hósdagur 14. desember 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
F
R
Í
G
G
J
A
D
A
G
U
R
1
5
.
d
e
s
e
m
b
e
r
2
0
0
6
Canal+Film1 · Leygardagin kl. 19.00
The Constant Gardner
Ein kvinna, sum hevur fingið arbeiði
umvegis ávísingina, starvast innan
heilvágsídnaðin í Afrika, tá hon
verður myrd. Maður hennara trýr
einki upp á søgurnar um, at hon
hevði funnið sær ein annan, og tí
setir hann sær fyri at finna útav, hvat
veruliga er hent.
DR1 Leygardagin kl. 22.00
Himmel og jord
Talan er um seinasta partin av Vietnam-trilogi’ini
hjá Oliver Stone, har teir báðir fyrru filmarnir vóru
Platoon og Born on the 4th of July. Hesa ferð síggja
vit kríggið úr sjónarhorninum hjá lokala fólkinum,
har Le Ly veksur upp. Faðir Himmal og Móðir Jørð
skapa karmarnar fyri íbúgvarnar í lítlu bygdini, men
tá kríggið brestur á, verður heimur teirra kollveltur.
3+ Mánadagin kl. 20.00
Phone Booth
Í New Yøork eru 8 milliónir menniskju og fleiri
enn 22 milliónir telefonir. Í eini telefonboks ringir
telefonin, og Stuart tekur hornið. Hann nýtir hvønn
dag eina telefonboks at ringja til elskarinnuna, tí
tað kann ikki gerast heimanífrá. Nú noyðist hann
tó at rinda prísin fyri ólevnaðin, og frá teirri løtu, at
hann lyftir horninum, hongur lívið í einum klønum
tráð. Á onkrari húsatekju situr ein maður við byrsu
og kikarasikti, og boðini til Stuart eru greið. Leggur
hann hornið á, doyr hann.
DR2 Týsdagin kl. 21.50
Da Vinci koden – fup eller fakta
Bestsellarin hjá Dan Brown hevur hugtikið fólk
kring allan heimin. Tað er ein spennandi skaldsøga,
men tað er eisini ein søga, sum hevur “avdúkað”
ein sannleika, sum hevur fingið ilt í Vatikanið. Kom
Jesus livandi av krossinum? Vórðu Jeus og Maria
Magdalena gift eftir hetta og fingu børn? Kunnu
eftirkomarar teirra framvegis vera millum okkum?
Varð ein loynilig losja stovnað undir navninum
Priority of Sion? Og skuldu limirnir í hesi varðvetia
størsta loyndarmálið í kristindóminum? Tað eru
nakrir av spurningunum, sum dokumentarsendingin
hjá BBC hevur sett sær fyri at kanna.