hósdagur 14. desember 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 14. desember 2006
13
Ummæli av skald
søguni Sólstormur,
ið varð heiðrað sum
ársins krimidebut
í Svøríki í 2003. Nú
týdd til føroyskt og
útkomin á forlagnum
Nýlendi.
Åsa Larsson
SÓLSTORMUR
Nýlendi, 2006
295 síður, Krimi
Arnbjørn Ólavsson
Dalsgarð
Trúgv kann flyta fjøll, vilja
summi vera við. Um hetta
eisini er galdandi fyri býir,
er ein annar spurningur. Ið
hvussu er, eru tey heilt har
norðuri í Norrbotten farin
undir at flyta allan miðbýin
í einum av stóru býunum,
Kiruna, at hann skal ikki
enda í ánni, sum rennur
har. Um tað ikki eydnast
teimum, er tað hvørki trú
loysi ella gudloysi fyri at
takka, tí fáar staðir í Svøríki
– ella Evropa, fyri alt tað
(Føroyar undantiknar) – eru
fólk so tøld av gudsótta
og heilagum anda sum í
Kiruna.
Tað er úr hesum fjarskotna
jørðildi, krimiskaldsøgan
Sólstormur er sprottin. Rit
høvundurin er Åsa Lars
son, advokatur, og hon er
sjálv fødd og uppvaksin í
Kiruna, men býr í dag í
Mariefred, nærindis Stokk
hólmi. Alt
hetta
eiga
høvuðspersónurin í skald
søguni, Rebekka Martins
son, og rithøvundurin til
felags, men Rebekka hevur
tað afturat, at hon gongur
við einum loyndarmáli,
sum vísir seg at hava træð
rir allan vegin inn í sjálvt
hjartað á ódjórinum, sum
so líðandi trínur fram úr
óhugnaliga myrkrinum uppi
í vetrarklædda og bítandi
kalda Kiruna.
Søgan er í stuttum, at bróðir
eina ungdómsvinkonu hjá
Rebekku, Viktor Strandgård,
verður myrdur. Drápið er
sera rátt, og tað ger tað
ikki minni tespiligt, at tað
er framt í nýggju glæsiligu
og stórbæru kirkjuni hjá
samkomuni Kraftkelduni,
har tann myrdi hevði verið
andaligur fyristøðumaður.
Rebekka, sum býr og
arbeiðir í Stokkhólmi, fer
alt fyri eitt heim til Kiruna
at vera um vinkonu sína
og børn hennara, og sum
frá líður fær hon greiðu
á, at tey eru mong, sum
so ella so kunnu hava
havt sína egnu orsøk til at
drepa Viktor. Men áðrenn
hon veit av, er hon sjálv
vorðin eitt týðandi fólk í
einum talvi, sum verður
stýrt av fanatismu, fjaldum
motivum og maktgirnd.
Sólstormur er ein sera
spennandi
krimisøga,
og hon gongur fyri seg í
einum umhvørvi, sum ikki
er heilt ókent fyri nógvar
føroyingar,
nevniliga
í
einari kristnari samkomu í
einum fjarskotnum og nokk
so avbyrgdum horni av
Svøríki, sum í nógvar mátar
kann líknast við Føroyar.
Kiruna og umráðið kring
býin er og hevur eisini í
søguliga veruleikanum ver
ið sera nógv ávirkað av
trúarsamfeløgum og sam
komum við ógvuliga víð
gongdum sjónarmiðum.
Eitt nú var har í tíðini
millum fyrra og seinna
heimsbardaga ein ovurstór
dómadagssekt, sum hevði
sett ein ávísan dag fyri,
at heimurin skuldi ganga
undir, við tí úrsliti, at lim
irnir í tíðini fram til henda
dag at kalla fingu loyvi til
at gera við hvønn annan
sum teimum lysti. Tá so
dagurin bæði kom og fór,
uttan at heimurin fór nakran
veg, stóðu tey eftir við
moralskum timburmonnum
í ólukkumát. Tað sigst, at av
tí at sektin var so stór, eru
flestu Kirunabúgvar enn á
døgum ættaðir frá onkrum
limi í hesi ólukku sekt.
Fyri okkum føroyingar
eru tað sostatt viðkomandi
og kendir spurningar, sum
verða havdir á lofti. Men
samstundis er verkevnið
– átrúnaður sum motiv fyri
brotsgerð – bókmentaliga
sæð rættiliga fittligt at fáast
við, og tað hevur eisini verið
nógv brúkt í krimisøgum
áður. Spurningurin er tí,
um Åsa Larsson megnar
at fáa sum mest burturúr
tilfarinum, hon hevur at
arbeiða við. Her er svarið:
ja – við einum lítlum:
men. Sum krimisøga eydn
ast Sólstormur heilt væl,
spenningurin verður fast
hildin gjøgnum alla bókina,
og endin er bæði harðligur
og ódligur og hartil nokk
so óvæntaður. Tað er tí
ikki heilt óskiljandi, at Åsa
Larsson fyri Sólstorm fekk
“Svenska Deckarakademins
pris för bästa krimidebut”
2003.
