Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 242 - 14. desember 2006 Fyrilestur eftir Hanus Kamban FYRRI PARTUR Rundkirkjan í Horne Horne kirkja, í bygdini Horne á hálvoynni Horne Land, ikki langt frá Fåborg sunnalaga á Fyn, er sjáldsom, við tað at hon í sínum upprunaskapi er ein av Danmarkar sjey gomlu rundkirkjum, og tann einasta á Fjóni við hesum sniði. Tann upprunaliga rundkirkjan, sum í dag er miðjan á Horne kirkju, varð bygd í 12. øld, í romanskum stíli, og teir óvanliga sterku og bulvirkisligu múrarnir bera boð um, at hon varð bygd í eini tíð, tá kirkjan eisini kundi vera skjól og verndarvirki móti álopum frá eitt nú vendiskum sjórænarum sunnanífrá. Fert tú inn í kirkjuna, sært tú uppi á loftinum eina stórmansbalkong, ein svala, sum hevur verið tilhald hjá greivanum á staðnum, Bille- Brahe, og húski hansara. Har uppi á loftinum, haðani hann sá niður á prestin og prædikastólin, hevði greivin enntá sín egna, privata náttpott, sum í dag er til skjals sum ein, gaman í heldur eyðmjúkur, kirkjugripur. Ein virdur lærari Í hesi kirkju savnaðist ein vetrar- dag í 1935, neyvari tilskilað tann 3. februar hetta árið, stór mannfjøld at fylgja einum goml- um lærara, Christian Ludvig Johannessen, til hansara seinasta hvíldarstað. Vit gita, at í hesum fylgi vóru starvsbrøður, vinir og kenningar úr Oreby á Lollandi, har tann farni hevði undirvíst í meira enn ein mansaldur, umframt tey avvarðandi hjá seinnu konu hansara, sum var úr Horne. Men fyrst og fremst vóru har savnað Johanne, kona Christian Ludvig í seinnu giftu, dóttir teirra, og børnini hjá honum í teirri fyrru giftuni. Við jarðarferðina talaði tann elsti sonurin, sum æt Gustav. Ein jarðarferð er altíð í ávísan mun tignarlig, men lítil ivi er um, at í hesum føri hevur hon verið meira grípandi enn vanligt. Tí saknur var í hesum manni, og eftirsjón í hansara fótafari. Men hvør var hesin maður? Um hetta eri eg biðin at siga nøkur orð, og tað fari eg at royna, út frá tí avmarkaða tilfari, sum eg havi havt atgongd til. Fyrilesturin er soleiðis skipaður, at eg fyrst við fáum orðum fari at greiða frá Christian Ludvigs lívi og starvskós, síðani fari at royna at lýsa Christian Ludvig sum undirvísara og menniskja, og endiliga til seinast ætli at siga eitt sindur um hansara týdning í einum føroyskum, mentanarligum samanhangi. Tíðliga faðirloysingur Eins og Christian Ludvig varð borin til gravar nær sjónum, var hann eisini borin í heim nær havi- num. Men inngangin til hansara lívsdag finna vit tó í stórbærari náttúru og í kargari korum, enn Horne hálvoyggj hevði at bjóða. Hann varð føddur inni á Toftum tann 4. apríl 1862. Pápi hansara, Johannes Lydersen, róði út og var ikki múgvandi maður. Mamman, Marin Malena Heinadóttir, var úr húsinum á Brúnni í Norðragøtu. Í hjúnalagnum vóru fýra børn, elstur var Jóan Hendrik, síðani kom Sunneva Fredrikka, síðani Christian Ludvig, og tað yngsta var dóttirin Katrina Súsanna. Hús- ini, tey búðu í á Toftum, róptust í Tøðuni ella Niðri í Tøðu. Stutt eftir at Christian Ludvig var fyltur átta ár, misti hann faðir sín. Tann 30. apríl 1870 var ein skaðadagur, sum hevði við sær mannfall ymsastaðni í Før- oyum. Veðrið var gott á morni, men seinni brast hann á av land- nyrðingi norðan við stormi og kavaroki. Ið hvussu er fimm bátar gingu burtur henda dagin, tveir frá Gjógv, tveir úr Skúgvi, og Túnubáturin av Toftum, sum æt Duen. Millum teirra, ið sjólótust við hesum báti, var pápi Christian Ludvig, Johannes Lydersen. Jóhannes í Saltnesi Stutt eftir hetta fingu Føroyar, við tí kanska størsta framstiginum í okkara mentanarsøgu í 19. øld, á fyrsta sinni eina almenna skúla- skipan. Nøkur ár frammanundan, frá 1845 til 1854, hevði verið ein bráðfeingis skúlaskipan, og