hósdagur 14. desember 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 242 - 14. desember 2006
viðmerkingar
Øll hava sínar meiningar
um skúlan og læraran.
Skúlin er eins og seyðurin.
Flestu
føroyingar
vita,
hvussu gott turt- ella skerpi
kjøt smakkar, og vita eisini,
hvussu vánaligt kjøtið kann
vera. Hví kjøtið hevur
ymiskan smakk, er ilt at
siga. Helgi í Brekkunum,
lærari og røktingarmaður,
gjørdi sínar royndir við
seyði fyri at fáa meira og
betri kjøt í fleiri ár og kom
til skilagóðar niðurstøður
hesum
viðvíkjandi. Av
royndum, sum hann hevði
gjørt í fleiri ár, fekst at
vita, hvat vit kunnu gera
fyri at fáa góðskuna betri á
kjøtinum.
Nú er tað kanska ikki rætt
av mær at fara í skerpikjøtið
at samanlíkna tað við fólka-
skúlan. Jú, har er ein rúgva
av kjøti, sum dartar inn
og út hvønn tann einasta
dag. Børnini skulu lyftast
og lættast á rættargarðinum
– í fólkaskúlanum dag og
dagliga, og metingin er
kanska báðumegin við gott
og ringt.
Tað, sum eygað ikki hevur
sæð, og oyrað ikki hevur
hoyrt, rørir ikki hjartað.
Skúlin er tað besta vit eiga
í okkara samfelag. Skúlin
eigur at vera sjónligur í
okkara tilviti, har vit sum
fólk taka hann til okkum
og goyma hann innast inni.
Skúlans orðingum eiga vit
at lurta eftir, taka tær til
okkum og lata hetta verða
ein ímynd av tí tilfeingi,
sum er i skúlanum og gera
hetta sjónligt.
Tú ert í tí tóma rúminum
við hesum - einsamallur/
møll og skal umseta tína
hugsan til ein veruleika, sum
er í álitum, kunngerðum,
lógum og lesiætlan(um).
Hetta er vegleiðingin hjá
einum fólkaskúlalærara.
Siðbundin
fólkaskúlalóg
Fólkaskúlalógirnar, ið vit
hava havt í ár so mong,
hava verið knýttar at stað
festingum, sum hava ført
okkum av stað í t.d. lesing,
skriving, málum, støddfrøði
og kristni . Hetta hevur verið
ímyndin av Føroya skúla,
men tað eru ikki hesar
greinir, ið avmynda tað
tóma rúmið. Onkur segði
við meg nú ein dagin um
mann, sum lá á deyðastrá,
at hann dugdi so væl at
rokna, tá ið hann gekk í
skúla(barnaskúlanum). Ja,
tað var stuttligt hjá honum
at koma í himmiríkið, at
læra okkurt um tað tóma
rúmið, so hann og sankta
Pætur fóru í holt við okkurt
trídimensionelt har uppi í tí
æviga tóma rúminum.
Fyri mær tykist tað sum
um, at vit við pisakann
ingini skulu aftur í ein
krók í skúlanum og førka
okkum eitt sindur í lesing
og skriving. Tað er bara at
siga við lærararnar at díkja
eitt sindur meira á og fáa
børnini at lesa og skriva
eitt sindur meir, so er hetta
komið upp á pláss.
Haldi ikki, at vit hava
verið nóg dugnalig at
avmynda tað rúmliga. Tað
var ein vøkur sjón at síggja
Vígdis í tí tóma rúminum
fyri stuttum í sjónvarpinum.
Lívsjáttandi fór hon av stað
so vøkur sum ein Barbara og
bar landbrimið, havalduna,
silvitnið, tær grønu líðirnar,
fólkið, familjuna og seg
sjálva í rørslum, sum fóru
í hvønn kvist í Føroyum og
aðrastaðni við. Eitt listaligt
bragd. Hetta gav okkum
nógv at hugsa um, hvussu
henda gentan hevði stríðst
fyri at náa hesum máli. Hon
gjørdi Føroya land størri.
Tað kundu heldur verið
latnir fleiri tímar til fimleik
(dans) enn í óðum verkum
at píska smábarna sinni
upp í skúm við lesing og
skriving.
Skúlin hevur til ællar tíðir
verið eitt siðbundið stað
við læru, sum hevur verið
knýtt at ávísari tøkniligari,
økonomiskari, bíbilskari,
vinnuligari og staðbundnari
siðmenning.
