hósdagur 14. desember 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 14. desember 2006
17
tíðindi
standa saman um toska
alingina, sum fer í gongd í
Hvalba, fýra føroysk feløg
og eitt norskt.
– Feløgini, ið eiga Faroe
Cod Farme, sum er felagið
aftanfyri
toskaalingina,
eru P/F Steintór, P/F TF
Holding, Sparikassagrunn
urin, P/F Tjaldur og norska
felagið Eco-Farm.
Mikkjal Hammer vísir á,
at stórur áhugi tykist vera
fyri toskaaling í Føroyum,
og tað eru feløg, sum síggja
stórar møguleikar í hesum.
– Eg vil ikki siga, at tað,
sum vit nú fara undir í
Hvalba, er ein royndar
verkætlan, men eitt fyrsta
stig í eini møguligari størri
ætlan.
Hann sigur, at Hvalbiar
fjørður ikki er væl egnaður
til aling, tí fjørðurin er so
opin, at aliringar neyvan
høvdu havt tað so gott á
uppgangi á vetrardegi.
– Men vit halda, at ætl
anin júst er sera spennandi,
tí alingin verður í kørum á
landi.
Mikkjal vísir á, at norð
menn hava ment eina tøkni,
sum ger, at toskur kann
alast lutfalsliga bíliga á
landi, og hann dylur ikki,
at hann sær stórar møgu
leikar í hesi verkætlan sum
er rættiliga áhugaverd og
spennandi.
– Øll útlit eru til, at hetta
verður ein góð loysn, og
útlit eru somuleiðis til, at
fiskurin helst fer at veksa
skjótari, tá ið hann verður
aldur uppi á landi. Tú fært
eisini stýrt alingini øðrvísi
uppi á landi, eitt nú við
fóðuri, hita og luft.
40.000 toskasmolt
Mikkjal sigur, at ætlanin er
at seta 40.000 toskasmolt
út í kørini í Hvalba, og
gongst sum ætlað, vigar
fiskurin 4 kilo eftir 14
mánaðum.
Hann sigur, at neyðugt
verður at hava "økonomi" í
alingini, og tí er umráðandi,
at fiskurin veksur skjótt og
fæst tíðliga til sláturs.
Mikkjal veit at siga, at
stórur vøkstur hevur verið
í toskaalingini í Noregi, og
okkurt norsk felag er vorðið
so stórt, at felagið er komið
á "børsin", sum hann tekur
til.
– Jú, eg haldi, at tað er
ein fyrimunur fyri okkum,
at norðmenn eru við, tí teir
hava longu drúgvar royndir
í at ala tosk. Noreg selir
nevniliga
longu
fleiri
túsund tons av aldum toski
um árið, og sum vit hava
skilt, liggur prísurin um
einar 35 krónur fyri kilo
við ongum høvdi.
Hann sigur, at norðmenn
eru so langt frammanfyri
føroyingar í at ala tosk, og
tá ið vit føroyingar eiga ein
so góðan lívfisk, sum tosk
in á Føroyabanka, kann
undra, at vit ikki eru komin
longur við hesi aling.
– Men nú verður so skjøt
il settur á, bæði á sjógvi og
landi, sigur hann.
Mikkjal vísir á, at tá ið
alingin í Hvalba er komin í
gongd, fara teir at finna út
av, hvussu nógvur fiskur
kann ganga í kørunum, tá
ið hann veksur til.
Gera sær royndir
– Vit fara sum nevnt at
taka ímóti 40.000 toska
smoltum, men sum vaksin
fiskur rúmast neyvan meira
enn 30.000 fiskar á 4 kilo í
kørunum í senn. Hetta
svarar til eina samlaða vekt
upp á eini 120 tons.
Hann væntar, at til ber at
taka nakað av fiski, áðrenn
alt veksur til, soleiðis at tað
ikki verður ov trongt í kør
unum – og eisini ber til at
flyta fisk ímillum kørini.
– Hinvegin mugu vit
gera okkum tær royndir,
sum skulu til. Tað kann jú
vera, at okkurt verður øðr
vísi, enn vit upprunaliga
væntaðu.
Mikkjal vísir á, at tá ið
alt verður í ringum á sjó
num, vita menn, hvussu
nógvan fisk teir kunnu
hava fyri hvønn rúmmetur
av sjógvi.
– Men á sjónum er
streymur, og tá ið streymur
stendur á nótina, minkar
hon í vavi, og hugsandi er,
at fiskurin treingist meira
saman. Hinvegin eru rúm
metrarnir í kørunum á
landi altíð teir somu alla
tíðina.
Manuel fóðring
Mikkjal Hammer sigur, at í
byrjanini verða ikki fleiri
fólk til arbeiðis við toska
alingini í Hvalba, og hann
væntar, at fóðringin verður
”manuel” í byrjanini.
– Vit skulu so hava fólk
til at fóðra fiskin og ansa
eftir, at alt er í lagi og
gongur, sum tað skal, sigur
hann.
Mikkjal Hammer, stýrimaður og skipari umborð á Steintóri, er
spentur upp á toskaalingina í Hvalba, sum Faroe Com Farm
stendur aftanfyri
Mynd: Áki Bertholdsen
Hesin toskurin er veiddur umborð á skipi. Um ikki so langa tíð verða væntandi teir fyrstu aldu føroysku toskarnir tiknir til sláturs
og seldir
Mynd: Vilmund Jacobsen
Árnafjørður verður nú eisini karmur um toskaaling og sum skilst, er eitt
samtak til reiðar at seta tey fyrstu toskasmoltini út
Mynd: Snorri Brend
Dýrar kommunur
Tað fer at kosta 950 mió. krónur at reka tær føroysku kommunurnar næsta ár, og
tað er 60 mió. krónur meiri enn í ár. Tað stendur at lesa í einari uppgerð, sum
kommunudeildin hjá innlendismálaráðnum hevur gjørt. Uppgerðin vísir eisini, at
íløgurnar hjá kommununum verða 470 mió. krónur í 2007 ella 170 mió. meiri enn
í ár. Kommunuskuldin veksur 110 mió. krónur næsta ár, og tær skulu gjalda 27
mió. krónur í rentum í 2007.
Góður útróður
Tað vignaðist væl hjá útróðrarbátunum í Klaksvík og Hvannasundi fyrradagin, nú
veðrið var heldur frægari. Teir stóru bátarnir, sum seta millum 50 og 60 stampar,
lógu um 10.000 pund, og teir smærru lógu millum 130 og 200 pund upp á stampin.
Ein bátur í Hvannasundi hevði ein rættiliga góðan dag, tí teir avreiddu umleið
12.000 pund. Meginparturin av tí, sum bátarnir fingu, var hýsa, men ein triðingur
var toskur og smáfiskur.