hósdagur 14. desember 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 242 - 14. desember 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tøkk
Øllum tykkum, sum á einhvønn hátt
gjørdu okkum 70 ára føðingardagarnar
ógloymandi, takka vit hjartaliga.
Takk fyri gávur, blómur og uppringinar, og
takk til tykkum øll, sum komu
inn á gólvið.
Eisini vilja vit ynskja ætt, vinum og
kenningum eni gleðilig jól og eitt av
Harranum vælsigna nýttár.
Kathrina og Jacob Petur
Dagurin í morgin
15. desember. Nikatius, deyður í 5. øld. Biskupur í
Reims í Fraklandi. Varð fyribeindur av heidningaflokki
av Húnalondum.
Góði Bjarni
Tá mamma við gráturødd
sunnukvøldið segði mær,
at tú var deyður, skilti eg
ikki hví so skuldi verða.
Tú hevur verið mín
flokkslærari og meir enn
tað, og fari fyrst at takka
tær fyri alt tað tú gjørdi fyri
meg og okkum.
Vit vistu øll, at tú var
vorin álvarsliga sjúkur,
men vit væntaðu at tú kom
aftur at undirvísa okkum.
Tú og hinir lærarar okk
ara gjørdu útferðir, túrar
og vit flettu saman, sera
áhugavert at hava slíkar
persónar sum leggja okkum
í geyma hvar maturin á
borðinum kemur frá.
Nú ert tú farin, og vil eg
minnast teg sum tann tú
var, ein góður lærari, ein
sera fittur flokslærari og
ikki minst ein ið mamma
og babba kundu tosa við um
alt í fyrifórst í skúlanum, í
heiminum og ikki minst tá
vit ferðaðust saman.
Vit skulu ikki ferðast sam
an meir, tín síðsta ferð er
nú komin, vit fara at saknað
teg góði Bjarni, men eg veit
at tú og eg møtast aftur ein
dag. Eisini veit eg, at tú
nú ert saman við okkara
mistu, har ið sorg og sjúka
ikki nívir.
Takk fyri tað tú hevur
verið fyri meg, og hvíl í
friði góði Bjarni.
Heidi
Minningarorð um
flokkslærara mín
Vit geva okkum ikki altíð fær um,
hvussu skjótt gerandisdagurin broytist.
Tá vit so fáa sorgarboð, ressast vit á
og geva okkum stundir at hugsa nærri
um tilveruna.
Tung vóru sporini - saman við fam
ilju, vinum og kenningum - úr kap
ellinum á Landssjúkrahúsinum nið
an í stásiligu Vesturkirkjuna, kalda
vetrarkvøldið fyrst í desembur.
Samanbitna eygnabráði á næstr
ingum mínum, bær síni týðiligu boð
um, at saknurin kendist stórur.
Myrkrið hevði lagt seg yvir Før
oyar, og omanfyri okkum lýsti ein
stjørnuklárur himmal, bert avbrotin av
ljósgeislunum frá Oyggjarvegnum.
Gangandi niðan brekkuna hugsaði
eg um orðini hjá Hera presti, sum á sín
dámliga og vigaða hátt legði okkum
eina við, at tílík løta er minnisløta,
hóast tað kann tykjast svárt fyri tey
ið varða av. Hugurin leitaði sær aftur
til barnadagar suðuri í Vági, har vit
við jøvnum millumbiðlum vitjaðu
aftur á kendar - og fyri okkum børn
- friðsælar gøtur.
At leita mær niðan til Hannu fastur,
vær altíð nakað eg gleddi meg til -
stuttleiki, góðan drekkamunn, bollar
og annað leskiligt - men ikki minst
at spæla við gubba mín, ið tá var
tannáringur, og sum altíð var klárur
til eitthvørt rokaligt, inntil leikurin
gjørdist so harmæltur, at tey í eldru
vóru dempaðu okkum niður aftur á
eitt meira sámuligt støði.
Fyri meg varð tað serliga løturnar,
eg slapp við brøðrunum báðum
vestur á Eiði, har alt snúði seg um
fótbólt. Tað varð her stóri áhugin
fyri bóltspælinum festi røtur, og sum
seinni fylgdi við upp gjøgnum árini.
Eg minnist hvussu stoltur eg varð,
tá eg hoyrdi hugvekjandi frásøgu
mennirnar í Útvarpi Føroya, viku eftir
viku, tosa um frálíku dygdirnar hjá
unga váginginum. Gaga hevur bólt
in....Gaga ruddar upp....Gaga sendir
bróðurin avstað....hatta er gubbi mín,
hugsaði eg, og áræði, hugur og gleðin
gjørdust enn størri. Í hugaheiminum
hjá einum barni gerst tað ein eymerking
av egnum samleika.
Tá tú seinni gerst tilvitaður um, at
somu dygdirnar finnast aftur í sama
persóni í dagliga umhvørvinum, har
tú kann leita tær ráð, fáa eitt gott prát
ella bert vera tann tú er, tá veit tú, at
hesar dygdir hava djúpar røtur.
Jákup fór til Havnar at útbúgva seg
og fáa arbeiði, men Vágs bygd og VB
gloymdi hann ongantíð. Í arbeiðinum á
Føroya Gjaldstovu kom hann at trívast
og útinna sín manndómsgerning í
meira enn 30 ár. Gløggur, nærlagdur
og viðskipiligur sum hann var í øllum
lívsins viðurskiftum, bleiv hann av
hildin og viðurkendur.
Áhugamál og lívsáskoðanir høvdu
vit í felag. Ítróttin, yrkisleið, politikkin
og nógv annað. Í 2003 vóru vit øll 18
syskinabørnini, sum eru eftirkomarar
frá Uttara Misá í Vági, samlaði til
familjustevnuna í Skopun tann fagra
summardag. Har eru vit avmyndaði
saman fyri fyrstu og einastu ferð. Nú
er ein av okkum ikki millum okkara
meira. Hettar er lívsins gongd.
Vit vistu, at Jákup hevði fingið
hervuligu sjúkuna, sum í okkara tíð
beinir fyri so nógvum fólkum í góðum
aldri, men okkum vardi ikki, at tað
skuldi ganga so skjótt. Tó okkara
ætlanir eru ikki altíð tær røttu, og
vit vita ikki, hvat Jákup varð spardur
fyri, tað veit bert Hann, sum øllum
valdar. Jákup bar í hvussu er sjúkuna
og lagnuna við tolni.
Góða Hanna fastur, eg havi ilt við
at ímynda mær, hvussu tungt tað kenn
ist tær at skula bera títt egna barn
til seinasta hvíldarstaðin. Í mínum
hugaheimi er tað neyvan ætlanin við
lívinum.... men sum Jákup abbi ofta
minti okkum á, ongin veit dagin og
ongin veit tíman.
Fyri tykkum, Olevina, børn og
systkin, gerst tíðin óiva einslig eina
skamma stund, nú ein berandi kraft
er burtur. Tað er tí gott at halda sær
fyri eyga, at tíðin lekjur øll sár, eisini
tykkara. Stórmenni segði fyri árum
síðani, at tað ið ikki ger av við okkum,
tað styrkir okkum.
Eg drýpi høvur, og minnist unga
vágbingin í fullum blóma. Friður
yvir minni um gubba mín, Jákup Aug
ustinussen.
Bjarki Mohr
Minningarorð um Jákup Augustinussen
85 ár
Fríggjadagin 15. des. fyllir Gerda Einarsson 85 ár.
Føðingardagurin veður hjá dótrini á Skælingi.
Prógv
Jóhannes Færø úr Klaksvík hevur lokið prógv sum Cand.
merc. aud. á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.