Bróta upp úr nýggjum
Nú haldi eg, at vit eiga at bróta
upp úr nýggjum. Vit eiga at
seta høgt lærugreinir, sum
hava samband við tað tóma
rúmið – fimleikur(ítrótt),
dansur, myndlist, tónleikur,
drama,
arkitekturur
og
heimspeki. At læra at skriva,
lesa,
mál(danskt,
týskt,
eingilskt o.s.fr.) og rokna,
kunnu flest fólk gera eftir
stuttari tíð. Foreldur hava
verið ein góður stuðul hjá
børnum í farnum tíðum,
og kundu vit latið teimum
telduskráir á fløgum, har
børnini heima við hús vórðu
stuðlað av hesari tøkni t. d.
at skrivað og lisið. Eingin
ivi er um , at børnini høvdu
fingið betri úrslit í hesi
gongd samanborið við tað,
sum fer fram í dag millum
heim og skúla. Hugsi eisini,
at hetta hevði fest røtur í
barnagørðum, forskúla og
frítíðarskúla. Komu síðani í
skúlan og fóru í holt við
sosialseringar og avmyndaðu
tað tóma rúmið í skapandi
greinum. Hetta hevði givið
okkum eina glóð til dagin, ið
mannavitið kundi tikið til sín
til gleði fyri so mong.
Nú skulu børn læra betur
at lesa og skriva. Og øll eru
á gosi. Fá nema við tær
skapandi lærugreinirnar.
Tað tykist mær sera løgið.
Ein pisakanning ger ikki
skúlan betur, men eitt gott
umhvørvi í lit- og lista
skapum lyftir skúlan, men
tað verður ikki tikið upp á
tungu.
Útbúgving
Nú er at siga, at vit røkka
ikki øllum hesum málum
við tí útbúgving, íð lærara
skúlar geva í dag, tí má
vera boð eftir øðrum fólk
um, ið kundu tikið um end
an í hesi søk. Her skulu
vit vísa stórsinni, tí tað er
barnið, tað snýr seg um og
ikki himmiríkið hjá okkum
lærarum. Tað hevði verið
vert at hugt, hvussu førleikin
er býttur í fólkaskúlanum í
dag. Hvussu nógvir lærarar
kunnu t. d. undirvísa í
myndlist, tónleiki og drama?
Hvussu nógvir kunnu undir
vísa í t. d. í enskum, før
oyskum,
støddfrøði
og
evna- og alisfrøði? Hetta
hevði givið okkum eina
mynd av kunnleikastøði
fólkaskúlans. Vóru lýti í
hesum pørtum, átti verið
hugt at læraraútbúgvingini
og tilgongdini til tær ymsu
lærugreinirnar.
Skúlastjórar
Skúlastjórar skuldu havt
innlit í tónleik, arkitektur,
heimspeki, skaldskap og
verið loystir úr skrivstovu
arbeiðinum og havt dyggan
førleika til námsfrøði og
sálarfrøði. Hugsandi kundi
verið, at teir høvdu útbúgv
ing á hægri støði.
Skúlastjórarnir hava alt ov
stóra makt. Teir eru formenn
í námsfrøðiliga ráðnum,
skrivarar í skúlastýrinum
og hava endaliga orðið at
siga, tá ið ein lærari verð
ur settur. Skalt tú gera
skúlan sjónligari, so mugu
lærarnir hava størri vald.
Sum støðan er í dag, ganga
vit sum skuggar av okkum
sjálvum.
Fólkaskúlalógin,
musikkskúlalógin
og frítíðarlógin.
Vit hava eina fólkskúlalóg,
frítíðarlóg og eina musikk
skúlalóg, sum vert er at
hyggja at. Eg veit ikki,
um hugt verður at hesum
lógum saman, tá ið nýggir
skúlar verða bygdir. Haldi,
hetta kundi verið ein ging
in leið, at sett hesar lógar
greinir undir ein pott og
fingið tað besta burtur úr
hesum lógum. Hví ikki t.
d. hava musikkskúlan og
fólkaskúlan
samtíðis?
Hetta hevði lyft okkum
upp í hæddirnar, har vit
eiga at vera, tá ið hugsað
verður um tónleik - bæði
rytmiskan og klassiskan
tónleik. Haldi ikki, at klass
iskur tónleikur hevur tað
gott í fólkaskúlanum í løt
uni. Hetta er eitt annað
kjak, men at lyfta og lætta,
tað eiga vit at gera, eisini
í lógarhøpi. Tað skuldi
verið ein natúrligur partur í
teimum størru skúlunum, at
vit høvdu barnakór, gentu
kór og hetta var sett á tíma
seðilin.
Søga
Søga er ein edilig grein
í
fólkaskúlanum,
sum
kann vísa vegin til mynd
listasøgu, kristni, tónleika
søgu,
skaldskap,
arki
tektur, filosofi og søgu í
sjálvum sær. Kristni skuldi
verið strikað sum sjálv
støðug lesigrein. Samkom
urnar(heimini) kundu tikið
sær av teimum bíbilsku
frásagnunum, sum tær eis
ini gera, meðan skúlin tók
sær av tí frumkenda í hesi
søk.(t. d. kirkjuligan skald
skap, kirkjulist og kirkju
tónleik (bæði nýmótans og
klassiskan).
