 14. desember 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 14. desember 2006
11
Á tingfundinum mikudagin
13. des. atkvøddu 17 ting
fólk fyri at broyta grein
266 b í revsilógini. Hendan
greinin hevur onki praktiskt
virði, tí hon snýr seg einans
um, at ongin skal hava
loyvi til í lesarabrævi ella
á annan hátt alment at
hótta, háða ella niðurgera
fólk vegna teirra viðfødda
samleika, og hetta er ikki ein
trupulleiki, sum nakrantíð
hevur fingið fútan at vakna.
(Fútin er tann einasti, sum
hevur rætt til at ákæra eft
ir hesi lógargreinini). Hav
andi í huga, at tey, sum
sambært hesi lóg skulu
eitast at vera vard, bæði
eru kallað talebanar, funda
mentalistar og onnur háð
andi og niðurgerandi orð,
má ásannast, at lógin eru
fullkomiliga óvirkin og
ónýtilig. Enntá umboð fyri
tey samkyndu sjálvi hava
víst á, at lógin í sjálvari
sær ikki hevur praktiskan
týdning, men snýr seg fyrst
og fremst um signalvirði
og viðurkenning. Og júst
tí hevur undirritaði ikki á
nakran hátt kunnað tikið
undir við lógarbroytingini.
Tí signalvirði og lógarfest
viðurkenning hevur djúp
tøknar avleiðingar. Tann,
sum ikki sær, at í hinum
norðanlondunum
hevur
gongdin verið ein støðug
eftirlíkan av krøvum teirra
samkyndu,
er
blindur
við vilja. Sjálvandi vilja
tey samkyndu krevja øll
lógarfest rættindi til at
skipa teirra lív eftir teirra
fortreytum, og tað er eisini
teirra almenna dagsskrá.
At føroyskir politikkarar,
sum í dag atkvøddu ja fyri
lógarbroytingini, skulu vera
so lítið at sær komnir, at
teir í fullum álvara siga,
at hendan lógarbroytingin
onki
hevur
við
aðrar
møguligar komandi lógar
broytingar at gera, er at
kasta
fólki
torvmold
í eyguni. Tað er sum at
siga, at vegaføringin til
Hovstunnilin als onki hevur
við sjálvan tunnilin at gera.
Sjálvandi og aftur sjálvandi
er
hendan
broytingin
fyrsta og týdningarmesta
rivan
í
brimgarðinum,
sum verjir føroyska samfe
lagið móti teirri hálovaðu
altjóðagerðini. Sjálvandi
er hetta lykilin, sum letur
hurðina upp inn til sjálv
tøkuborðið,
sum
hini
norðurlondini eru vorðin.
Og sjálvandi fer gongdin
nú at vera tann, at seku
lariseringin av føroyska
samfelagnum fer at taka dik
á seg. Hava vit fyrst givið
eftir fyri villeiðandi og
væltalandi tolseminum, so
hava vit samstundis frásagt
okkum møguleikan fyri
at seta mørk. Hvar skulu
tey setast? Vilja hesi somu
tingfólk ikki eisini verja
rættin hjá samkyndum til
skrásett parlag? Er tað ikki
eisini bert ein spurningur
um javnrættindi og tolsemi,
og skulu tey ikki hava
sama rætt sum øll onnur í
samfelagnum? Og tá tann
rætturin er vunnin, er tíðin tá
ikki eisini komin til, at hesi,
sum ”elska hvønnannan so
ómetaliga høgt”, ikki eisini
hava rætt til at fáa børn og
sleppa at hava eitt ”normalt”
familjulív á jøvnum føti við
øll onnur? Og tey gjalda
eisini kirkjuskatt, og fara
sjálvsagt eisini einaferð
at hava rætt til kirkjuliga
vígslu - hvør kann í tolsemis
og næstrakærleikans navni
seta seg upp ímóti tí?
