Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 14. desember 2006 19 ssen (1862-1935) við Johanne Nørrelund, sum var úr Horne, dóttir Karen og Christoffer Nørrelund, sum var múrarameistari. Við henni fekk hann dótrina Lisu, sum var fødd í 1914, og sonin Peter, føddur í 1920. Mong álitisstørv Christian Ludvig fekk nógv av skafti uttan fyri sjálvt lærara- yrkið, og arbeiðssamur, virdur og dámdur sum hann var, fekk hann eisini mong álitisstørv latin upp í hendur. Hann virkaði í kirkjuráð og hjálparkassa, gjørdi saman við Prior presti (og seinni prósti) eitt stórt arbeiði fyri Sakskøbings sunnudagsskúla, virkaði í KFUM, og hann var eisini álitismaður og umboð í tí danska lærarafelagnum. Honum dámdi væl súkkluna, og av og á, kanska einamest á sumri, saðlaði hann hjólhestin og ferðaðist runt í Danmark og helt fyrilestrar um Føroyar og um føroyska mentan. Hetta eru í stuttum tey data, ein kann hefta at lívinum hjá Christian Ludvig Johannessen. Eg ætli mær nú at royna at siga eitt sindur um Christian Ludvig sum undirvísara og menniskja. Her kunnu vit allarfyrst staðfesta, at hann er eitt framúr gott dømi um teir møguleikar, sum við teirri almennu skúlaskipanini buðust eisini næmingum, sum komu úr fátækum korum, og at hann somu- leiðis er eitt ikki minni gott dømi um ein, sum megnaði at brúka hesar møguleikar. Hann hevði heilhugaður kunnað tikið undir við R.C. Effersøe, tá ið hann yrkir: maður skal smíða sær lagnuna góða við teimum evnum, sum skaparin gav Smíð sum lærugrein Tað skínur somuleiðis av øllum upplýsingum, at Christian Lud- vig er vitugur, nærlagdur og at hann alla tíðina tráar víðari. Hann gongur í realskúla og tekur síðani fyrst føroyskt og so danskt læraraprógv. Á Læraraskúlanum fær hann heili fimm ug, í donskum, søgu, skriving, natúrsøgu og enskum. Miðalpróvtalið er sera høgt, “framúr dugnaligur”. Á læraraskeiðinum hjá Schmidt á Vesturbrúgv fær hann átta mg og fimm mg+, hesi seinnu próv- tølini í danskari mállæru og bók- mentasøgu, søgu, landalæru, natúrlæru og sangi. Har er miðal- talið mg. Sum vit síggja, er Christian Ludvig ein, sum alla tíðina leggur seg eftir at vaksa um sín førleika, á skeiðinum í Keyp- mannahavn við at taka prógv í nýggjum lærugreinum sum starvslæru (praktikk), námsfrøði (pedagogikk), natúrlæru, tekning, sangi, tónleiki og fimleiki. Eg havi longu nevnt, at hesin ungi lærarin tykist at hava lært dreingir í Havn at svimja, og at hann royndi at fáa smíð inn í skúlan í Havn sum lærugrein. Barnsins tokki Sum menniskja er Christian Lud- vig vinsælur, mildur og skemt- ingarsamur, og hann kann eisini enntá hava verið sjarmerandi. Hetta gjørdi, at hann, hvar hann kom, var avhildin og virdur av foreldrum og elskaður av sínum næmingum. Til skjals eru tvey brøv úr Havn, sum bera prógv um hetta. Í øðrum av hesum brøvum, sum er dagfest tann 11. september 1892, dagin fyri ta endaligu fráferðina til Danmarkar, siga foreldur og næmingar frá síni “stóru sorg” um, at skúlin missir sín besta lærara. Hitt brævið, við næminganna nøvnum undir, er ein heilsan send á vári 1895 saman við eini gávu, í sambandi við at Christian Ludvig giftist. Orsøkina til henda tokka finna vit tó ikki bara