Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 14. desember 2006 15 tíðindi Poul Sumberg, Sumba, búsitandi í Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 13. desember, 60 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum leygardagin kl.15.00 Jararferðin verður úr Kirkjugarðs-kapellinum sunnudagin kl.13.00 Kistan við Bjarna í Sjúrðagarði, fer úr Lands­ sjúkra­húskapellinum hóskvøldið kl. 18.00 heim í Vesturkirkjuna. Jarðarferðin verður úr Vestur­ kirkjuni til Kaldbaks fríggjadagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Bjarna, kunnu lata eina gávu til Føroya Felag Móti Krabbameini. Anna Jóhanna Olsen ættað úr Skúvoy, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 12. desember, 84 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygar­ dagin klokkan 13.00. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma og omma okkara Anna Johanna Olsen ættað úr Skúvoy, búsitandi í Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 12. desembur 84 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahús-kapellinum fríggjadagin kl.18.00 Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl.13.00. Familjunnar vegna Eyðbjørg og Johan Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Anna Sofía Andreasen Vestmanna andaðist og varð jarðað. Takk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrík orð í kapellinum og til Agnar Nielsen fyri góð orð, tá komið var í kirkjuna. Takk til Marjun Bæk fyri vøkur orð í kirkjuni. Takk til Jóhannes fyri vakurt guitarspæl, Magna Christiansen fyri vakran sang og takk til sangarar og kirkjutænarar. Takk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar, og takk fyri peningagávurnar til Vestmanna kirkju. Takk øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jóhannes og synirnir Í morgin, fríggjadagin 15. desember, verður Jóna Linden­skov, Tórfinsgøta 31 í Havn, 70 ár. Jóna er elst av børnunum hjá Ellefíu (1912-77) og Jóhannes Jacobsen (1910-), ortopediskur skó­ makari í Fuglafirði. Hini systkini eru: Ninnema (1938), Óli (1940), Oddvør og Lena (1942), Sigga (1945) og Osvald (1950). Eftir skúlagongdina var Jóna í handl­inum hjá Pidda (S. P. Peter­sen). Átjan ára gomul fór hon at út­búgva seg sum sjúkrasystir. Var á sjúkra­ systra­háskúlanum í Stege í 1955, síðani næmingur á Dr. Alexandrines Hospital (Landssjúkrahúsið), og í 1958 fær hon psykiatrisku út­búgvingina á St. Hans Hospital, Roskilde, og í 1959 narkosoútbúgving á Gentofte Amt­sygehus. Í 1986 var hon á Ríkis­ sjúkrahúsinum í Keypmannahavn, har hon næm sær kunnleika inn­an alt tað nýggja á anæstesi­økinum. Í 1960 verður hon sett í starv á Lands­ sjúkrahúsinum, og her hevur hon síni ríku virkisár, til hon í oktober 2000 valdi at gevast. Jóna er framvegis sera virk­in. Sam­ vitsku­full hevur hon røkt tað, henni varð álagt – sína Florence Natingale- uppgávu hevur Jóna røkt í størsta álvara. At hon valdi narkosuútbúgvingina gjørdi somuleiðis tað, at hon bant seg til eitt presitiónsstarv av rang. Hon fekk næmingaárini og fittan part av virkisárunum á tí gamla hosp­ it­alinum við teirri útgerð, ið tá var. Tá hon tók við á skurðdeildini var bert ein narkosusjúkrasystir, Laura Eirikstoft. Við Jónu vóru tær tvær, sum nú skift­ ust um vaktbyrðuna, stand-by dag sum nátt. Jóna er ein av tí gamla »be­setninginum« frá tíðini, tá »yvirlæknin« - og tað var sjálvsagt Pauli Dahl – ráddi fyri borg­um. Jónu sást tú kvikgongda og skundisliga fara eftir Hospitalsvegnum, hon var á síni deild áðrenn klokkan sló átta, ikki minst tey 17 árini hon var deildarleiðari. Uttan fyri lívsstarv sítt hevði Jóna áhugamál, sum hon røkti ikki minni sam­vitskufult. Maðurin var pol­itikari, børnini vóru ein dýrur lutur, at teimum skuldi einki tróta var umráðandi. Jóna hevur tikist við ymiskt í handligum sum andligum verki, lesur nógv, fæst nógv við handarbeið, íðin at binda inn bøkur og ger nógv burtur úr ættargransking, er skrivari í felagnum Ættarbandinum. At hon eisini hevur sín blómu- og plantuáhuga, er eyð­ sýnt í urtagarðinum í Tórfinsgøtu. Jóna giftist í 1961 við Jákup Linden­ skov. Tey eiga børnini Elin (1962), Birita (1964) og Eirikur (1966). Ommu­ børnini eru Fía (27), Maria (11), Anna (5) og Jónas (3) – og langommusonurin Høgni (3). Tey sum vilja hitta føð­ingar­dags­ barnið eru væl­komin í Losjuna í Havn, Tinghúsvegur 18, fríggja­dagin 15. desember kl 19. Jóna Lindenskov 70 ár Í dag, hósdagin 14. desember 2006, fyllir André Hentze í Saltangárá 70 ár. André er sandingur, ætt­ aður úr Ísans­garði á Sandi. Barnaheimið hjá honum er gistingarhúsið, sum vit kenna í dag. Tað var abbi hansara, Johan, sum bygdi húsini. Sum ungur var André eitt ár í Norra, har hann gekk í framhaldsskúla og arbeiddi á einum garði. Annars sigldi hann í nógv ár. Hann giftist við Marjun, f. Jacobsen, úr Havn. Tey búðu í Havn til 1967, tá tey fluttu inn á Skálafjørðin og búsettust í Saltangará. Hóast hvørgin teirra er upp­ vaksin har, hava tey trivist sera væl við Skála­fjørðin. André arbeiddi í næstan 30 ár sum arbeiðsformaður hjá Runavíkar kommunu. Hann gavst, eftir at hann hevði fylt 67 ár. Kommunan vildi hava hann at halda fram nøkur ár afturat, men hann hevði tá tikið avgerð um at gevast. Ístaðin fór hann at bora og spreingja saman við son­inum, Jákupi Andreas, sum hevur sína egnu entre­ prenørfyritøku. Á móttøku hjá Runavíkar kommunu, í sambandi við at André gavst, vóru tað fleiri sum hildu røðu. Har kom m.a. fram at tað kravdi nógv av einum manni at vera arbeiðsformaður í eini so stórari og umfatandi komm­ unu við so nógvum bygdum - at fáa alt at ganga upp. Eisini varð sagt at André altíð hevði verið sera loyalur móti sínum arbeiðsplássi. André er elst av teimum átta børn­un­um hjá Charlottu, f. Sørensen, av Krákusteini í Havn, og Mads Winther Hentze úr Ísansgarði á Sandi. Hini systkini eru: Øssur, sum býr í Havn, Karolina, sum búði á Sandi (deyð í apríl 2006), Astrid, sum býr í Saltangará, Bodil, sum býr í Skálavík, Torfinn, sum býr í Skibby á Norðursælandi, Svanhild, sum býr á Argj­ um, og Nancy, sum býr í Hoyvík. Børnini eru: Heidi, sum býr í Havn, Jákup Andrias, sum býr á Toftum, Anja og Levi, sum búgva í Saltangará, Charlotta, sum býr á Nesi, og Maria, sum býr í Saltangará. Abbabørnini eru 10 í tali. André er glaður fyri nátt­­­ úr­una og hevur altíð dámt væl at hava børn og abba­ børn við sær túrar og at fiska við teimum. Hann er familjukærur og hevur stóra umsorgan fyri fam­ilj­uni. Bæði hann og Marjun eru trú­­føst í brøðrasamkomuni Berøa í Salt­angará. Tey hava stóran áhuga fyri urta­ garðarbeiði, sum tey ganga høgt uppí. André er burtustaddur føð­ ingardagin. André Hentze 70 ár Lesið Sosialin - so eru tit við