Aðramáta er Sólstormur
ein krimisøga við stórum
K, har søguflætta, spenn
ingsrás og sannroyndir
hava alt at siga, meðan
lýsingar
av
persónum,
umhvørvi
og
samfelag
koma í aðru røð. Hetta
ger, at høvuðspersónurin,
Rebekka Martinsson, í
besta
detektivsøgustíli,
framvegis er líka gátufør
og løgin, tá ið bókin endar,
sum tá ið hon byrjaði. Sum
heild er tað í lagi við tí, men
sumstaðni verður skrivað
óneyðuga nógv um ymiskt,
sum hevur lítlan týdning
fyri søgugongdina, og sum
at kalla tvingar lesaran út á
villinistíggj. Tað er kanska
ætlanin, men kundi verið
gjørt snildari.
Tað er forlagið Nýlendi,
sum gav bókina út, og hon
er sum heild væl týdd av
Jákupi í Skemmuni. Bókin
er ein fikkubók, sum
liggur væl í hondini. Eitt
minus eru kortini stavirnir,
serstakliga skákstavirnir,
sum eru dekan og smáir.
Sólstormur
er
fyrsta
krimiskaldsøgan hjá Åsu
Larsson, sum er týdd til
føroyskt. Í Svøríki eru nú
komnar tvær afturat, við
Rebekku
Martinsson
í
høvuðsleiklutinum,
Det
blod som spillts (2004) og
Svart stig (2006). Vónandi
koma tær eisini skjótt á
føroyskum, soleiðis at før
oyskir lesarar ikki skulu
ótolnast alt ov leingi eftir at
hava lisið Sólstorm.
Vikuskifti
Úr blaðnum hetta
vikuskiftið
Ein túrur
í gomlu
Havnini
Finnur Johan
sen í Havn hev
ur givið út á
hugaverda bók
við gomlum
Havnarmyndum
frá 18601900. Vit blaða í bókini…
Í nýggja
teignum
»MÍN
MEIN
ING«
fer Pauli
Ellefsen,
fyrrver
andi
løgmaður framyvir at siga sína hjartans meining
um ymisk samfelagsviðurskifti. Hesaferð er tað
um fólkaskúlan. Tað undrar ikki Paula, at tað
gekk sum tað gekk við PISA kanningini. Hann
vísir á, at tað var í óðum verki, at fólkaskúlin varð
yvirtikin seinast í sjeytiárunum. Hetta var gjørt
púra ófyrireikað og grundgevingarnar vóru, at
vit skuldu sleppa av við »danska samleikan«,
sigur hann. Kortini eru undanførslurnar í dag tær
somu, at okkum tørvar ein føroyskan samleika,
sigur Pauli. Hevur nakar loyvi at ivast í, at vit
føroyingar hava okkara egna serstaka samleika
sum ikki ber á brá av at minna um nakað annað
fólk í heiminum? Í hvussu so er ikki fyrr enn vit
hava smoygt ein mexicanarahatt niður um oyrini á
okkara løgtings og landsstýrislimum, heldur Pauli
Ellefsen.
N
Vikuskifti
;³gdnh
¼BÞCB:>C>
Nýggi tátturin í VikuskiftisSosialinum, »MÍN MEININg«
millumbilum, fer Pauli Ellefsen at siga sína hjartans me
Pauli Ellefsen var løgtingsmaður frá 197490. Hann var
198890. Hann var Føroya Løgmaður frá 198185 og hev
formaður Sambandsfloksins frá 197490. Pauli er útbúg
og løggildur grannskoðari. Hann hevði í nógv ár egið gr
Meðan vit
stríðast við
trongskygdan
kristindóm,
fundamental
ismu og aðra
óhumsku,
buldrar al
heimsgerðin
avstað. Vit
liva framveg
is í okkara
egna aftur
útsiglda,
avbyrgda og
lítla heimi.
Útsýnið má víðkast! Og tíbetur eru vit spakuliga
farin at hóma heimin uttanfyri. Men hvørja ferð
grett verður um broyting, spríkir angistarsveittin
og døggar fyri útsýninum. Tað metir Carl Johan
Jensen, rithøvundur. Lesið fimta part í greinarøð
um átrúnað og modernaða menniskjað í
Vikuskiftinum í morgin
8Vga?d]Vc?ZchZc/
;gVbZ\[g{VcYVa^\jb
a²gjhkZ^cjb
Vikuskifti
Pauli Ellefsen
hevur sína
meining um
fólkaskúlan
Nr. 243 | vikuskiftið | 15. - 17. desember 2006 | 80. árgangur | kr. 17,00
»MÍN MEINING«
Andaligur fyristøðu
maður myrdur