Norðurlendska
sjálvtøkuborðið
Norðurlendsku vælferðar
samfeløgini verða hálovað
av ja-síðuni. Formaður
Tjóðveldisfloksins nýtir øll
høvi at greiða frá, hvussu
týdningarmikil
altjóða
gerðin er, og í hesum ligg
ur serliga, at vit skulu
gerast eins samfeløg sum
hini norðurlondini - ikki
minst Danmark, sum er
stóra fyrimyndin hjá Tjóð
veldisflokkinum í hesum
døgum, Karsten Hansen
undantikin. Men hesi lond
ini hava mist virðini. Ein
astu virði, sum nú verða
dyrkað, eru tolsemi, sjálv
søkni og ”bara eg sleppi
at gera, sum eg vil, so
vertin á, hvat tú gert, bara
eg fái frið”. Ryggurin er
farin úr samfelagnum og
tjóðskaparligi
samleikin
er horvin. T.d. Danmark
er í dag eitt multietniskt
samfelag. Alt gott um tað,
men tað ræðandi er, at so
hvørt, sum ymsu bólkarnir
- tað veri seg fólkabólkar
ella
minnilutabólkar
-
seta fram ynski og krøv
um lógarfestan rætt til
eitt og annað, geva danir
eftir og lata sær lynda.
Kjarnin í tolseminum og
í ”næstrakærleikanum” er
júst at geva eftir, tá onk
ur krevur sín rætt. Men
hesi, sum krevja sín rætt,
geva ongantíð eftir, tey
bara krevja, tí tey eru
minniluti og fáa við tí
atgongumerkinum atgongd
til alt, sum tey krevja. Og
tann fitti, tolsami, hóvligi
og eftirgevandi danin sigur
”ger so væl, so leingi, sum
eg fái frið”. Tíverri eru danir
nú komnir so mikið áleiðis,
at teirra egna mentan í
ávísan mun má víkja fyri
fremmandum mentanum,
bæði í handilslívi, í skúlum
og á almennum støðum
annars. Til dømis nú jól
ini nærkast, mugu teir
ansa eftir ikki at stoyta
nakran við ov nógvum
jólapynti, har fremmandir
minnilutabólkar
finnast
við øðrvísi mentan. Teir
mugu heldur ikki biðja
ov nógvar kristnar bønir
á almennum støðum sum
t.d. í fólkaskúlunum, tí tað
stoytir fremmandar minni
lutabólkar. Tí má hvør
einast høsnarungi, sum
seldur verður, fyrst verða
signaður av islamiskum
bønum, fyri at hann kann
seljast í vanligum handlum.
Tí mugu tey samkyndu
fáa loyvi til at skipa síni
viðurskifti á jøvnum føti
við vanlig hjún. Tí mugu
tey, sum finna fragd í
skøkjulevnaði, sleppa at
liva sambært sínum lyst
um, sum jú sjálvandi eru
viðføddar. Tí mugu kvinn
urnar, sum ráða yvir egnum
kroppi, sjálvandi fáa fostur
tøku, tá tær krevja tað -
sektin á, hvønn rætt barnið
hevur í móðurlívi. Og tí
mugu tey, sum hava lystir
til kynsligan umgang við
djórum, sjálvandi sleppa at
liva sambært sínari kyns
ligu orientering, tí tað er
jú helst eisini viðføtt og
krevur bæði tign og virðing
frá landsins fólkavaldu
umboðum. Øll hesi viður
skifti eru avleiðing av
somu argumentum og sama
hugsunarhátti, sum liggur
aftan fyri broytingina í
revsilógini § 266 b. Býttis
ligt, snævurskygt og óupp
lýst tolsemi, sum á løgnan
hátt hevur megnað at koll
rent einari samlaðari norð
urlendskari parlamentar
iskari skipan.
Eg sigi bara - vælgagn
ist tykkum í Tjóðveldis
flokkinum og øðrum við
hesa altjóðagerð, sum í
botn og grund hevur eitt
endamál, og tað er oyði
leggja og knúsa tey virðir,
sum okkara forfedrar í guðs
ótta, vísdómi og virðing fyri
nátturuni og menniskjuni
hava lagt sum grundvøll fyri
føroyska samfelagnum.
Verður friður nú?
Onkur politikkari er so
naivur, at hann væntar frið
um hetta evnið framyvir.
Gjørdist tað friður í hinum
londunum, tá tey lótu dyrnar
upp? Beint tvørturímóti.
Tá tey samkyndu fyrst
høvdu fingið fótin inn um
í lógarverkinum, fór kava
bólturin veruliga á rull. Og
síðani hevur verið buldur og
brak um teirra viðurskifti
seinastu 20-30 árini, og tað
er ikki liðugt enn. Soleiðis
verður eisini í Føroyum.