í hansara vinsælu medferð, men kanska ikki minni í hansara serliga undirvísingarhátti. Sagt verður um Christian Ludvig, at hann hevði ein persónligan máta at undirvísa uppá. Hetta kann merkja, at hann sum undirvísari hevur verið livandi, kanska eisini stuttligur. Men vit eiga eisini at hugsa um, at mangir lærarar í hansara tíð vóru autoriterir, hildu uppá makt og myndugleika, og at mangir eisini brúktu harðskap. Christian Ludvig sigur sjálvur, at hann vildi fáa hesa gjónna millum pultin og næmingin burt- ur. Og hann tykist at hava dugað at havt skil í skúlatímunum við natúrligum myndugleika og við góðsku til næmingin. Sagt verður um hann, at hann gjørdi orðatakið hjá Fríðriki Sjeynda, eitt sindur broytt, til sítt egna tiltak: Barnsins kærleiki – mín styrki. At hetta eydnaðist honum skilst av hesum ørindi í tí sangi, eg fyrr havi nevnt: Við børn er hann frálíka góður og ongantíð óndur ella óður; hann kann teirra ólótir temja fyriuttan teirra kroppskinn at lemja. Tann innari sálargróðurin Skulu vit nú royna at savna brotini í myndini, so tykist Christian Ludvig at hava verið dømi um ein lærara, sum var modernaður og langt undan síni tíð. Hetta saman við hansara liðiliga lyndi kann hava verið við til at geva honum styrki í tí mótgangi, hann, sum tey flestu okkara, ikki slapp undan í sínum lívi. Sum longu nevnt misti Christian Ludvig konuna í 1910, og hann misti eisini ein ungan son. Men so svárt hetta má hava verið, hevði hann gávuna og tann innara sálargróðurin, sum gjørdi hann føran fyri at lata kærleikan spretta eina ferð aftrat. Hann var so heppin, at ein ung kvinna, Johanne Nørrelund, sum áður nevnt ættað úr Horne, kom í húsið hjá honum at tæna og vera hansara barnaflokki í móður stað. Kærleiki birtist millum tann tá næstan fimti ára gamla læraran og gentuna, sum var 18 ár yngri enn hann. Tey giftust, sum longu nevnt, í august 1913. Vísdómur Eitt tað minniligasta hugtakið í grikskari mentan og heimspeki er hybris, sum vit vanliga umseta til “hugmóð”, á latíni “superbia”. Í hesum hugtaki liggur goymdur óttin fyri at líta ov nógv á eins egnu megi, at loypa framav, í upp- blástum errinskapi at undirmeta mótstøðu ella mótgang. Um Christ- ian Ludvig kendi hetta orðið, veit eg ikki, men eingin ivi er um, at hann kendi sjálvt hugtakið, sum er ein meginlind í hansara kristnu lívssjón, og sostatt kunnu vit siga, at hann kanska var ein vísur maður. Vit síggja hetta m.a. í hesum broti úr einum brævi, sum er dagfest tann 9. desember 1895, og sum hann skrivaði til sín næming J.H.O. Djurhuus: Vorherre har givet dig fortrinlige Evner, men af den, der har faaet meget, skal der ogsaa fordres meget, lad dette være Dig en Spore til stadig Fremgang. Det er herligt at kunne være mellem de første, ypperste, men det inde­ holde en Fare, Faren for at blive hovmodig, at ville sætte sig paa den høje Hest og se ned paa dem, som mindre formaae. Kære Jens! Vogt Dig for den Fristelse, bed Vorherre bevare hos Dig et ydmygt Sind! Naar alt kommer til alt have vi intet at hovmode os af; thi vi have intet af os selv. (framhald) Oreby skúli Marin Malena Heinadóttir, mamma Christian Ludvig, ættað av Brúnni í Norðragøtu Horne kirkja