tá hevði Johannes Petersen, sum var pápi Fríðrik Petersen, verið lærari á Nesi, á Toftum, á Glyvrum, í Søldarfirði og í Lamba. Men nú, í 1871, varð skúli aftur settur á stovn, og Johannes Petersen, sum nú var næstan 60 ár, tók við aftur sum lærari í Nes sókn. Christian Ludvig fer nú, níggju ára gamal, í skúla og hevur Jóhannes í Saltnesi til lærara. Og sagt verður, at trý ár seinni dugdi hann bæði Birchs bíbliusøgu og Balslevs lærubók og umframt tað mong hundrað ørindir úr kvæðaútgávuni hjá Peder Syv og Katekismus í sangi eftir Petter Dass. Eingin ivi er um, at hesin fátæki toftadrongurin hevur verið bæði vitugur og næmur. Um hetta mundið var V.U. Hammershaimb prestur á Nesi, frá 1862-78, og frá 1867 var hann eisini Føroya próstur. Aðrastaðni frá vita vit, at Hammershaimb hevði ta serligu gávuna at eggja nomum ungfólki til lærdóm og at kveikja í teimum áhuga fyri heimligum mentanargripum. Christian Ludvig tykist at hava verið ein av teimum unglingum, sum er farin at blóma, ernaður upp av tøðuni og vardur av tí milda fleyrinum frá Vensil prósti. Svimjing Christian Ludvig gekk fyrst í real- skúla í Havn í hálvtannað ár. Í 1879 fór hann á læraraskúla og tók føroyskt læraraprógv í 1881. Eftir at hava starvast eitt skifti á m.a. skrivstovuni hjá sorinskrivaranum í Havn, fekk hann frá 1. januar 1883 arbeiði sum annarlærari í almúguskúlanum í Havn. Í 1885 fór hann til Danmarkar, hann gekk á Schmidts Seminarium á Vesturbrúgv frá mars 1885 til september 1886 og tók danskt læraraprógv, sum er dagfest 2. juni 1886. Hann fer nú aftur at virka sum lærari í Kommunuskúlanum í Havn, har tað kann hava verið honum til gagns, at hann nú eisini hevur prógv í sangi, tónleiki og fimleiki. Týðiligt er, at ferð er á hesum manni, og framfýsni, og okkurt bendir á, bæði at hann hevur lært dreingir at svimja, og at hann, tó uttan úrslit, hevur roynt at fingið smíð inn í skúlan sum lærugrein. Eina mynd av hesum partinum av hansara gerningi fáa vit í einum sangi, sum varð yrktur til hansara, tá hann fór úr Føroyum, og sum stóð í Føringatíðindum í oktober 1892. Fyri fyrst fari eg at taka uppaftur trý ørindir úr hesum sangi: Allan fimleika mann honum dáma; tí í Válgaravík hann mundi bláma; hann so ofta í brimsøltu bylgju av skúlapiltum hevði gott fylgi. Ja, har leikaði í stóra Hoydalshyli, sum hjá ryssu mann spæla sær fylið, teir kunna bæði svimja og kava, ja, framundir sum kópur og æða. Alskyns handaverk vildi hann fremja; men hann má seg yvir løgtingið gremja; nakað “sløjdsnakk” teir vildu ei hoyra, teir potaðu ikki burt úr oyra. Til Danmarkar Á heysti, tann 12. september, 1892 fer Christian Ludvig til Danmark- ar fyri aðru ferð. Hann verður nú lærari í bygdini Hillested, vestan fyri Maribo á Lollandi, og er eina tíð, frá 1. oktober 1892 til 6. september 1893, vikarur fyri læraran har, Thomas Frederik Jóns Johannsen, sum var fólkatingsmaður. Síðani er hann annarlærari í sama skúla. Nakað aftaná flytir hann og verður frá 20. apríl 1894 lærari í Oreby norðan fyri Sakskøbing, somuleiðis á Lollandi. Lærara- bókin upplýsir, at hann eisini var lærari hjá børnunum á harra- garðinum Orebygaard, har hann eisini røkti bókasavnið. Og Christ- ian Ludvig virkar eftir hetta í Oreby í 38 ár, líka til hann leggur frá sær tann 4. apríl 1932, sjeyti ára gamal. Christian Ludvig var tvær ferð- ir giftur. Fyrra kona hansara, Cornelia, var dóttir læraran í Hillested, áðurnevnda Thomas Frederik Johannsen. Tey fingu fimm børn, sum itu: Gustav, Gudrun, Asta, Ragnhild og Turid. Cornelia doyr í desember 1910, meðan nøkur av børnunum enn eru smá. Tann 24. august 1913 giftist Christian Ludvig uppaftur Christian Ludvig Johanne Christian Ludvig Johannessen, helst saman við eini dóttur