Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 242 - 14. desember 2006 tíðindi Toskaaling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leingi hava føroyingar droymt um at fara undir toskaaling í Føroyum, og undarligt kann tað tykjast, at henda aling ikki langt síðan er farin í gongd. Vit hava alt laks og síl í mong ár, og nú bókin um Júst í Túni kom út, fáa fólk, sum lesa bókina, eina ábending um, hvussu øll aling í Føroyum byrjaði. Á Føroyabanka eiga vit ein toskastovn, sum er heilt serstakur í mun til toska­ stovnin á landgrunninum annars. Toskurin á Banka­ num veksur munandi skjót­ ari enn annar toskur, sum vit annars kenna um okkara leiðir. Í Noregi hava tey longu alt tosk í fleiri ár, og norðmenn útflyta fleiri túsund tons av aldum toski um árið. Føroyingar hava verið eftirbátur innan aling av toski, men nú er líkt til, at verulig gongd fer at koma á hesa aling í Føroyum. Bæði á sjógvi og landi Fiskaaling við Áir hevur nógv túsund toskasmolt undan toski av Føroya­ banka gangandi, og ætlandi verður smolt sett út á Árnafirði kanska longu í hesum árinum. Hvalbingar og aðrir hava í eina rúma tíð eisini arbeitt við at leggja lunnar undir toska­ aling í Hvalba, og henda aling verður í kørum á landi. Ætlandi koma tey fyrstu toskasmoltini til Hvalbiar longu tíðliga í komandi ári. Soleiðis bendir alt á, at vit føroyingar nú umsíðir fara undir at ala tosk, bæði á sjónum og uppi á landi. Í blaðnum í dag hava vit tosað við Mikkjal Hammer, ið siglir við Steintóri sum stýrimaður og skipari. Hann sigur, at nú líður væl, til klárt verður at taka ímóti toskasmolti í Hvalba. Tað er langt síðan, at kørini komu, sum toskurin skal alast í. Hesi eru 15 metrar í diametur og 5 metrar høg. – Jú, nú líður nokso fitt, og vit hava fingið bæði kørini upp, og annað karið er innilokað, men veðrið hevur tarnað okkum nak­ að. Mikkjal sigur, at tað hevur drigið nakað út við at gera klárt at taka ímóti smoltinum, men nú heldur hann, at toskaalingin í Hvalba kemur í gongd heilt skjótt. – Vit skulu eisini hava eina pumpuskipan, sum skal føra sjógvin í kørini. Tað verður ein skipan til bæði kørini, og síðan skulu vit eisini hava eina back-up skipan at taka til, um høvuðsskipanin onkus­ vegna skuldi svikið, sigur hann. Norðmenn eru við Tað eru fimm feløg, sum Eitt nýtt kapitul í føroyskari vinnusøgu: Nú verður farið undir toskaaling – bæði á sjógvi og landi Tað eru fimm feløg, ið standa saman um toskaalingina, sum skjótt fer í gongd í Hvalba, fýra føroysk feløg og eitt norskt. Feløgini, ið eiga Faroe Cod Farme, eru P/F Steintór, P/F TF Holding, Sparikassagrunnurin, P/F Tjaldur og norska felagið Eco-Farm. Toskaalingin í Hvalba fer fram í kørum uppi á landi, men á Árnafirði verður toskurin aldur í ringum á sjónum Nú verður farið undir at ala tosk í kørum í Hvalba - og á Árnafirði fara teir at ala tosk á sjónum. Hetta eru soleiðis nýggjar tíðir í føroyskari alivinnu Mynd: Vilmund Jacobsen Tosa við grannar Býráðið í Vági hevur samtykt at senda Porkeris kommunu, Sumbiar kommunu og Hovs kommunu fundarboð, so tær saman kunnu umrøða spurningin um møguligt samstarv í framtíðini. Fólkaatkvøðan í Vági herfyri vísti, at vágbingar vilja hava tvær kommunur í oynni, um kommunurnar yvirhøvur skulu leggjast saman, og tí hevur býráðið nú valt at kanna møguleikan fyri samstarvi fyrst. So kann samanlegging koma upp á tal seinni. Bara Tvøroyri veksur Í Suðuroy er fólkatalið minkað í øllum kommununum higartil í ár uttan í Tvøroyarar kommunu. Har búðu 1.826 fólk tann 1. november ímóti 1.813 um ársskiftið. Í hinum býnum í oynni, Vági, er gongdin tann øvugta. Har er fólkatalið minkað úr 1.412 á nýggjárinum í 1.386 tann 1. november. Samanumtikið minkaði fólkatalið í Suðuroy úr 4.950 í 4.928 tíggju teir fyrstu mánaðarnar í ár. Ólíka var í 1950. Tá búðu 6.213 fólk í Suðuroy. (Kelda: Suðurrás)