Myndlist
Tað, sum hjarta mítt brennur
fyri, er myndlistin. Er søgan
edilig, so er myndlistin
ikki minni edilig. Henda
grein kann geva okkum
eina frágreiðing um okkara
støðu í tí tóma rúminum. Vit
kunnu seta orð á tað tóma
rúmið, vit kunnu seta rørslur
í tað, vit kunnu gera linjur,
flatur, litir, gera skulpturar,
relieff, installatiónir, fara
inn í telduskráir, sum
hava við myndir at gera,
grafikk, design, útferðir
til onnur lond at tilogna
okkum fremmandar mynda
gerðir í list, drama, tón
leiki, sangleiki, livandi
skaldskapi o. s. fr., sum
alt umrøðir okkara støðu í
hesum kosmiska rúmi.
Sum støðan er í dag í
samband við myndlist,
hoyrir hon til tær samskip
aðu lærugrein-irnar, sum
eru fimm í tali. Tónleikur,
heimkunnleiki, smíð, til
evning og handarbeiði.
Hetta var ein góð hugsan,
tá ið hetta kom fram, men
í roynd og veru hevur
hetta verið ein bági fyri t.
d. myndlistina. Bara orð
ingin “Handverk og list”
skaðar greinina. Her í hes
um hópi er henda grein.
Lærarar, myndugleikar og
skúlastjórarar brúka hetta
hvørt um annað. Tað kann
ikki vera meiningin, at ein
so edilig undirvísingargrein,
skal verða huld í eina orðing,
har greinin ikki kemur í
ljósmála beinanvegin. Tað
hevði verið undarligt í tón
leikaheiminum at nevnt øll
barokktónaskaldini fyri at
koma fram til Bach.
Fyri at gjørt hesa lesi
grein sjónligari átti ein
listasøga við hugskotum
um list(skap, hugskot og
treytir) verið frá fyrsta
flokki og til og við 10.
flokk.. Miðnámsskúlarnir
skuldu
sjálvandi
havt
sína listasøgu. Vit kundu
býtt hetta upp soleiðis, at
Strandaskúli tók sær av 1.
flokki, Tvøroyrar skúli av
2. flokki, Skopunar skúli av
3. flokki o.s.fr., so vit fingu
gjørt hesa søgu í einum
trý ára skeiði. Verður hetta
gjørt, skal ein setningur
verða skipaður, sum vit
skuldu hildið okkum til.
Hetta hevði lyft myndlistina
upp á tað støðið, har hon
eigur at vera og glógva sum
ein sjálstøðug lærugrein.
Lítið vita børn um før
oyska listasøgu. Hetta er
stórt spell. Listin er ein
partur av okkara samleika.
Tað er henni ferðafólk fara
eftir, tá ið vitjað verður á
klettunum, tí hon sigur so
ómetaliga nógv um okkum
sum fólk. Hugsi eisini, at
vit høvdu fingið nýggj skap
í listina, men hava fólk hug
at mála postkortlist(kvøld
skúlin), so skulu tey gera
tað, tað er so ein partur av
okkara fólkamentan. Men
at leggja eina nýggja ál
aftur at myndlistini, eiga
vit at royna við hesum,
sum nevnt er. Tað er her, ið
fatanin av myndini kemur
til sín rætt. Hetta er broytt so
tað munar tey síðstu árini,
serliga tey ungu, hava eina
øðrvísi fatan av myndini.
Hví kann skúlin ikki liggja
frammanfyri heldur enn at
tøva í siðbundnum aftur
haldi? Tá ið tú nevnir hetta
fyri teimum tilkomnu, yppa
tey øksl og koma við einum
orðafloymi av óviðkomandi
møsni. Vit vaksnu eru ov
aftarlaga.
Kjøtið
Eg byrjaði við kjøtinum.
Løgið er tað, at kring tann
víða heim avmynda listafólk
kjøtið í dag eins og við
byrjan í fyrru øld. Kjøtið
er tað, ið fer til grundar
– men avmyndar hóast tað
æviga í listini – tað sum
ikki er, tað er. (Santus hjá
Hans Marius Ejdesgård
– lesið søguna!!!!)
Nógv kjøt er í fólkaskúl
anum, og alt hetta kjøt fer til
grundar ein dag, men trist er
tað, tá ið næmingar gerast
navnleysir forbrúkarar í
hesum tóma rúminum. Eg
haldi, at vit sum undirvísarar
eiga at fyrbyrgja hesum,
og myndlistin er eitt gott
amboð, at tað ikki verður
svá. Helgi í Brekkunum
fann útav eini tilgongd til
gott hagakjøt, og nú mugu
vit fáa eina nýggja skipan,
so vit fáa ein øðrvísi skúla
so kjøtið verður gott.
Fólkaskúlin:
Turt kjøt, skerpikjøt og annað
Lærari & listamaður
Frits
Johannesen