Høvdu vit hinvegin staðið
fast, eins og vit gjørdu í fjør,
hevði møguliga verið friður.
Tá
høvdu
aktivistarnir
helst givið skarvin yvir
og góðtikið støðuna. Men
nú er hurðin latin upp. Nú
eru uppskotini til næstu
afturstigini á gáttini, og tá
høvi bjóðast, verða tey løgd
fram. Og tá skal Føroya
fólk aftur leggja oyra til
endaleysu herferðirnar hjá
fjølmiðlunum. Tá skulu vit
aftur - allir føroyingar - við
lógarkravdum kringvarps
gjaldi gjalda fyri einvísa
propagandavirksemið hjá
Útvarpi Føroya og Sjón
varpi Føroya. Og tá skulu
ivasamir politikkarar aftur
leggjast undir trýst og bróta
ryggin.
Vónin
Mín vón er, at føroyskur
ungdómur er ábyrgdarfullur.
Mín vón er, at føroyskur
ungdómur fer at reisast
til stríð fyri føroyska sam
felagið, fyri virðini og fyri
framtíðina. Eg veit, at eitt
nýtt ættarlið er á veg, sum
hevur sterkan rygg og sum
setir guðsótta, vísdóm og
virðing fyri nátturuni og
menniskjuni í hásæti. Tá
verða tað tey, sum sita við
atkvøðuknapparnar á Før
oya Løgtingi - og tey fara
at hava rygg og dirvi til at
steðga ”altjóðagerðini”.
Ryggbrotið samfelag
løgtingslimur fyri
Miðflokkin
Bill
Justinussen
Ikki ein sigur
fyri Føroyar
Eftir atkvøðugreiðsluna sum var í løgtinginum
mikudagin 13. desember, og úttalilsini hjá løgtings
formanninum í Sosialinum sama kvøld, kenni eg
meg noyddan at boða frá, at eg als ikki taki undir
við sjónarmiðinum, um at atkvøðugreiðslan er ein
sigur fyri Føroyar. Tvørturímóti, so hava 17 tingmenn
við hesum bent tí føroyska samfelagnum inn á eina
vandakós, har næstu stigini verða skrásett paralag,
loyvi til adoptión o.s.fr.
Hetta er ikki tað, sum flokkurin ið eg umboði,
Sambandsflokkurin, hevur staðið fyri, og sjálvur fari
eg at halda fast við ta kós, sum flokkurin hevur havt
síðani hann var stovnaður fyri 100 árum síðani.
Tíðin fer at vísa, at atkvøðugreiðslan í tinginum tann
13. desember 2006, er ikki ein sigur fyri Føroyar.
løgtingsmaður
Alfred Olsen
viðmerkingar
Larmur
Í mínum arbeiði umborð eri eg blivin varur við, at
menn hoyra illa. Menn, sum eru farnir um hálvan aldur
hoyra stak illa. Og summir eldri eru sum potturin.
Hetta kemst av larmi, einum konstantum ólíðiligum
larmi. Serliga ringt er á fabrikkini. Óisoleraði hydraulik
rør hvína millum høvdini á dekkarum, so ikki hoyrist
mannamál. Menn fáa ikki tosa saman, uttan teir venda
andlit til andlit og standa tætt.
Larmurin úr maskingongini er eisini nógvur. Gang
urin er tó mestur á trolara, tá ið trolið ferð afturav.
Millum troldekk og arbeiðsdekk er bert ein 6 m m
óisolerað stálpláta. Tá so trol, bobbensir, breitlar
og ketur fara skramblandi aftureftir, er ein øgiligur
gangur á fabrikkini, meira enn oyrað tolir.
Tað verður eitt krav frá einari nýggjari leiðslu í F.F.,
at skipaeftirlitið fer einkultar túrar til fiskiskap og fær
staðfest, at hesin larmur er heilsuskaðiligur og eisini
ólógligur.
Tá hetta er staðfest, kunnu reiðarar fáa eina freist,
kanska 2 ár at fáa hesi sjálvsøgdu viðurskiftir í rættlag.
Her manglar bara bjálving.
Arbeiðsumhvørvi verður raðfest høgt í einum for
nýggjaðum F. F.
Dan R.
Petersen