Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 242 - 14. desember 2006 tíðindi Útróður Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Tað liggur ein bátur og avreiðir á Kósini á middegi ígjár. Dekkið umborð á útróð­ rarbátinum Brattaskor er fult av fiski. Umborð eru tveir mans í ferð við at hjálpa landingarmanninum at fáa alla hesa stóru veið­ una í land. Skilligt er at hesir báðir útróðrarmenninir – Hans Pauli Purkhús og Tummas Andreassen – eru troyttir eftir strævnan, men kortini góðan túr. Samstundis kunnu teir gleða seg um at hava gjørt besta túrin á vetrinum. Men eingin orsøk er at hvíla seg stórvegis fyri tað: - Vit liggja allatíðina og lúra eftir veðurlíkindunum. So skjótt tey eru eftir vild fara vit avstað aftur, sigur annar teirra, Hans Pauli í samrøðu við Sosialin. Góður streymur Seinnapartin týsdagin rigg­ aðu teir til henda túrin, og løgdu síðani leiðina norður um Fugloynna. - Vit vóru millum tríggjar og fimm fjórðingar úr landi, greiðir Hans Pauli frá. Fólk hava klagað um nógva regnið og nógva vind­ in í heyst. Fyri ein rættan útróðrarmann hevur regnið lítið at siga. Øðrvísi er kortini við vindinum og vindferðini. - Vit kunnu bara fegnast um at streymurin er avbera góður í løtuni. - Tí er eitt sindur keðiligt, at vit ikki sleppa avstað aftur beinanvegin, sigur hann, nú boðað er frá nógvum vindi seinni um kvøldið. Hægsta aldan Aldan hevur eisini verið rættiliga høg í seinastuni – so høg, sum útróðrarmenn helst sjáldan uppliva tað. - Tá vit løgdu frá landi týsdagin boðaði útvarpið nevniliga frá, at alduhæddin var 9 metur og 80! - Tað er størsta aldan sum hevur verið á vetrinum, greiðir Hans Pauli frá. Hetta var samstundis orsøkin til at teir endaðu har eysturi við Fugloynna henda seinasta útróðrartúrin. - Tað var líkasum fyri at fáa læ, sigur Hans Pauli. Besti túrurin Teir báðir umborð á Bratta­ skor – Hans Pauli og Tumm­ as – løgdu frá landi í Klaks­ vík fyrradagin. Tað er altíð við spenningi at farið verður til útróðrar, tí spurningurin er hvørja ferð, hvussu fer at hilnast við veiðuni henda túrin. Við sær høvdu teir 45 stampar av væl egndari línu við góðum agni á. Og mín sann um ikki fiskieydnan var við teimum! Nú teir komu aftur at landi við gleði og takksemi kundu teir staðfesta, at veiðan mundi liggja um tey 9000 pundini – helst eitt sindur meiri. - Hetta er í roynd og veru besti túrur okkara í vetur. 9000 pund, tað er ikki at Besti túrurin á vetr Fyrrapartin í gjár kom Brattaskor aftur av enn einum útróðrartúri. Hesin túrurin royndist avbera væl. – 9000 pund uppá 45 stampar, - tað er ikki at forsmáa, sigur útróðrarmaðurin Hans Pauli Purkhús. – Hugaligt ein slíkan dag! Tað er altíð ójavnt, hvat teir fáa uppá hvønn stampin. Slíkt hevur verið skiftandi ár undan ári. Onkur ár vóru menn sera væl nøgdir, um teir fingu 100 pund uppá stampin. Onkutíð eisini minni enn tað. Men í ár hevur borið betri til hjá summum, og sum nevnt omanfyri bar væl til hjá Brattaskor henda seinasta túrin. 9000 pund við 45 stampum, tað gevur 200 pund uppá stampin. Tað er eingin orsøk at klaga um tað. Tað vóru kortini ikki bert teir umborð á Brattaskor sum fingu so nógv ígjár. Ein annar bátur kom inn um somu tíð – hann hevði fingið um 3200 pund við 16 stampum. Meðan teir báðir práta saman ringir fartelefonin hjá Hans Paula. Uppaftur ein útróðrarmaður er í telefonini. Hesin vil fegin vita, hvussu gekst henda túrin. Fegin kann Hans Pauli Purkhús greiða hinum frá, at teir júst eru afturkomnir at besta túrinum í vetur. - Ja, tú skilir at tað er hugaligt at vera útróðrarmaður ein slíkan dag, sigur hann. BRATTASKOR Bátaslag: AWI 38 Eigari: Ásmund Olsen, Klaksvík Longd: 11.58 m. Breidd: 3.60 Dýpd: 1.43 BRT: 12.40 Seinasti túrur: Avreiddu í gjár góð 9000 pund í Klaksvík FAKTA ” Vit liggja alla­ tíðina og lúra eftir veðurlíkindunum. So skjótt tey eru eftir vild, leggja vit avstað aftur Stórur áhugi er millum útróðrarmenn í Klaksvík, hvat bátarnir hava fingið. Hans Pauli verður avbrotin í arb 200 pund uppá stampin, er ikki so galið, kunnu teir báðir Hans Pauli og Tummas staðfesta